hósdagur 16. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
19
var stuttligt, at man kundi vinna so
nógv, greiðir hann frá, meðan hann
situr við stovuvindeygað og minnist
aftur á farnar dagar. Í dag ger hann
ikki nógv við kappingar í teim ymsu
miðlunum. Nýggja tøknin hevur
broytt alt, so í dag skalt tú ofta bara
senda eitt sms inn á eina teldu fyri
at luttaka í teim ymsu kapping-
inum.
– Tað er slett ikki líka stuttligt, sum
tá fólk ringdu inn og skuldu kappast
við egnari vitan uttan at brúka google
ella aðrar leitifunkur. Tíðin er kanska
bara farin frá telefonkappingunum,
har tú skalt hava tína vitan í høvd
inum, sigur Kristian og viðgongur
samstundis, at hann saknar tær
gomlu spurnarkappingarnar.
Ótolandi pína
Sum 24 ára gamal varð Kristian fyri
tíðarpensioneraður. Hann hevði havt
pínu í rygginum í fleiri ár, men eingin
uttan tey nærmastu vildi ordiliga
trúgva honum. Kristian var fleiri
ferðir hjá lækna og var sendur til eina
kanning fyri og aðra eftir, men boð
ini vóru tey somu hvørja ferð. Einki
var galið og eini læknin var enntá so
djarvur at siga við hann, at einasti
trupulleikin var, at Kristian var dovin.
Hann skuldi bara taka seg saman og
fara til arbeiðis; so skuldi alt nokk
loysa seg.
– Tann dagin var eg keddur. Ikki
bara vanliga keddur, men eg kendi
meg heilt vónleysan um nakrantíð
at fáa nakað svar upp á hesa ræðu
ligu pínuna, sum var í ferð við at oyði
leggja mær lívið, greiðir Kristian frá,
meðan hann festir sær í eina sigarett.
Mamman og pápin royndu at troysta
hann og siga honum, at onkur loysn
fór at vísa seg. Men Kristian vildi ikki
lurta og legði seg í seingina. Her lá
hann til langt út á náttina, tá øll hini í
húsinum vóru farin í song. Spakuliga
gekk hann oman í køkin, tók ein knív
fram og legði hann í hondina á sær
sjálvum. Myrku tankarnir slóu múr
rundan um kroppin og lívsgleðin
var fánað burtur í eitt svart og einki
sigandi hol.
– Eg orkaði ikki hesa pínuna
meira. Orkaði ikki tankan um at skula
liva eitt langt lív við hesi pínuni, sum
gjørdi hvønn dag til ein helviti. Hesa
lítlu løtuna vildi eg ikki lívið meira,
fortelur hann spakuliga, meðan royk
urin frá sigarettini trokar seg út um
vindeygarammuna. Tíbetur legði
hann knívin frá sær aftur.
– Eg veit ikki ordiliga, hvat hendi
hasa løtuna. Men eg eri glaður fyri,
at eg legði knívin aftur á borðið, sigur
hann. Eftir hendingina fer Kristian
til ein annan lækna í Klaksvík, sum
beinanvegin sær, at okkurt er heilt
galið. Kristian verður sendur til
Ríkissjúkrahúsið og skjótt verður
staðfest, at ein geisli í rygginum
er leysur. Kristian verður í skundi
lagdur á skurðborðið, men tíverri mis
eydnast skurðviðgerðin og Kristian
verður seingjarbundin í sjey langar
mánaðir. Í árunum aftaná fylgja tvær
skurðviðgerðir afturat, men hesar
báðar miseydnast eisini.
– Í dag havi eg lært meg at liva við
pínuni og havi góðtikið, at tað verður
ikki øðrvísi. Eg veit, hvat er galið og
dugi eisini betur at sleppa mær
undan teim støðunum, har pínan
verður heilt ótolandi, greiðir hann
frá og leggur dent á, at hetta hevur
tikið honum langa tíð.
Ein stuttlig býarmynd
Saman við staðfestingini av, at
einki broytist viðvíkjandi pínuni,
tekur Kristian eisini eina aðra av
gerð. Hann skal ongantíð keða seg.
Heldur ikki, um hann verður fyri
tíðarpensioneraður og ongantíð
skal arbeiða aftur. Og spyrt tú hann
sjálvan, so hevur hetta eydnast til
fulnar.
Seinastu átta árini hevur hann
hvørt fríggjakvøld skipað fyri
pubquiz í Roykstovuni í Klaksvík.
Føroya størsta pubquiz, kallar hann
tað sjálvur, tí umførini eru nógv
fleiri enn í eini vanligari pubquiz.
Tað hevur stóran týdning, at støðið
á hvørjari pubquiz er høgt, so hvørja
viku brúkar Kristian fleiri tímar til
at finna akkurát teir røttu spurning
arnar.
– Ein góður spurningur er tann,
har tú ikki veitst svarið beinanvegin.
Men tá tú so hoyrir onkran annan
siga svarið, so sigur tú »Áh ja! Har var
tað!«. Tað eru slíkir spurningar, sum
eg vil finna fram til, sigur hann.
Og fríggjakvøldini í Roykstovuni
eru eisini væl vitjaði. Fólk frá øllum
landinum leita sær til Klaksvík, tá
pubquiz er á skránni og Kristian fær
eisini javnan fyrispurningar frá fólki
um at gera quizzir til serstøk høvi.
Tað tímur hann væl, sigur hann. Ikki
minst, tá fólk vilja hava spurnar
kappingar um okkurt ávíst evni.
– Eg havi fingið nógvar løgnar
fyrispurningar. Ikki minst frá bindi
klubbum um alt landið, smílist hann
heldur loyndarfult.
Og spurningarnir verða allir
goymdir, tí Kristian hevur ein dreym.
Ein dreym, sum skal gerast veruleiki
um ikki alt ov nógv ár.
– Einaferð geri eg eitt føroyskt
Trivial Persuit. Tí um nakar skal gera
eitt sovorið, so skal tað verða eg!, sigur
hann avgjørdur.
Tá hann ikki situr heima og leitar
eftir spurningum, so ger hann okkurt
annað. Um tað so er gongutúrar, kafé-
vitjanir, at røkja facebook-bólkar fyri
støk í Føroyum ella bara hugni saman
við børnunum, so er altíð okkurt á
skránni. Hann flennir, tá eg spyrji
hann, um hann eftirhondini er vorðin
ein býarmynd í Klaksvík.
– Tað mást tú spyrja onkran
annan um. Onkur hevur spurt um tað
sama, men eg havi onga viðmerking
til akkurát hatta. Ikki annað enn, at
skal eg verða ein býarmynd, so vil eg
í hvussu so er verða ein stuttlig ein,
sigur hann at enda, áðrenn eg seti
kaffikoppin frá mær og smoyggi mær
út aftur í kalda summarlotið.
»Ein góður spurningur er tann,
har tú ikki veitst svarið beinanvegin.
Men tá tú so hoyrir onkran annan
siga svarið, so sigur tú ‘Áh ja!
Har var tað!’«
– Í dag havi eg lært meg at liva við pínuni og havi góðtikið,
at tað verður ikki øðrvísi. Eg veit, hvat er galið og dugi
eisini betur at sleppa mær undan teim støðunum, har
pínan verður heilt ótolandi, sigur Kristian Joensen
Myndir: sigmar mørkøre