Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 7 ikki til at bera, men fyri meg hevur tað havt stóran týdning at seta hol á, og at leggja hendingina aftur um. Eg vil heldur leggja dent á tað, sum hendi aftan á, sigur Sunneva Mohr. Ein bráður endi Sunneva vaks upp í einum góðum, tryggum, kristnum heimi Lamba. Hon var ein glað og stuttlig smágenta, men eisini onkuntíð grussut og ráðarík, og hon hevði nógv vinfólk. Sum børn flest hevði var hon góðtrúgvin og hevði markleyst álit á teimum vaksnu. Ein vakran summardag, tá ið Sunneva var 11 ára gomul, fór hon heim til eina vinkonu at fáa hana at spæla. – Helst var tað ein leygardag, tí eg hevði frí. Foreldur vinkonuna vóru bøndur, og høvdu ross og tá ið veðrið var gott, sluppu vit at ríða á teimum. Tey høvdu ein hjálparmann á garðinum, hann var kanska eini 45 ár og hann var einsamallur inni, tá ið eg bankaði upp á at spyrja eftir vinkonuni. – Hann bað meg bara fara í fjósið at geva rossunum - og síðani havi eg hugsað, at tað var longu tá, at hann ætlaði at gera seg inn á meg. – Hann kom sníkjandi aftan á mær oman í fjósið, og eg var illa við av honum, tí eg helt, at hann kom so nær, at tað var at fara yvir um mark. Hann fekk lokkað meg við inn at síggja húsini. Hóast eg føldi meg illa, fór eg við, tí eg hevði blint álit á vaks­num fólki, og eg hevði lært at akta vaksin fólk. – Eg hevði aldrin hoyrt um barna­lokk­arar, tí tað var ikki nakað, tos­að var um tá. Sunneva sigur, at hon gloymir ongan­ tíð kensl­una, tá ið hann leiddi hana upp í kam­ar­ ið, har hann gjørdi seg inn á hana. – Eg varð deyvstumm og flýddi inn í eina aðra verð – og her helt eg eisini upp at minnast tað, sum fór fram, og eg minnist einki aftur, fyrr­enn eg aftur stóð niðri í gongini. Hon sigur, at í veruleikanum var ikki fyrrenn fleiri ár aftan á, at hon mintist, akkurát, hvat var hent. Sunneva sigur, at hon minnist, at hon súkklaði heim. Tað var ein brøtt brekka niðan til, har hon búi, og hon hevði aldrin klárað at súkkla hana í einum – fyrrenn hesa ferð­ina. – Eg súkkl­aði sum eitt svakt, tí eg føldi, at eg flýddi und­an ein­um fígg­ inda, sum elti meg. Ein kampur fyri at gloyma Hon sigur, at tað var so undarligt, tí hóast hon einki mint­ist, mintist hon tað kortini, og heimkomin gjørdi hon tað, sum er rætt­iliga vanligt hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Hon fór í bað og skrubbaði og skrubbaði og koyrdu øll klæðini í vask. Hon ætlaði at beina klæðini burtur, men tordi ikki, tí so hevði mamman helst fingið illgruna um, at okkurt var hent. Hon sigur, at longu í hesi løtu byrjaði kampurin fyri at gloyma alt, sum var farið fram. Og hon heldur, at tað er ótrúligt, at sjálvt smábørn kunnu vera so besnissað, at tey duga at fjala eitt slíkt loyndarmál og væl, sum hon gjørdi. – Tað var ógvuliga tilvitað at eg fjaldi tað, tí at hetta var so ræðuligt, at hetta mátti eingin fáa at vita, sigur hon. Og sum so mong onnur, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, var hon sannførd um, at alt var hennara skyld og tí mátti ongin fáa tað at vita. Og tað eydnaðist eisini henni so væl at fjala tað, at ongin varnaðist tað nakrantíð. Hinvegin var tað heldur eingin, sum spurdi hana um nakað. Hon heldur, at hevði onkur spurt seg, hevði hon sagt ja. Tí heldur hon, at vaksin, sum varnast at børn mistrívast og ikki hava tað gott, eiga ikki at vera bangin fyri at spyrja tey beint fram. Hon sigur, at tað var ringast um kvøldið, tá ið mamman ella pápin høvdu biðið Faðir Vár við henni, og hon skuldi leggja seg. Framhald á næstu síðu »Eg súkklaði sum eitt svakt, tí eg føldi, at eg flýddi undan einum fígginda, sum elti meg« Tann 31. mars í ár var ein marknaðdagur í lívinum hjá Sunnevu. Tá var dagurin loksins komin, tá ið hon kláraði at melda ágangin, heili 21 ár eftir at hann var framdur. Dagurin var so stórur, at hon avmyndaði brævbjálvan, áðrenn hon sendi hann 21 ár Mynd: Privat