Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 5 Broyting av byggisamtyktum Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 22. juni 2015 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórs- havnar kommunu, byggisamtyktini fyri Nólsoy, serstøku byggisamtyktini fyri Karlamagnusar- breyt og nýggja serstaka byggisamtykt fyri ovasta part av Karlamagnusarbreyt. Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Ætlanin er at broyta ásetingarnar fyri B6 vinnu- øki Yviri við Strond soleiðis, at kap. 4, §13, stk. 7 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu verður broytt: Frá: Eingi hús og eingin húsalutur má verða hægri enn 8 m. www.torshavn.fo Til: Eingi hús og eingin húsalutur má vera hægri enn 10 m yvir vegin Yviri við Strond á strekkinum út fyri bygningin. Broyting í byggisamtyktini fyri Nólsoy Ætlaða broytingin í byggisamtyktini fyri Nólsoy er, at eitt økið uppá uml. 2.100 m2, sunnan fyri Nólsoyar bygd, verður broytt frá E-alment frítíðarøki til B-vinnuøki. Ætlaða broytingin fevnir um matr. nr. 129a, Nólsoy. Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Karlamagnusarbreyt Ætlaða broytingin er, at kravið um útvenda nýtslu í veghædd verður tikið burturúr byggi- samtyktini fyri byggifeltini millum Atlagøtu og Rólantsgøtu. Samstundis verður økið millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu tikið burturúr ser- støku byggisamtyktini fyri Karlamagnusarbreyt. Ætlaða broytingin fevnir um matr. nr. 138a, 135nl, 135nm, 135nn, 135no, 135np, 135nq, 135nr og 135ns, Hoyvík. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri økið við Karlamagnusarbreyt millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu Í sambandi við at kommunan ætlar at gera eina útstykking við 12 grundstykkjum til sethús við Karlamagnusarbreyt, millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu, er gjørd ein serstøk byggisamtykt um skipan og bygging á økinum. Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um ognirnar matr. nr. 135nl, 135nm, 135nn, 135no, 135np, 135nq, 135nr og 135ns, Hoyvík. Framløga Tilfar, sum lýsa uppskotini til broytingar av almennu byggisamtyktini og nýggja serstaka byggisamtykt, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 20. juli til og við 17. august 2015, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 7. september 2015.