Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 10 Hvussu smakka Føroyar? Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa uppí part, tá ið umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár. Spurningurin *Hvussu kunnu Føroyar smakka?* kann sigast at vera grundin í arbeiðinum Tjóðhild Patursson L úka, slúka, lúka, slúka - tað tikist at vera málsetningurin hjá Onnu Maluni tá ið hon arbeiðir í urtagarðinum. Herfyri vóru hon og mamman farnar at lúka í felags høsnagarðinum (vit hava enn ongar hønur fingið, men alt til sína tíð. Lúkast skal í øllum førum), tá ið tær vóru liðnar at lúka, hevði Anna Malan savnað átiligt ókrút upp í eina heila kurv – og okkara kurv er rættuliga stór. Í kurvini var millum annað ARVI. Omma Disa – sum hon verður kalla av flestu børnunum í Nólsoy, hóast hon bert er omma at helvtini, ok, kanska ikki helvtini, men næstan! – plagar so vakurt at siga: Ókrút eru bara plantur, sum eftir okkara meting vaksa á skeivum stað. Og rætt hevur hon. Nógv ókrút kann etast, og nógv av tí átiliga smakkar heilt væl – ser­ liga um kokkurin er dugnalig/ur. Summi vilja vera við, at eg dyrki arva í míni rabarbuveltu, men tað er ikki við vilja, hóast arvi heilt víst er eitt av frægaru ókrútunum eg kenni. Grønt, fríkst, sunt og lekurt. Og mín rabarbuvelta kann ikki vera hin einasta órøkta í landinum – onkuntíð loysur tað seg at vera órøkin. Ert tú eisini ein sovorðin órøkinsskøltur sum eg, so kanska hesar uppskriftirnar kunnu fáa teg í gongd við at lúka allan arvan úr veltunum og urtagarðinum – Ókeypis grønt; hvør vil ikki hava eittsindur av ókeypis grønum salati? Arvapesto Eina fulla hvirlu av arva 3 fet av hvítleyki 1/2 lime 3 tsk. av salti olju til konsistensurin er góður Myndir: tjóðhild patursson ARVI