hósdagur 16. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
20
afturum tónleikin
Fólk við ymiskum bakrgundum, sum fara á festival, skapa eitt minisamfelag
Sigurjón Einarsson
S
ummarið er her, ella tað
sigur kalendarin. Tími ikki
at koma inn á veðrið. Tað
kunnu øll hini skræða seg
um.
Tað týdningarmiklasta er (fyri
summi) at G! er her! Hetta er tíðin, tá
tær snøggu troyggjurnar, í alskyns
litum og við við ymiskum mynstrum,
verða luftaðar til ársins G! festival.
Onkur helt einaferð fyri, at allar tær
ymisku troyggjurnar á G! vóru eins og
við føroysku klæðunum á Ólavssøku
– mann er íklæddur hesum einaferð
um árið. So um tú veruliga fert á
festival at lurta eftir tónleiki ella bert
verður drigin við at tínum vinfólki,
tí tað nokk einki annað er á skránni
enn G!, so veitst tú nokk alíkavæl, at
tað gott kann verða eitt eitt sindur
serstakt stað at ferðast í.
Tónleikur og kenslur
Tónleikur hevur altíð havt stóra
ávirkan á okkum. Vit uppfata tónleik
ymiskt, men okkum dámar altíð ein
ella annan sang ella tónleikastíl, ið
rørir okkara hjartastreingir og ríkar
løtuna. Men hví hevur tónleikur so
stóra ávirkan á okkum menniskju?
Tað lysti mær at vita.
Eitt svar kundi verið, at tónleikur er
tætt knýttur at gleði. Tónleikur hevur
so stóra ávirkan á okkara kenslur, at
bert við at hoyra ein sang, kann vera
nokk til at ávirka títt sinnalag á ein
ella annan hátt. Tað liggur eitt stórt
sálarligt aspekt aftanfyri tónleikin, og
hvussu tónleikur ávirkar kenslurnar
hjá fólki, og hetta kemur serliga
til kennar til tónleikafestivalar.
Tú hevur tínar vinir og kenningar
rundan um teg og eisini fremmand
fólk, ið hava sama kærleika fyri
tónleiki sum tú. Felagsskapurin,
og tað, at fólk samlast, er við til at
skapa eitt samband millum fólk,
og hetta felagssambandið millum
fólk er viðvirkandi til, at vit gerast í
góðum lag. Og tað er tað gandakenda
við festivalum. Teir hava tann
møguleikan at gera júst hetta, tá ið
tað jú handlar um tónleik.
Hetta tætta sambandið millum
tónleik og kenslur kenna vit nokk
øll til. Kenslur kunnu verða sterkar,
yvirraskandi, góðar, keðiligar ella
pínufullar. Hvussu er og ikki, so
kenna vit øll, ið lurta eftir tónleiki,
at kenslurnar vakna í okkum á ein
ella annan hátt. Hetta kann gerast
gjøgnum sjálvan sangin, tekstin
ella upptraðkanina á palli. Og aftur
her eru tað tónleikafestivalar, ið
samantvinna tey bæði tingini, ið
kann økja um gleðina hjá tí einstaka:
Tónleikur og fólk.
At samskifta við onnur fólk um
t.d. ein bólk, ið tær dámar, er við til
at skapa eitt sterkt samband millum
teg, hini, ið halda tað sama sum tú og
so tey, ið framføra á pallinum.
Tónleikafestivalar
sum mentanarrúm
Ein
tónleikafestivalur
hevur
uppá ein ella annan máta sítt
egna mentanarrúm. Her er ein
smeltipottur av mentanum, ið
kunnu verða viðvirkandi til at skapa
sína egnu mentan. Tað kann tó
verða trupult at greiða frá, hvat eitt
mentanarrúm er. Tað kann merkja so
nógv; eitt nú tað fysiska rúmið, ið tú
ert í, sum t.d. heima í húsinum ella
íbúðini, eins og tað ikki-fysiska rúmið
sum eitt nú við sosialu miðlunum.
Mentanarrúmið er gott og væl
blandað við ymiskum sosialum
bólkum og hava nógvar ymiskar
mentanarligar bakgrundir, tilætlað
ella ei, ið eru við til at skapa nýggj
mentanarrúm. Og tá ið tú skilir
umstøðurnar við einum tónleika
festivali, finnur tú kanska útav, at her
eru nakrar rutinur og ritualir, ið ger
ein tónleikafestival so serligan og
einstakan. Tí hóast tað tónleikasliga
kann spenna seg víða á teimum
ymisku tónleikafestivalunum, so
deila tær sama tanka um felagsskap
og finna sína fasta legu við tíðini,
soleiðis sum teir ymisku festivalarnir
finna sítt egið stev við árunum. Í dag
vita vit nokkso væl, hvat t.d. G! ella
Summarfestivalurin stendur fyri.
Konseptið er eftirhondini kent av
sínum brúkarum.
Tónleikafestivalar blíva
eitt minisamfelag
Tá so fleiri fólk fara á tónleika
festival, við so nógvum ymiskum
bakgrundum, kann hetta virka
sum um, at her verður skapt eitt
minisamfelag. Í tríggjar dagar eru
fólk saman á einum stað, ið fær sítt
egna lív. Tá nógv ymisk fólk verða
blandað saman, so fáa vit nógv ymisk
sjónarmið viðvíkjandi tónleikinum.
Hvør einstakur hevur sín egna
yndisbólk og hava kanska eisini ein
tanka um, hvussu tey vilja uppliva og
njóta tónleikafestivalin.
Fyri summi er tónleikur ikki bert
Smelti
pottur av
mentanum
Tíðargrein um festivalar
»Tað liggur eitt stórt sálarligt aspekt aftanfyri tónleikin,
og hvussu tónleikur ávirkar kenslurnar hjá fólki ...«