Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 14 – Dagin eftir ringdu tey aftur eftir okkum. Hesaferð vóru tað 92 fólk, sum vóru í einum gummibáti, sum lak luft, greiður Finn frá. Hesi vóru nógv meira óttafull enn tey í fyrsta bátinum. Bátur teirra lak luft, og Finn og teir komu ikki fram á tey fyrr enn beint áðrenn sólin fór niður. – Tey vóru fullkomiliga frá sær sjálvum. Tey høvdu sitið har í fleiri tímar, meðan báturin lak luft, og tey vóru bangin fyri, at myrki skuldi koma á tey, greiður Finn frá. Tey leikaðu nógv í, og vóru líka við at toga yvirstýrimannin fyri borð, tá ið hann skuldi taka tey umborð niðast á landgongdini. – Vit máttu hiva landgongdina upp­aftur, tí annars var vandi fyri at tey hálaðu yvirstýrimannin fyri borð, greiður Finn frá. Teir gjørdu tað teir vóru mentir at sissa tey, og fóru síðani í gongd við at fáa tey umborð. – Tað var óbehagiligt, tí vit vistu ikki hvussu tey fóru at reagera, ella hvat kundi henda. Men tá tey høvdu fingið mat og drekka, so sovnaðu tey so hjartaliga, og so var friður, greiður Finn frá. Eisini hesi 92 fólkini vórðu sigld til Sicilia. Tá øll flóttarfólkini vóru komin í land, setti Robert Mærsk so enn einaferð kós móti Libya. Tey vóru øll druknað Ávegis aftur úr Sicilia til Libya fingu Finn og teir eini neyðhjálparboð inn á skipanina. Aftur hesaferð var galið, og hesaferð vóru flóttafólkini bert ein tíma burturi. – Vit fingu at vita, at báturin var sokkin, og vit skuldu skunda okkum at leita eftir teimum, sum vóru farin í havið, sigur Finn. Komnir á staðið sá Finn, at tvey skip longu vóru á staðnum, men eingin gummibátur og eingi flótta­ fólk. Finn setti seg í samband við skip­ aran á einum av hinum skip­unum, og skiparin greiddi frá, at teir bert høvdu funnið ein mann á lívi, og teir høvdu tikið hann umborð. Hesin hevði ligið 12 tímar í sjónum. Skiparin fortaldi, at tað vóru 24 tímar síðani at gummibáturin var sokkin. Robert Mærsk leitaði í nakrar tímar, men eingi fólk vóru at síggja á lívi. Teir sóu bert ymiskt flóta runt á hav­inum. – Tað vísti seg, at hesin gummi­bát­ urin og tann vit funnu beint áðrenn, vóru farnir úr Libya samstundis. Men tann eini báturin sakk, og tann bjargaði maðurin, sum hevði ligið 12 tímar í sjónum fortaldi, at øll sum høvdu ligið í sjónum rundan um hann vóru druknað, sigur Finn. Soleiðis hava Finn og hinir um­borð á Robert Mærsk í fleiri umførum havt til uppgávu at bjarga hesum manna­ lívum. Onkuntíð er tað eydnast, og onkuntíð ikki. – Tað plágar meg. Og manningin er ógvuliga ávirkað av tí. Ein av mann­ ingini noktaði at fara út í bjargingar­ bátin at leita eftir teimum, tí man veit ongantíð hvat man fer at uppliva, greiður hann frá. Tey vita tey kunnu doyggja Hvørja ferð Robert Mærsk hevur tikið flóttafólk upp úr havinum hevur Finn nýtt høvið at práta við tey. Hann er áhugaður at vita hvat hesi hugsa, síðani tey seta seg – alt ov nógv fólk í ógvuliga smáar bátar – einsamøll á Miðjarðar­havinum. Tey hava øll eina sera harða fortíð. – Tann eini segði mær, at hann flýggjaði undan krígnum í heim­ land­inum, og at allir hansara vinir og familja vóru dripin, sigur Finn. Hóast flóttafólkini koma frá ymiskum londum og hava ymiskar orsøkir, so er ein orsøk fyri at flýggja, sum gongur aftur hjá so at siga øllum – tey fara helst at doyggja óansæð. – Tey taka kjansin við smáu bát­ unum, tí tey halda tað er teirra einasti møguleiki. Um tey doyggja á hav­ inum, so hava tey í øllum før­um roynt at sloppið burtur frá ræðuleikunum í teirra heimlandi, greiður Finn frá. Í Libya er menniskjaflutningur á hendan hátt ógvuliga útbreiddur, og teir, sum skipað fyri, fáa nógv­ar pengar burturúr teimum ræðu­leik­ unum, sum eru í ymsu krígsraktu lond­unum. – Onkur av teimum segði mær, at tey rindaðu 2000 dollarar fyri at sleppa við einum av hesum smáu bát­unum yvirum til Italia. Summi ferð­ast fleiri hundrað kilometrar til Libya, fyri síðani at stilla seg í bíðirøð, og bíða eftir at sleppa umborð á ein skirvis­ligan bát, uttan vatn og drekka, greiður Finn frá. Vit vita ongantíð hvat vit koma framá Í dag er Finn framvegis eyka ansin, tá ið veðrið er gott og havið er slætt. Tá veit hann, at kjansurin fyri at fáa boð um at leita eftir flóttafólkum í havs­ neyð er stórur, tá teir eru í økinum norðan fyri Libya. – 29. mai í ár tóku vit aftur 323 flótta­fólk upp úr einum lítlum træbáti. Hesi komu øll út Eritrea. Eg visti tað áðrenn neyðarkallið kom, og hevði tosað við manningina, gjørt klárt og deilt uppgávur út áðrenn neyðar­kallið kom, tí vit skuldu beint ígjøgnum tað ringasta økið norðan fyri Libya og tað var gott veður. Eg visti at tað var ein slíkur dagur, greið­ ur Finn frá. Av teimum 323 sum vóru umborð á hesum træbátinum, vóru 84 kvinnur og 41 børn, og fleiri av kvinnunum vóru við barn. Tey vóru ikki so illa fyri sum onnur hava verið, tí tey høvdu vatn umborð. Men báturin lak illa, so tey vóru bangin. Bangin fyri at enda á havs­ins botni. Men eisini tey vóru til reiðar at taka kjansin, heldur enn at liva víðari í teirra heimlandi. Størsti parturin av hesum 41 børn­ unum vóru millum eitt og trý ára gomul, so mammurnar bundu børn­ ini uppá ryggin við turrkløðum, fyri at tað skuldi vera lættari at ganga upp gjøgn­um tí brøttu landgongdina og upp á dekkið. Tað gjørdi tað munandi lætt­ari at fáa børnini umborð. Hesi 323 fólkini vóru knapt tvey døgn umborð á Robert Mærsk, og svóvu tvær nætur á dekkinum. Bert tveir tímar eftir at øll 323 fólk­ ini vóru tikin umborð, fann Robert Mærsk aftur ein gummibát við 100 flótta­fólkum umborð. Teir lógu hjá hesum bátinum, til eitt annað olju­ tanga­skip kom og tók tey upp. Hettar var tann fimti báturin, sum Robert Mærsk hevur havt samband við tað sein­asta árið – tilsamans 928 flótta­ fólkum. Bert hendan dagin blivu 4200 flóttar­fólk tikin upp úr 22 smáum bát­um. 17 av teimum lógu deyð í bát­ unum. – Teir tímarnir, frá tí vit fáa neyð­ ar­kallið, til vit eru á staðnum, eru teir ringastu. Menninir ímynda sær hvat teir kunnu vænta at síggja. Vit hoyra javnan um, at skip koma fram á bátar har fleiri lík liggja umborð, og noyð­ast at taka tey upp eitt og eitt. Tú kanst ímynda tær hvussu hart tað er, greiður Finn frá. Lætt at sita á sofuni og hava eina hugsan Finn er ein teirra, sum hevur fylt væl við í flóttafólkakjakinum í Før­oy­um. Hann skilur væl báðar síður av mál­ inum – tey, sum ikki vilja hava flótta­ fólk til Føroya, og so tey, sum halda tað er okkara skylda at hjálpa. Men Finn heldur, at høvdu báðar síður hitt hesi fólkini í veruliga lívinum, so høvdu tey helst hildu seg aftur við teimum sterku meiningunum. – Tað er eyðsæð, at mangur kjakari í Føroyum ikki hevur eina líka greiða mynd av hvussu hesi fólkini hava tað. Tey eru so illa fyri, tey hava onga vón og onga hjálp at heinta nakrastaðni. Kann nakar veruliga ímynda sær tað, spyr Finn. Hann er ikki sannførdur hvørki tann eina ella hin vegin, um hvat Før­oyar eiga at gera. Um vit eiga at taka flóttafólk til Føroya ella um vit skulu halda aftur. – Vit síggja hvussu tað hevur gingið í londunum kring okkum, og tað er ikki altíð líka væl eydnað. Men eg skilji eis­ini tey, sum halda tað er okkara menn­iskjaliga skylda at hjálpa teimum, greiður Finn frá. Í fjør var fyrstu ferð, at Finn varð boð­sendur at bjarga flóttafólkum og føra tey til Sicilia. Hvagar tey fara, tá ið tey eru komin til Sicilia, veit Finn ikki. Hann hevur spurt italsku myndug­leikarnar, men tey eru ikki fegin um at greiða frá tí. Tað einasta Finn hevur fingið at vita er, at á Sicilia eru stórar hallir og sentur fyri flótta­ fólk, har fleiri túsund teirra eru stødd. Í 2014 fóru 170.000 flóttafólk úr Libya í træ ella gummibátum. Í ár er talið longu komið uppá 200.000. 2000 flóttafólk eru druknaði teir fyrstu seks mánaðirnar í ár í Miðjarðar­havinum. Hvussu verður og ikki við flóttafólkum í Føroyum er óvist, men greitt er, at túsundavís av kvinn­um, monnum og børnum hvørja viku leggja frá landi í Libya – óvitandi um tey nakrantíð síggja land aftur. barbara@sosialurin.fo »Tað er eyðsæð, at mangur kjak­ ari í Føroyum ikki hevur eina líka greiða mynd av hvussu hesi fólk­ ini hava tað« Finn Hansen Myndir: Privat