Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 6 persónssøga Sunneva hevði ein fjálgan barndóm við kærleiksfullum foreldrum og við treytaleysum áliti á teimum vaksnu. Men tey sakleysu barnaárini fingu ein bráðan enda ein summardag, tá ið hon var 11 ára gomul og ein vaksin maður gjørdi seg inn á hana. Síðani hevur hon havt eina vemmiliga hemmiligheit sum fastan fylgisneyta í lívinum. Nú 21 ár aftaná, er hon til reiðar at siga søguna um, hvussu brotsverkið hevur ávirkað hennara lív- og, hvussu hon kom upp undan aftur sleppi aldrin undan míni vemmiligu hemmiligheit Áki Bertholdsen L ívið bleiv ikki akkurát, sum eg hevði ætlað. Men eg havi havt eitt gott lív. Soleiðis sigur 33 ára gamla Sunneva Mohr í Saltangará. Hon er hon úr Lamba og har hevði hon ein góðan og fjálgan barndóm í bygdini við kærleiksfullu foreldrum. Hon hevur ein beiggja og seinni fekk hon eisini ein fosturbeiggja. Men tey meinaleysu og tryggu barnaárini fingu ein bráðan enda ein vakran summardag í 1994 tá ið hon var 11 ára gomul. Tá gjørdi ein vaksin maður seg kynsliga inn á hana og hesi hesi sein­ astu 21 árini hevur hon brúkt at finna fótafestið aftur. Og tað hevur eydnast, tí nú hevur hon aftur eitt gott lív við síni vemmiligu hemmiligheit, sum hon kallar brotsverkið ímóti sær. Tøgnin má brótast Sunneva hevur ofta hugsað um, at hon skuldi hava nógvar góðar orsøkir fyri at siga sína søgu alment. – Tað havi eg nú, sigur hon. Men tað hevur stóran týdning fyri hana, at fólk ikki taka synd í henni, tí tað er ikki meiningin. – Nú eri eg komin fyri meg aftur og kann líta aftur á ágangin, og nú eri eg ment at siga mína søgu. Og eg haldi, at skulu vit basa kynsligum ágangi, er neyðugt at varpa ljós á tað og at fáa søgurnar fram. – Tað hevur alstóran, sam­felags­ ligan týdning, at vit bróta tøgnina og tora at tosa opið um kynsligan ágang ímóti børnum. Hetta er ein fjaldur trupulleiki, men stíga vit fram, kunnu vit vísa, hvussu nógv vit í veru­leik­ anum eru og at tað er ein ítøkiligur trupulleiki. Og tað kann fáa politisku skipanina at rakna við. Sunneva Mohr tekur undir við Lisbeth Zornig Andersen, sum segði í ein­ um fyrilestri, at øll, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, serliga tey, sum eru kend í al­ menn­inginum, hava skyldu til at siga sína søgu. Men Sunneva heldur eisini, at tað hevur eisini stóran týdning fyri hana sjálva, at hon stígur alment fram, tí tað kann hjálp onkrum øðr­ um, samstundis sum at tað eisini hevur verið ein stór hjálp hjá henni í stremban­ini eftir at fóta sær aftur. – Tað gjørdi tað í mínum føri, tí tað, sum hjálpti mær at seta hol á mína søgu, var, at eg hoyrdi ein, sum hevði verið fyri kynsligum ágangi, greiða frá síni søgu. – Hetta var fyrsta stigið í eini drúgv­ari »grøðingartilgongd«. Hjá nógvum er hetta so tungt, at tað er Fyri nøkrum árum síðani var fílurin í rúminum so stórur, at tað var ringt at síggja nakað fyri honum. Men síðani er hann minkaður, og í dag er hann bara ein skuggi« Sunneva Mohr Kynsligur ágangur Visti tú? Fyrningarfreistin at melda kynsligan ágang ímóti børnum, er tíggju ár frá tí at barnið er fylt 18 ár. Í serliga grovum førum er freistin fimtan ár Mynd: Sigmar Mørkøre