Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 18 Einaferð geri eg eitt føroyskt Trivial Persuit Summi kallaðu hann tann føroyska Sidney Lee. Hann var kendur um alt landið og øll høvdu hoyrt røddina hjá honum fleiri ferðir. Men hann var kendur fyri einki. Einki sum helst. Onkur hevði kanska hug at flenna eitt sindur eftir honum, men hann var líka­ glaður. Teir fleiri hundraðtals vinningarnir talaðu fyri seg Ragnhild Ellingsgaard H ann gavst at telja, tá hann hevði vunnið fleiri enn 300 fløgur. Har­afturat komu allar uttan­landa­ ferðirnar, gávubrøvini, at­gongu­ merkini og alt hitt. Men tað kom nú heldur ikki av ongum, tí ikki ein kapping fór framvið hjá unga klaks­ víkinginum við eyðkendu røddini. »Halló! Hetta er Kristian Joensen í Klaksvík«, ljóðaði tað ferð eftir ferð, tá vertirnir í teim ymsu útvarps­send­ ing­unum tóku hornið. Sum oftast var hann fyrsti lurtarin, sum ringdi inn og sum oftast var tað eisini hann, sum fór avstað við vinninginum. Pannukøkukvøld hjá mammuni Alt byrjaði við útvarpssendingini Magnussen & Magnussen og seinni Náttarravnunum. Her lótu vertirnir upp fyri spurnarkappingum, har lut­ tak­ararnir umvegis telefon skuldu svara spurningum og Kristian var skjótur at ringja inn. Hann vann beinan­vegin og so var leiðin líkasum løgd. Hvørt vikuskifti bakaði mamma hans­ara pannukøkur og so savnaðust vinmennirnir heima hjá Kristiani, meðan teir sótu sum á nálum og bíð­aðu eftir, at kappingarnar vóru skotnar í gongd. Hvørja ferð var tað Kristian, sum ringdi inn og nærum hvørja ferð var tað eisini Kristian, sum vann. Gamaní, so hjálptu vin­ menn­irnir við vitan, tá endaliga svarið skuldi gevast. Men tað var altíð Kristian, sum ringdi. – Teir fingu pannukøkur frá mammu og eg fekk vinningin. Tað var ein góð skipan!, flennir Kristian hetta kvøldið, tá eg vitji hann í hugna­ liga húsinum, har omma hans­ara einaferð búði. Heitt kaffi er í kann­ uni og Kristian hevur lagt nakrar keksapakkar á borðið. Hann er hugna­ligur sum fáur, hóast lívs­leiðin ikki altíð hevur verið tann lættasta. Í dag er hann 40 ára gamal og fyri­tíðar­ pensioneraður. Men hetta vistu ikki tey mongu, sum leygarkvøld aftaná leygarkvøld sótu framman út­varps­ lurtinum og gittu saman við klaks­ vík­inginum, sum altíð vann. Og tað gjørdi hann í mong ár. So oftani var røddin at hoyra í útvarpinum, at fólk alla­staðni í Føroyum kendu hann aftur, tá tey hittu hann. Tann føroyski Sidney Lee Hóast tey flestu hildu, at tað var stuttligt hjá Kristiani at vinna so ofta, so vóru tað eisini fleiri, sum høvdu hug at flenna eitt sindur eftir honum. Hann arbeiddi ikki og upplivdi ofta, at fólk hildu hann vera ein dovnan ung­linga, sum bara sat framman fyri útvarps­lurtinum. – Eg hoyrdi, at onkur kallaði meg tann føroyski Sidney Lee, tí eg var jú kendur um alt landið fyri einki. Men tey flestu vóru positiv og hildu, at tað Eg hoyrdi, at onkur kallaði meg tann før­ oyski Sidney Lee, tí eg var jú kendur um alt land­ið fyri einki. Men tey flestu vóru positiv og hildu, at tað var stutt­ligt, at man kundi vinna so nógv« Kristian Joensen Klaksvíkingurin Sum 24 ára gamal varð Kristian Joensen fyritíðar­ pensioneraður vegna ryggtrupulleikar