hósdagur 16. juli 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
8
persónssøga
– Tá visti eg, at eg var einsamøll,
og tað var ofta, eg græt meg í svøvn
og eg minnist eisini, at eg bæði klípti
og sló meg sjálvan, helst bara fyri at
merkja meg sjálva.
Sunneva sigur, at av tí at hon
royndi av øllum alvi at fjala útútyvir
tað, sum var hent, kundi hon heldur
ikki gráta, soleiðis uttan víðari.
Tí græt hon ongantíð tá ið tað
ikki hóvaði til høvi. Men afturfyri
nýttu hon hvørt høvið, ið beyðst, til
at bresta út úr at gráta.
– Eg dugdi væl at flyta mína
sorg yvir á okkurt annað. Doyði eitt
húsdjór, græt eg sum var eg pískað.
Tá ið hundurin hjá mær doyði, stór
græt eg í eina heila viku. Men eg eri
sannførd um, at innast inni hevði tað
ikki so nógv við hundin at gera, men
tað var nakað, eg mátti sleppa av við.
Sunneva sigur, at innast inni vildi
hon fegin siga frá tí, sum var hent,
men hon fekk ikki sagt orðini. Og
kom hon saman við fólki, og prátið
kom inn á kynsligan ágang ímóti
børnum, var ómetaliga ringt at tosa
uppi í, tí tað er so eymt.
Hinvegin sigur hon, at hon misti
álitið á vaksnum fólki, og ansaði
nógv betri eftir, hvørjum vaksnum
fólki, hon var saman við. Hon toldi
illa at nakað nertið við seg og hon
toldi heldur ikki, at mamman ella
pápin góvu henni eitt klemm. Og
tað, hon hataði allar ringast, var tá ið
dreingirnir spældu og beistaðust og
kitlaðu hana – og hon tolir tað fram
vegis ikki.
Sunneva sigur, at hon ivaðist ikki
í, at tá ið hon varð vaksin, fór alt at
gerast lættari og tí kundi tað ikki
ganga nóg skjótt at verða vaksin.
– Eg hevði ein brennandi longsul
eftir at verða vaksin, sigur hon.
Hon heldur eisini, at onnur hava
ikki lagt til merkis, at hetta ávirkaði
hennara barnaár nakað serligt.
Kortini hevur mamma hennara
sagt aftan á, at hon legði ymiskt til
merkis, men tað var ikki so ógvusligt,
at hon helt, at nakað var galið.
Lættari at seta ein kross
Hon sigur, at tá ið tey, sum hava verið
fyri kynsligum ágangi, hava sagt, at
tey fáa vaml av sínum egna kroppi,
er tað nakað, hon kennir aftur frá sær
sjálvari.
– Eg helt, at eg var bara nakað so
ótrúliga ljót og andsyggilig, og eg fekk
etingarólag. Eina tíðina var eg alt ov
feit, so misti eg alt aftur og varð alt
ov kløn og soleiðis gekk tað upp og
niður í langa tíð. Og eg ivist ikki í, at
tað ávirkaði bæði sjálvsálitið, sjálvs
virðið og sinnalagið, tí tað var ógvu
liga óstøðugt.
– Ofta føldi eg tað sum um at
eg var við í einum sjónleiki, og at
kenslurnar vóru ikki ektaður. Eg var
glað, tá ið onnur fólk vóru glað og eg
var kedd, tá ið onnur vóru tað og tað
var eitt passaligt høvi til at vera kedd.
Skúlin gekk heldur ikki av tí besta,
tí hon fekk ikki hugsavna seg um
skúlan.
– Eg føldi at alt samalt var mín
skyld, men eg haldi, at var eg betri
upplýst, og hevði onkur fortalt mær,
at barnalokkarar vóru til, haldi eg
ikki, at eg hevði komið í hesa støðuna.
– Fyrstu ferð, eg »fortaldi« nøkrum,
hvat var hent, var í eini dulnevndari
spurnarkanning í skúlanum, har
ein spurningur var, um vit høvdu
verið fyri kynsligum
ágangi, og eg svaraði ja.
– Tað var nógv lættari at
seta ein kross í ein rút, heldur enn at
fortelja tað í orðum.
Sunneva sigur, at sum fráleið fór
hon at fortelja øðrum frá tí, sum var
hent. Men tað var bara í smábitum.
Og hvørja ferð hon royndi, var
vónbrotið líka stórt, tí ongin skilti,
hvat eg segði.
– Eg royndi at tosa við onkrar
vinkonur. Men antin lurtaðu tær
ikki eftir, hvat eg segði, ella vildu tær
ikki hoyra tað. Ella var tað tað, at tær
skiltu ikki hvat eg segði, tí tær fóru
altíð at geipa um okkurt heilt annað.
So hvørja ferð, eg royndi at koma
fram við tí, endaði tað altíð við, at eg
fekk tað nógv verri sjálv og tí gavst
eg við tí.
Sunneva sigur,
at sum frálíður, hevur
hon góðtikið, at fólk verða
undarliga við, tá ið hon ber hetta
upp á mál.
– Tað ber rætt og slætt ikki til hjá
fólki at seta seg inn í, hvussu tað er,
og tí duga tey heldur ikki at lofta tí,
tá ið eg royndi at tosa um tað.
Tí heldur hon, at tað er rættiliga
avgerðandi, at tey, sum eru fyri kyns
ligum ágangi, fara til sálarfrøðing, ella
onkram, sum veit, hvat tey tosa um.
Og tað skulu tey gera ímeðan tey eru
í tí ringastu kreppuni.
Tók 10 ár at fáa sær hjálp
Sunneva Mohr sigur, at tá ið hon var
21 ár, fortaldi ein starvsfelagi henni,
at hon hevði verið fyri kynsligum
ágangi, og tað var startskotið til, at
Sunneva sjálv fór at festa sína søgu
niður á blað.
– Eg havi skrivað mína søgu á
teldu minst 100 ferðir, alt eftir, hvussu
støðan hevur verið, og tað hevur av
álvara verið ein góð terapi.
– Soleiðis eri eg eisini komin at
minnast meiri og meiri av tí, sum var
farin fram. Men tað tekur ómetaliga
langa tíð, at koma so langt.
Sunneva sigur, at tað var ikki
fyrrenn í 2004, tíggju ár eftir ágangin,
at hon var til sína fyrstu samrøðu hjá
Kris, sum er ein felagsskapur fyri
fólk, sum hava verið fyri kynsligum
ágangi.
Men so kláraði hon heldur ikki
meir á hesum sinni og tað gingu nøkur
ár til hon aftur fór til sálarfrøðing.
Men tað var ikki fyrrenn í 2010,
hon av álvara var til reiðar at fara
persónssøga
Lívið bleiv ikki
akkurát, sum eg
hevði ætlað. Men
eg havi havt eitt
gott lív«
Sunneva Mohr
Øll, sum hava
verið fyri kynsligum
ágangi, eiga at siga
sína søgu