hósdagur 16. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
11
Í summarútgávuni av Vikuskiftis Sosialinum
kanst tú á hesari síðu lesa hvørji boð
føroyskir sniðgevar hava, tá ið umræður
klæðir til eitt hvørt høvi í summar.
Sniðsíðan
Beinta Poulsen er kreativi heilin handan
vakra, klassiska merkið Soulmade
Tað eru í ár 10 ár síðani, at Beinta fór undir sín dreym um egið merkið.
Síðani hevur hon arbeitt fulla tíð við fyritøkuni, og í dag kann Soulmade
keypast í Týsklandi, Danmark, Norra, Svøríki, Hollandi, USA og í Íslandi. Í
Føroyum kann merkið fáast í handlinum á Tróndargøtu 29 í Havn. Beinta
hevur í dag trý fólk í føstum starvið umframt fleiri fríyrkjafólk, sum eru
knýtt at ymiskum uppgávum í fyritøkuni. Yvirskipað kann sigast um
Soulmade, at tað er eitt ógvuliga klassiskt merkið, sum leggur dent á at lata
klassisk pløgg í vakrar smálutir.
Soulmade
Leður shorts og ullint troyggja
– Leður shortsini rigga væl til heitu summarkvøldini uttanlands,
til teirra, sum fara at ferðast. Í Føroyum kunnu tey setast
saman við sokkabuksum og síðani stylast eftir ynski. Til dømis
við stilettum og einum vøkrum toppi til fínari høvini, og einum
leðurjakka og stivlum fyri at fáa tað ráa lookið, sigur Beinta
Skaterniðurdeilur
til øll høvi
- A formaði niðurdeilurin
hóskar seg eisini ógvuliga
væl til summarið. Hann er í
sær sjálvum heldur klassiskur
og einfaldur, og kann tí
setast saman við ymiskum
klæðum fyri at fáa ymisk
look. Við einum leðurjakka,
troyggju, sokkabuksum og
stivlum riggar hann væl
til festivalarnar. Við einari
blondublusu og berum
beinum riggar hann væl
til tey fínaru høvini. Bert
hugflogið setir markið,
greiður Beinta frá.
Denim hittar í ár
– Denim er tað stóra hittið hesa tíðina, og riggar væl bæði sum
skjúrtur og nærum alt annað. Vit hava fleiri ymiskar denim skjúrtur,
summar meira klassiskar enn hendan. Hendan skjúrtan er mótarøtt
og hevur vakrar leður smálutir frammanfyri. Hendan skjúrtan
fevnir breitt, tí hon kann bæði nýtast til arbeiðis og til onnur
høvi - alt eftir hvørjum hon verður sett saman við, sigur Beinta.
Perfektur til summarið
- Hesin fótsíði kjólin hóskar seg væl til tey
fínaru tiltøkini í summar. Eitt nú ímyndi eg mær,
at hesin riggar væl til eitt summarbrúdleyp
ella ein stóran føðingardag. Men hann kann
avgjørt eisini setast saman við fløtum sandalum
og einum avslappaðum jakka, og nýtast til
hugnaligu summarkvøldini á café ella líknandi.
Hann er eisini perfektur til uttanlandsferðir, tí
tað er júst í teimum heitaru londunum, at ein
slíkur kjóli kemur til sín rætt, greiður Beinta frá.