hósdagur 16. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
21
tónleikur, men eisini ein lívsstílur,
tilætlað ella ikki. Gjøgnum tíðina
hava vit sæð dømir um, hvussu
tónleikafestivalar eru blivnir ein
lívsstílur fyri mong, ið liva sítt vanliga,
borgarliga lív í 362 dagar um árið,
men so í tríggjar dagar eru nakað
heilt annað, enn tey eru í vanliga
dagligdegnum. Eisini her eru bæði
G! og Summarfestivalurin góð dømi
um júst hetta. Her verður skapt eitt
serligt upplivilsi fyri tann einstaka, ið
tey sjálvi eru við til at skapa.
Og so er tað veðrið, sjálvandi.
Ætlaði ikki at koma inn á veðrið,
men jú, nú geri eg tað alíkavæl, tí
veðrið hevur alt at siga fyri okkum
her í Føroyum, og hvussu upplivilsi
av einum tónleikafestivali verður.
Veðrið er, um vit vilja tað ella ei,
avgerandi fyri, hvat fyri slag av
festivali, tann einstaki fær ella er við
til at skapa sær.
Tí hóast heimstjørnur til tíðir
ikki fáa lent í Føroyum, tí veðrið ikki
loyvir tí, so vita vit hetta vikuskiftið,
at G! lendur altíð
Seinastu vikurnar hava vit sæð eitt
videobrot á youtube og eisini á sosialu
miðlunum, ið kemur við einum boðið
uppá, hvussu G! kann upplivast fyri
tey ymisku í videobrotinum, hóast
tað kanska kann blíva eitt sindur
útfordrandi fyri onkran, at yvirhøvur
skilja videobrotið ella boðskapin
aftanfyri.
– Heimurin er enn eitt merkiligt
stað, hóast mína stremban eftir at
fáa skil á og finna meining í øllum.
- Hunter S. Thompson.
Hetta stendur at lesa á undir
hesum videobrotinum frá youtube,
har tað er felagsskapurin, ið vit verða
presenteraði fyri, men eg veit ikki.
Gamalt var, at tann einstaki gjørdi
sær sítt egna G! og fekk tað burturúr,
ið tann einstaki sjálvur hevur sett sær
fyri.
Hinvegin, so er eitt vikuskiftið
sum G! kanska bara eitt vikuskiftið
sum flestøll hini vikuskiftini fyri
summi. Hjá teimum er tað kanska
ikki tónleikurin, ið er í hásæti. Her
er tað heldur sjálvt ballið, sum er tað
týdningarmiklasta. Tað er so upp til
tann einstaka at avgera sjálvur.
Summi hava tað kanska heldur
eins og hálvi toftamaðurin, ið til sítt
polterabend varð íklæddur kjóla
og nógv damuprýði, umframt at
verða sminkaður til við kvinnuligari
krígsmáling. Eftir at menn høvdu
fingið nakrar ølir niðurum, varð
hesin hálvi toftamaðurin spurdur,
hvussu tað nú kendist at ganga í
damuklæðum í almenna rúminum.
Hálvi toftamaðurin fekk sær ein tár
av ølini og kom við hesum aftursvari.
– Eg eri á veg inn í kenningina, so
nú skíti á tað!
»Tá nógv ymisk fólk verða
blandað saman, so fáa vit nógv
ymisk sjónarmið viðvíkjandi
tónleikinum. Hvør einstakur
hevur sín egna yndisbólk og
hava kanska eisini ein tanka um,
hvussu tey vilja uppliva og njóta
tónleikafestivalin.«
myndir: sigmar mørkøre