Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 9 undir eina skipaða viðgerðartilgongd hjá sálarfrøðingi, og hon sigur, at tað hevur verið ein ófatiliga stór hjálp. Ein kampur fyri tí góða lívinum Sunneva sigur, at øll hesi árini hava verið ein kampur fyri at fáa eitt gott lív, hóast hon hevur verið fyri ágangi. – Eg sleppi aldrin undan tí, sum er hent, men av tí at fór í viðgerð, og var tilvitað um at eg vildi liva lívið, var tað sum um at viljin tók yvir. – Fyri nøkrum árum síðani var fílurin í rúminum so stórur, at tað var ringt at síggja nakað fyri honum. Men síðani er hann minkaður, og í dag er hann bara ein skuggi. Kortini ivast hon í, um skuggin nakrantíð fer at hvørva heilt. Hinvegin nívdi tað hana, at hvørja ferð, hon hevði tað ringt, føldi hon sum um at brotsmaðurin hevði sigrað og hevði oyðilagt henni lívið. – Verri eg hevði tað, størri føldi eg, at sigurin hjá honum var, og tað nívdi meg markleyst. Men hjá sálarfrøðinginum, kom eg til tað sannføring, at hann skuldi aldrin vinna á sær. – Eg veit, at tað ljóðar barnsligt, men eg fekk vent tí á høvdið, og eg kom til ta sannføring, at betri, eg hevði tað, størri var sigurin hjá mær, og størri var ósigurin hjá brots­mann­ inum. Eg fekk enntá eisini tann tank­ an, at táið varð løgmaður, var sigurin á honum fullkomin. – Eg fekk tørv at fáast við okkurt meiningsfult og tað bleiv ein drívkraftin til, at eg kastaði meg yvir politikk við lív og sál. Eg fýrdi ikki fyri at koyra til Havnar tríggjar ferðir um vikuna á fund. Eg fór eisini undir verkætlanina »Mín Bindibók« og tað var eisini við fullari styrki, tí eg var fullkomiliga tilvitað um, at meiri eg avrikaði, størri var sigurin. Hon fór enntá eisini til pro­fessio­ nelt myndafólk at taka myndir av sær í berum undirklæðum fyri at sann­føra seg sjálva um, at hon var als ikki so ljót, sum hon hevði sagt sær sjálvum í nógv ár. – Tað eru myndir, sum eg eri ómeta­liga fegin fyri, eftir at eg hevði gingið í 20 ár og og sannført meg sjálv­ an um, hvussu ljót eg var. Tók 21 ár at melda ágangin Dagurin 31. mars í ár var eisini ein marknaðsteinur í lívinum hjá Sunnevu Mohr. Tí hetta var dagurin, tá ið hon loksins kláraði at melda mannin, sum hevði gjørt seg inn á hana. – Eg skrivaði løgregluni eitt stutt bræv, har er nevndi mannin, sum hevði gjørt seg inn á meg. Eg greiddi frá í stuttum, hvat var hent, og at eg vildi sleppa at tosa við løgregluna. – Tað var tvey ár frammanundan, at eg hevði gjørt av melda hann. Men eisini tað er ein tíðarkrevjandi til­gongd, og tað tók tvey ár at fáa bræv­bjálvan avstað. – Eg gjørdi tað, tí eg helt, at tað var mín skylda at gera vart við, hvat maðurin hevur gjørt og kanska at forða fyri, at hann ger seg inn á fleiri børn. – Hon sigur, at síðani hevur hon verið til avhoyringar hjá løgregluni, og hon hevur bara alt gott at bera løg­ reglu­fólkunum. – Tey tóku meg í allarstørsta álvara. Hóast málið var fyrnað, varð maðurin boðsendur, til avhoyringar, har mín frágreiðing varð lisin upp fyri honum, og hann fekk at vita, at løg­reglan fór at hava eitt vakið eyga við honum. – Eg visti, at málið var fyrnað, men eg noyddist at melda kortini, og eg eri nøgd við mátan, løgreglan handfór málið upp á. – Løgreglan spurdi meg um eg hevði hug at vera til staðar, tá ið skuld­setingin varð lisin upp fyri mann­inum. Men tað vildi eg ikki. Eg visti, at hann fór at nokta seg sekan, tí hann visti, at málið er fyrnað, og tað hevði eg ongan hug at hoyra. Sunneva Mohr sigur, at í hesum sambandi passar hon val inn í hagtøl, sum eru gjørd um hesi viðurskiftini. Hagtølini siga, at tað rættiliga van­ ligt, at tey, sum eru kynsligum ágangi, melda ikki fyrrenn tey eru farin um tey 30, ella tá ið børnini eru í sama aldri, tey sjálvi vóru í, tá ið tey vóru fyri áganginum. Takksom fyri lívið Hon heldur, at tá ið eitt barn boðar frá kynsligum ágangi, eigur ein heildar­ ætlan at verða sett í verk, við ser­køn­ um fólki á økinum. – Og eitt tað týdningarmesta er, at tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa ókeypis, sálarfrøðiliga hjálp. – Eg havi sjálv goldið 10.000 krónur fyri mína viðgerð, men tað eru ikki øll, sum hava ráð til tað, sigur Sunneva Mohr. Annars heldur hon, at upplýsing er vegurin at fara. Hon hevur av hjarta viljað, at onkur hevði greitt henni frá, at barnalokkarar eru til og tí held­ur hon, at upplýsing er veg­urin fram. Og so heldur hon, at fyrningar­ freistin skal avtakast. Hon sigur, at felagsskapurin, Verji børnini er ferð við nakrar stutt­ ar filmar um, hvussu børn siga for­ eldrum frá, tá ið tey hava verið fyri kyns­ligum ágangi, og hvussu tey siga øðrum frá. Sunneva sigur, at í dag hevur hon tað gott, men hon hevur enn sínar niðurtúrar. Men teir fækka í tali og tindarnir verða hægri og ljósari. – Eg eri ótrúliga takksom fyri lívið, eg havi góð foreldur, góðar vinir, ein fittan mann, fitt børn og gott arbeiði. – Øll, sum hava verið fyri kyns­lig­ um ágangi, eiga at siga sína søgu, um ikki fyri øðrum, so í hvussu so er fyri sær sjálvum. Tað tekur tíð, og kanska verður hon ongantíð liðug – men tað hjálpir. – Tað hevur stóran týdning at finna drívmegina í sær sjálvum, men tað er mín sannføring, at bara tey vilja, megna øll menniskju meiri enn tey halda. Ein dagin fekk Sunneva Mohr, eina heilsan frá eini fremmandari konu, sum vildi vísa henni sín stuðul. Og tey orðini ger Sunneva til síni egnu: Lívið bleiv ikki, tað, eg ynskti, men nakað annað, nakað sum tað eisini ber til at liva við, og at elska. Stutt um Sunnevu  Sunneva Mohr er 33 ára gomul, og úr Lamba, har hon vaks upp við einum beiggja, og seinni fekk hon eisini ein fosturbeiggja.  Sunneva við gentunavninum, Lamhauge, var bara 14 ára gomul, tá ið hon møtti hon Jack, og seks ár seinni, tá ið hon var 20 ára gomul, giftust tey. Síðani hava tey fingið tveir dreingir, Eiler, sum er 11 ár og Hóri, sum er tvey ár. Og triðja barnið er væntandi fyrsta dagin – men hon veit longu nú, at tað er ein didda, tey fáa.  Hon er námsfrøðingur og arbeiðir á Jekarastovu í Havn, sum er ein samdøgursstovnur undir Almanna­ verk­inum fyri børn og ung við serligum tørvi. Í frítíðini hevur hon fingist nógv við politikk. Í nøkur ár var hon forkvinna í Sosialistiskum Ungum, sum er ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, og hon hevur eisini verið valeveni hjá flokkinum nakrar ferðir.  Men tað er hon ikki á løgtingsvalinum í heyst. Hon hevur eisini verið við í vælgerandi arbeiði. Í hesum sam­bandi var hon við til at geva út Okkara Bindibók, har enda­málið var at savna inn pening til eitt barna­ heim í Bangladesh. »Eg dugdi væl at flyta mína sorg yvir á okkurt annað« Fyri 21 árum síðani gjørdi ein maður seg kynsliga inn á Sunnevu Mohr. Líka síðani hevur hon stríðst fyri at fóta sær. Tað hevur eydnast henni og nú er hon aftur glað fyri at liva. – Eg havi enn mínar niðurtúrar, men teir fækka í talið og tindarnir verða hægri og ljósari, sigur hon, sum her situr saman við synunum báðum, 11 ára gamla Eileri, og tvey ára gamla Hóra Sunneva hevur eisini verið við í vælgerandi arbeiði í Bangladesh. Her eru Sunneva, sonurin Eiler, og mamman, Harriet, á dreingja­heiminum í Bangladesh, tey hava stuðlað. Myndin er tikin í sambandi við, at sjøtul varð settur á at byggja heimið út Mynd: Privat Mynd: Sigmar Mørkøre