hósdagur 16. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
12
Tað
ringasta
er børnini
– Tað plágar meg og manningina at síggja børnini, sum eru so
svong og tyst, at tey eru fullkomiliga maktarleys. Tað er eitt at
sita í sofuni heima í Føroyum, síggja tey í sjónvarpinum, og gera
sær meiningar um flóttafólk. Men at síggja tey í veruleikanum
er nakað heilt annað, sigur 47 ára gamli sørvingurin Finn
Hansen, sum er skipari við oljutangaskipinum Robert Mærsk
Barbara Holm
10. juni 2014 er ein dagur, sum stendur
rimmar fastur í hugaheiminum hjá
Finni Hansen. Tað var tann dagurin,
tá ið hann fyrstu ferð fekk boð um at
sigla eftir flóttafólkum í neyð.
– Tað var gott veður tann dagin. Tað
er tað næstan altíð, tá flóttafólkabátar
eru á veg til Italia, og eg eri farin at
óttast fyri góðveðursdøgunum, tí
teir onkursvegna eru farnir at við
føra neyð og elendigheit, sigur Finn
Hansen.
Hendan dagin varð Finn uppringd
ur av italskum myndugleikum, sum
bóðu hann sigla stóra oljutangaskipið
til eina positión tveir tímar burtur
hagani.
Finn lærdi longu fyrsta túrin,
at positiónirnar ongantíð vóru tær
røttu. Eftir fleiri tímar av leitan eftir
hesum neyðars fólkum komu Finn
og manning hansara fram á bátin.
312 fólk vóru í lítla træbátinum, har
av 50 kvinnur og 25 børn. Tann elsta
kvinnan var 80 ár og tað yngsta barni
var bert 5 mánaðir gamalt.
Tey vóru illa fyri. Eftir 24 tímar á
sjónum uttan mat og drekka vóru tey
troytt, bangin og summi á markinum
til at sigla av. Har vóru heilar familjur
umborð, ommur og abbar við børnum,
ommu og abbabørnum.
Tað var slætt tann dagin, og mann
ingin loraði landgongdina niður, og
yvirstýrimaðurin – Rasmus Lisberg
Larsen av Tvøroyri – fór oman at
hjálpa teimum umborð. Flóttafólkini
í træbátinum stríddust fyri at sleppa
niðan gjøgnum landgongina, og upp
á dekkið á stóra skipinum, sum var 12
metrar omanfyri vatnskorpuna.
Fleiri av flóttafólkunum vóru tor
turera áðrenn tey fóru úr Libya, og
Rasmus hevði fleiri av fólkunum á
sjúkrahúsinum umborð, har hann
gav teimum fyrstu hjálp.
Hesin dagurin er brendur fastur í
minnið á Finni. Komin umborð grótu
fleiri børn. Tey vóru bangin. Børnini
togaðu í manningina og peikaði á
munnin, tí tey vóru svong og tyst.
Av trygdar áðum læstu teir allar
hurðar av, soleiðis at flóttafólkini
lógu á dekkinum og svóvu. Teir máttu
gera mat til 312 fólk eyka tvær ferðir
um dagin, og teir gjørdu teimum eitt
heimagjørt vesið, har ein 200 liturs
tunna bleiv skorin í helvt, og træ
brettir vórðu sett omaná at sita á.
Plattar og papp varð lagt á dekkið til
at sova á, og teppir blivu funnin fram
til at balla tey við.
Hesi flóttarfólkin høvdu fingið at
vita frá bakmonnunum í Libya, at tað
bert tók 6 tímar at sigla til Sicilia, so
tað var ikki neyðugt at taka nakað
serligt av mati og vatni við. Men veru
leikin er, at tað kann taka upp til trý
døgn at sigla, tí bátarnir eru so yvir
fyltir og sigla so seint.
– Tað er hart, og trupult at greiða
frá. Manningin svevur næstan ikki
teir dagarnar tey eru umborð, tí tey
hava so stóran tørv á øllum hugsandi
tingum, sum vit royna at hjálpa teim
um við, greiður Finn frá.
Dagin eftir var aftur galið
Finn sigldi flóttafólkini til Sicilia,
har tey vórðu latin upp í hendurnar
á italsku myndugleikunum. Síðani
gekk leiðin hjá Finni og teimum aftur
har teir upprunaliga vóru ávegis – til
Libya. Men júst Libya er ein sentralur
fyri slíkum hendingum – tað er har, at
tey flestu flóttafólkini leggja frá landi
í træ ella gummibátum.
Tey taka
kjansin við smáu
bátunum. Um
tey doyggja á
havinum, so hava
tey í øllum førum
roynt at sloppið
burtur frá ræðu
leikunum í teirra
heimlandi«
Finn bjargar flóttafólkum
Framhald á næstu síðu
– Tað var óbehagiligt, tí vit
vistu ikki hvussu tey fóru at
reagera, ella hvat kundi henda.
Men tá tey høvdu fingið
mat og drekka, so sovnaðu
tey so hjartaliga, og so var
friður, sigur Finn Hansen
Myndir: Privat