hósdagur 16. juli 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
23
Kristnar gravir venda eystur og
vestur, meðan tær heidnu grevstirnir
venda í norðan og sunnan. Tó eru
undantøk, og ein kann ikki altíð
við hundrað prosent vissu siga, um
talan er um kristna ella heidna grøv,
tí líkini kunnu av ymiskum orsøkum
verða flutt.
Hvat fjalir jørðin?
Granskingin sigur sostatt, at lendið
fjalir ein virðismiklan part av bæði
okkara søgu og fornsøgu. Fornfrøð
iligar kanningar í Íslandi hava víst, at
víkingar løgdu lík í jørðina bæði tætt
við garðarnar, men eisini í útkant
inum av garðinum. Jørðina innan
fyri bøgarðarnar hava teir so nýtt til
at velta í. At jørðin er væl velt, er sum
nevnt ein avbjóðing fyri granskingina
hjá Ann Sølviu.
– Tað ger tað trupult hjá mær sum
fornfrøðingur at síggja, hvar møgu
ligir grevstrar eru. Tað er so, at vit í
Føroyum hava bygt oman yvir gomlu
víkingabúsetingarnar. Og vit vita ikki,
hvussu fólk hava borið seg at, tá tey
hava funnið ymiskt í jørðini. Hava tey
bara lagt oman yvir aftur ella kanska
beint burtur?
Ann Sølvia vísir á eina røðu, ið Louis
Zachariasen helt í 1955 í føroyskum
útvarpi í Keypmannahavn. Røðan
er síðani skrivað niður og er tí tøk
í dag. Louis Zachariasen greiðir frá
um ein grevstur, ið varð funnin í
Svínoy. Eyðkennið fyri grøvina var, at
høvdið vendi móti norði, men heldur
óvanligt fyri føroyskar grevstrar frá
víkingatíð var tað, at líkið var fjalt av
einum hvølvdum báti.
– Annað, ið eyðkennir fornar
grevstrar frá víkingartíð, er, at tey ofta
hava lutir við sær í grøvina. Tað kann
vera vápn ella smúkkur sum svørð og
brosjur. Tað kundi verið spennandi
at kanna hendan grevsturin í Svínoy
nærri, men har stendur eitt hoyggj
hús omaná grevstrinum, so her skal
søkjast um serligt loyvi fyri at gera
ein útgrevstur.
Køsturin kann avdúka nógv
Fyri framman bíðar sostatt eitt størri
arbeiði fyri Ann Sølviu, ið inniber
gjølligar eygleiðingar av føroyska
lendinum, og seinni skal hon standa
á odda fyri útgrevstrum. Ein ph.D-
verkætlan rúmar ikki øllum, og tí
hevur hon avmarkað seg til í hesum
umfarinum at leita eftir grevstrum í
norðuroyggjum.
– Tað havi eg valt, tí júst Norð
uroyggjar ikki eru so væl gransk
aðar í hesum sambandi. Mín fram
ferðarháttur inniber, at eg eygleiði
landslagið í bygdunum, tosi við fólk
á staðnum um møguligar lutir og
leivdir frá grevstrum og búsetingum,
sum eru funnin í jørðini gjøgnum
tíðina. Harafturat er ein partur av
arbeiðnum hjá mær at kanna skjøl í
skjalasavninum hjá Søvnum Lands
ins, har frágreiðingar eru niðurskriv
aðar um funnar lutir og leivdir, sum
gjøgnum árini eru funnir í jørðini júst
í hesum økinum.
Umframt sjálvt handverkið og út
grevsturin, sum liggur í fornfrøðini,
hevur Ann Sølvia eisini valt at taka
atlit til fólkalívsfrøðina og tær søgur
og sagnir, ið vit hava á føroyskum
um huldufólk, risar og aðrar verur,
ið hoyra fagurbókmentunum til. Her
eru tað serliga staðarnøvnini, ið eru
áhugaverd fyri hennara gransking.
– Søgur og sagnir kunnu geva
ábendingar um, hvat fyri tilknýti
fólk hava havt til ávís støð. Eg
kann nevna, at á áðurnevnda
grevstrarstaði á Svínoy stóð ein
steinur, sum sigst at vera íbygdur
og sum kallaðist Vættrasteinurin.
Vættrasteinurin er ætlandi lagdur
í hoyggjhúsveggin. Men hendan
samanberingin má eisini gerast við
størsta fyrivarni, tí at hetta merkir
ikki, at undir hvøjum vættrasteini
er ein grevstur. Tað er týdingarmikið
at taka øki sum eina heild og kanna
eftir øðrum fornleivdum á staðnum.
Staðarnøvn kunna hartil varpa ljós
á ymisk yrki t.d. innan fyri seyða-,
neyta- og grísa hald, og staðarnøvn
kunnu tískil brúkast sum ein partur
av at kanna fornfrøðiligar leivdir.
Harafturat undirstrikar hon
týdningin av at lurta eftir teimum
frágreiðingum, ið fólk á staðnum
kunnu fortelja um júst tey støðini,
hon skal granska.
– Eitt nú kunnu omanlop í
Fugloynni vera við til at siga mær
eitt sindur um, hvussu vit hava
innrættað okkum eftir nattúruni.
Hvønn týdning man tað hava havt
fyri búsetingar, býlingar og lívið í
bygdini ella á oynni. Eisini kann
tað vera hent fyri meg at vita,
hvar tey sokallaðu sosialu
rúmini í landslagnum eru.
Ein køstur kann til dømis
vera til stóra hjálp, tí tað
er nevniliga eitt stað, har
burturkast hevur hópað
seg upp, og tískil kann tað
siga nakað um, hvørjum fólk
millum annað hava livað av.
Fornfrøði í Føroyum
Tað finnast fastar mannagongdir, tá
tað kemur til funnar lutir, ið kunnu
bólkast sum fornfrøði í Føroyum.
Ein kann fara til verka við eini ítøki
ligari verkætlan sum Ann Sølvia ger
við síni ph.D-verkætlan, men vit hava
øll skyldu at boða frá, um vit finna
lutir í jørðini. Um tú til dømis finnur
lutir í samband við velting ella sum
byggiharri í samband við útgrevstur
til bæði smærri og størri byggiverk
ætlanir, hevur tú skyldu til at boða
Søvn Landsins frá. Síðani kemur ein
fornfrøðingur á staðið at kanna tað,
sum er funnið. Tí jarðføst fornminni
eru friðað við lóg.
Tað kann fyri mong tykjast óneyð
ugt og heldur gamaldags at liggja og
grava við eini skeið eftir fornaldar
grevstrum, men spyrt tú serfrøð
ingin, kann útgrevstur av hesum
slag siga okkum ómetaliga nógv av
týdningi fyri okkara søgu og okkara
arv. Umframt at hon vónar at finna
fleiri grevstrar, hevur Ann Sølvia eitt
ynski um at varpa ljós á fornfrøði og
søguligan arv í Føroyum, soleiðis at
vit fáa eina størri og felags fatan av
okkara mentanararvi.
– Tað er soleiðis, at okkum vantar
skrivligar keldur um ein stóran part
av søgu okkara, og júst í hesum
sambandi spælir fornfrøðin ein
ómetaliga týdningarmiklan leiklut.
Tí uttan fornfrøðina kunnu vit jú ikki
prógva nakað. Tá talan er um ein so
gamlan part av okkara søgu, verður
ein partur bert gitingar, um vit ikki
kunnu prógva tað við útgrevstri og
landslagskanningum. Jú meira vit
kunnu grava og avdúka, jú meira
kunnu vit siga um søgu okkara.
Ph.D-verkætlanin hjá Ann
Sølviu telist millum sjáldsomu
verkætlanirnar í Føroyum. Tað er
bert ein onnur Ph.D-verkætlan innan
føroyska fornfrøði skrivað í Føroyum
áður. Hana skrivaði Ditlev Mahler í
2007 undir heitinum Sæteren ved
Argisbrekka í 2007.
FAKTA:
Granskari: Ann Sølvia Lydersen Jacobsen
Evni: Grevstrar og landslag í Føroyum í víkingaøld
Stuðul: 1.122.903 kr frá Granskingarráðnum
Verkætlanin verður skrivað á universitetinum í Aberdeen og verður
gjørd í samstarv við Søvn Landsins. Skal væntandi vera liðug í 2018
Vegleiðari á ph.d verkætlanini: Karen Milek frá universitetinum í
Aberdeen og Símun V. Arge á Søvn Landsins
Samband: a.s.jacobsen@abdn.ac.uk
Hvørjum granskar tú í?
Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku
heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri
allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug!
Higartil kenna vit
ikki aðrar grevstrarsiðir,
enn at fólk í víkingatíð eru
blivin gravløgd. Tað hendir
aðrastaðni í víkingatíð, at fólk
eru vorðin kremerað, men
enn eru ongi prógv fyri tí í
Føroyum.
Orðafrágreiðing Grevstur: staður, har tey deyðu verða jarðað, kirkjugarður ella legstaður.
Fornir grevstrar eru gravstaðir frá víkingatíð, sum íslendingar nevna kuml. Ein útgrevstur
er millum annað at grava út fornlutir, leivdir og fornir grevstrar á einum ávísum staði.
Myndir: Álvur Haraldsen