hósdagur 16. juli 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
22
Fornfrøði
Við skeið út
at leita eftir
beinagrindum
Útgjørd við skeið fer hon til verka fyri at vita, um okkara
jørð kann avdúka fleiri fornar grevstrar enn teir, vit vita um
á Sandi og í Tjørnuvík, har leivdir av menniskjabeinum eru
funnin. Okkum mangla skrivligar keldur, ið kunnu siga okkum
frá um fornar gravsiðir í Føroyum, og tí hevur Ann Sølvia
Lydersen Jacobsen sett sær fyri at kanna evnið nærri. Eitt
nú við at kanna landsløg, grevstar, búsetingar og køstar
Eilen Anthoniussen
G
revstrar frá víkingatíð
teljast millum tær sjáld
somu fornleivdir, sum eru
at finna í Føroyum, hóast
nógvar spennandi rannsóknir hava
vera gjørdar um víkingatíð bæði av
búsetingum og summarbúsetingum.
Hví man so vera? Í løtuni er 33-ára
gamla Ann Sølvia Lydersen Jacobsen
í ferð við at gera forkanningar til
sína ph.D-verkætlan um evnið. Hon
letur í síni gransking upp fyri møgu
leikanum, at grevstrar frá víkingatíð,
ið vit higartil kenna til úr Tjørnuvík
og á Sandi, kanska ikki siga alla
søguna um okkara søgu.
– Eg havi samanborið fornar
grevstrar í Føroyum við teir í Íslandi,
og tað vísir seg at vera stórur mun
ur á talinum av beinagrindum í
hvørjum grevstrarøki. Meðan vit í
Føroyum hava funnið tvey støð við
leivdum av beinagrindum, ávikavist
12 í Tjørnuvík og 11 á Sandi, hava út
grevstrar í Íslandi avdúkað á leið 360
heidnar grevstrar býtt yvir 160 støð.
Og tað fekk meg at hugsa, hví vit ikki
finna fleiri grevstrar her í Føroyum,
greiðir Ann Sølvia frá.
Higartil kenna vit ikki aðrar
grevstrarsiðir, enn at fólk í víkingatíð
eru blivin gravløgd. Tað hendir aðra
staðni í víkingatíð, at fólk eru vorðin
kremerað, men enn eru ongi prógv
fyri tí í Føroyum. Fyri hana er tað
mest sannlíkt, at líkini eru løgd í jørð
ina, men at tað er týdningarmikið at
vera opin fyri øðrum møguleikum.
Tí hevur hon leitað sær íblástur úr
Íslandi, har umfatandi kanningar av
víkingagrevstrum fyriliggja.
– Í Íslandi hava fornfrøðingar
kannað víkingagrevstrar gjølla,
og tað vísir seg, at flestu grevstrar
liggja við bústaðir á garðinum, har
fólk hava búleikast, eitt nú í bønum
tætt millum tveir garðar og tætt við
bygdagøtur. Hesi grevstarviðurskifti
eru ikki staðfest í Føroyum, og fyri at
avdúka hetta er neyðugt at gera nógv
fleiri fornfrøðiligar kanningar, og tað
er millum annað tað, sum eg royni at
seta sjøtul á í hesi verkætlan.
Hetta er ein stór avbjóðing fyri
ein fornfrøðing, men tað ger eisini
uppgávuna meira spennandi, heldur
Ann Sølvia. Í Føroyum hava vit somu
leiðis havt garðar, sum síðani eru
vorðnir býlingar og at enda bygdir. Vit
hava bygt oman á gomlu búsetingar
nar, og jørðin er væl velt gjøgnum
tíðina, og tí er ofta torført at síggja
leivdir í landslagnum frá grevstrum
og búsetingum. Men kortini er hon
sannførd um, at lendisviðurskiftini
í Føroyum so avgjørt eru verd at
kanna.
Lendið endavendast
Ann Sølvia varð útbúgvin fornfrøð
ingur á universitetinum í Keyp
mannahavn í 2013. Í samband við
serritgerð sína gjørdi hon tað grund
leggjandi arbeiðið, ið liggur til grund
fyri hennara ph.D-verkætlan. Hon
fekk stuðul til eina kanningarferð
til Føroyar, Hetland og Orkney-
oyggjarnar fyri at kanna landslagið
í samband við búsetingar, summar
búsetingar og víkinga-heimsfatan.
Eftir fyrstu kanningarnar stóð tað
henni greitt, at tað ikki eru nógvir
grevstrar funnir í Føroyum, Hetlandi
og Orkneyoyggjunum í mun til í
Íslandi. Í Íslandi var hópin av vitan at
heinta, ið hon kundi nýta í samband
við sína gransking.
– Hóast eg ikki kann ganga út frá,
at víkingar í Føroyum og Íslandi hava
livað júst á sama hátt, eru ymiskir
framferðarhættir sum gransking í
Íslandi er komin til, ið eg kann nýta
sum íblástur. Til dømis kann eg nýta
teir frymlar, ið granskarar í Íslandi
eru komnir fram til í sambandi við
at kanna føroyska lendið.
Teir frymlar, ið Ann Sølvia vísir til,
hava við sjálvt lendið at gera. Fyrst
og fremst hava fornfrøðingar í Íslandi
hugt eftir, hvar gomlu garðarnir hava
ligið, síðani gjørt metingar um, hvar
grevstrar kunna vera og eftirfylgjandi
hava teir gjørt útgrevstrar. Soleiðis
kunnu granskarar staðfesta, at fornu
grevstrarstaðirnir kunnu vera fjøl
broyttari, enn vit higartil hava hildið.
Onkuntíð eru grevstrarnir at finna á
heyggjum og onkuntíð á heilt flatum
lendi. Eisini kann tað vera trupult at
siga, um talan er um fornar grevstrar
ella kristnar gravir.
– Sum útgangsstøði skilir man í
millum kristnar og heidnar gravir.
Ann Sølvia Lydersen Jacobsen
Eyðkenni fyri
fornar grevstrar frá
víkingartíð er, at tey
ofta hava lutir við sær í
grøvina. Tað kann vera
vápn ella smúkkur sum
svørð og brosjur.
Sum útgangs
støði skilir
man í millum
kristnar og
heidnar gravir.
Kristnar gravir
venda eystur og
vestur, meðan
tær heidnu
grevstirnir venda
í norðan og
sunnan«