hósdagur 16. juli 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
15
klumman
Birita Lamhauge Jóansdóttir BA. Master í sexologi
At vera 34, við barn og lesa millum »12« tøl
H
vor gammel er du egentlig Birita?
spurdi ein av mínum 20 ára
gomlu floksfeløgum herfyri. 34,
svaraði eg. Du ser da ikke ud til at
være så gammel! Det er jeg altså, segði eg við
einum ivasomum smíli. Ok, men det kan man
altså overhoved ikke mærke på dig! svaraði
floksfelagin og smíltist skálkaliga aftur.
Ikki alt gongur sum ætlað
Eg minnist væl, tá ið eg sjálv var 20. Eg hevði
fingið í høvdið, at tíðin var av tí ónda og at
tað fór ikki at henda stórvegis áhugavert í
lívinum aftaná at eg var vorðin 30 – tá fór tað
mest at snúgva seg um viðlíkahald. Tí ráddi
um, at geva lívinum innihald áðrenn tað var
ov seint og hava lokið akademiska útbúgving,
verða komin út á arbeiðsmarknaðin og ogna
mær mann, heim og børn, áðrenn eg fylti 30.
Tá ið eg fylti 25, hevði eg enn onga fasta
útbúgvingarleið funnið mær. Tá ið eg fylti 28,
var mín høvuðsinntøka forsorgarhjálp og tá
ið eg fylti 30, var eg langtíðar sjúkrameldað
og arbeiðsmarknaðurin, heimið, maðurin
og børnini vóru enn ikki í eygsjón. Eg
royndi sum frægast at blaka burtur ringu
samvitskuna yvir alt tað, eg ”burdi” og
ongantíð ”náddi” og hugsaði, at best mátti
vera at halda uppat at vænta og krevja meira
av lívinum, enn lívið kundi geva mær. Fyri
fyrstu fer, gav matematiska meginreglan
faktorernes orden er ligegyldig, veruliga
meining.
At finna stevið millum »12« tøl
Í dag eri eg við barn og haldi saman við
pápa at barninum. Eg lesi sálarfrøði á
universitetinum í Keypmannahavn og verið
væntandi liðug við lesturin í 2020. Tá eri eg
39 ár.
Hóast tað kann vera ein fyrimunir at
vera í eldra lagið, eitt nú tí eg veit hvat eg
vil brúka útbúgvingina til og hvønn veg eg
vil fara, er tað samstundis eisini rættiliga
avbjóðandi. Mínir ungu floksfelagar eru ljósár
frammanfyri meg innan teknologiina og
somuleiðis tykjast tey eisini vera tað, tá tað
um intelligens ræður. Vanliga haldi eg meg
hava rímiliga gott akademiskt tev og vera væl
skorna fyri tungubandinum, men millum
sálarfrøðilesandi kenni eg meg meira millum
maskinur enn millum menniskju. Tey ungu
eru sum hópframleiddar maskinbyrsur. Tað
rýkur úr teimum við 12 tølum, háfloygdum
orðum og skilagóðum setningum og sjáldan
rakar nakar eitt orð við síðurnar av.
Hví vera betur enn hini?
Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvat
tað ger við okkum menniskju og sambondini
okkara millum, altíð at skula royna at blíva
betur, enn vit frammanundan eru. Hetta
samstundis, sum vit eisini skula vera betur,
enn øll hini. Eru vit tá yvirhøvur før fyri, at
vera ein íløga fyri onnur, enn okkum sjálvi?
Eru vit sum samfelag kanska í vanda fyri,
at framleiða einshugsandi heilar, ið bert eru
avmarkaðir til, at fremja ítøkilig og málbar
úrslit?
Um samfelagið bert kann brúka tað, ið
kann avmarkast til ávísar mannagongdir,
tora fólk kanska ikki longur, at royna aðrar
leiðir tí vandin fyri at gera mistøk, verður ov
stórur. Og tora vit ikki longur tora at gera
mistøk, hava vit ikki tá samstundis dripið
kreativitetin? Uttan kreativitetin, tá steðgar
skjótt øll nýhugsan og menning – bæði av
samfelagnum og okkum sjálvum.
At gleða seg til tað ókenda
At vera við barn er eitt undarligt fyribrigdi.
Samstundis sum tað er eitt tað mest natúr
liga, ið til er, er tað fullkomiliga óveruligt
og ikki rættiliga til at skilja. Gleði og stúran
eru vavd saman og tankarnir eru nógvir og
fløkjasligir. Tori eg at eiga vanliga? Hvat nú,
um eg ikki klári tað og okkurt gongur galið?
Er keisaraskurður kanska tryggari? Fái eg
varandi skaðar aftaná? Hvussu fer føðingin
og mammuleikluturin at ávirka kroppin
og parlagið? Fari eg at hava orku til, at gera
útbúgvingina í sálarfrøði lidna?
Hvussu mín barnsburður verður, dugi eg
ikki at ímynda mær. Vónandi verður hann
ikki verri enn so, at eg havi mót uppá, at
blíva við barn einaferð aftrat. Virðið í, at eg
sjálv havi haft eina systur, kann ikki sigast
við orðum og tí havi eg altíð hugsa, at skal eg
hava eitt barn, skal eg eisini hava tvey.
Mynd: privat
»Eg kann ikki lata vera við at hugsa um,
hvat tað ger við okkum menniskju
og sambondini okkara millum,
altíð at skula royna at blíva betur,
enn vit frammanundan eru«
meiningar