hósdagur 16. juli 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
17
Tá ein nýggj samgonga tekur við eftir komandi løgtingsval, verður hon sostatt tann fyrsta samgongan, sum skal
til arbeiðis undir nýggja lønarlagnum, sum løgtingið samtykti í hesum valskeiðnum. Her fært tú eitt
yvirlit yvir hvørjar broytingar verða framdar, og hvussu tað ávirkar landskassan.
Eftirlønar
skipanin
fer at spara
landinum
pengar
Nýggja eftirlønarskipanin hjá
landsstýrisfólkum fer at spara
landinum nógvar pengar
Eftir galdandi lóg um samsýningar
til løgmann og landsstýrismenn, so
skulu fólk bert røkja starvið í átta
ár, so fáa tey fulla pensjón frá tí tey
fylla 67 ár og restina av lívinum.
Hetta er ein skipan, sum bæði
bólkurin, sum gjørdi uppskotið til
nýggju skipanina, og løgmaður,
sum legði tað fram, halda vera eina
ov dýra.
Eftir nýggju lógini verður tað
soleiðis, at løgmaður og lands
stýrisfólk fáa 15 prosent í eftirløn
meðan tey røkja síni størv.
Tað eiansta, sum skal tryggjast
er, at peningurin fer inn á eina
góðkenda eftirlønarkonto.
Tað vil siga, at verður ein lands
stýrismaður, so fer eftirlønargjaldið
í eina skipan, sum viðkomandi
hevur frammanundan.
Í fyrstuni verður henda skipanin
dýrari fyri landskassan, tí nógv
landsstýrisfólk hava arbeitt undir
gomlu skipanini og tann vegin
vunnið sær rætt til eftirløn.
Eftir nýggju skipanini verður
tað eisini soleiðis, at tað ber ikki til
bæði at fáa fulla eftirløn,
samstundis sum ein hevur
forvunnið sær ein part av eftirlønini
eftir gomlu skipanini.
Ein hugsað støða, helt løgmaður,
kann verða:
Ein gerst landsstýrismaður í fýra
ár og fær 15 prosent í eftirløn.
Síðan er hann í tinginum í 16 ár
og vinnur sær fullan eftirlønarrætt.
Ein annar er fyrst í Løgtinginum
í 16 ár. Fer hann tá í landsstýrið, fær
hann 0 prosent. Kann tykjast
órímiligt, men tað ber neyvan til at
fara
eftir
pengum,
sum
landsstýrismaður hevur fingið í sína
egnu eftirlønarskipan.
Uppskotið kann ikki leggja upp
fyri øllum møguligum slíkum
støðum, og tá verður tað ei heldur
til at hava við at gera fyrisitingarligt.
Við hesum uppskoti verða nakrar
órímiligheitir tiknar burturúr.
Verður lógin um eftirløn til
løgtingslimir eisini broytt, fer at
bera til at fáa enn fleiri órímiligheitir
burtur.
Við nýggja uppskotinum, hildið
saman við nýggju pensjónslógini,
eru landsstýrisfólk og løgmenn
meira á jøvnum føti við vanligu
borgararnar.
Eftirlønin er góð, men ikki so
órímilig, sum hon hevur verið
higartil.
Tað er eitt nývalt landsstýri, sum
skal syrgja fyri, at lógin fer at virka
og skal gera tær neyðugu
kunngerðirnar, sum skulu til.
Løgmaður og landsstýrisfólk hava í nógv ár fingið
eina skattafría upphædd at ráða yvir, nevnd borðfæ
umframt bústaðar- og kostnaðarendurgjald
Løgmaður fekk í fjør slakar 90.000
skattafríar krónur oman á lønina.
Hendan upphæddin verður
nevnd borðfæ, men ongastaðni
stendur greitt hvat hon skal brúkast
til og onki eftirlit er heldur, hvat
peningurin er brúktur til.
Tí ber heldur ikki til at leita í
hagtølum fyri at finna fram til, hvat
borðfæið er farið til.
Lnadsstýrisfólkini fáa eisini eina
eyka upphædd til borðfæ, sum eisini
er skattafrí.
Hvørt landsstýrisfólk fær slakar
30.000 krónur um árið í borðfæ.
Tann bólkurin, sum gjørdi
uppskotið til nýggja lønarskipan,
helt, at rættast er, at hetta verður ein
partur av lønini.
Borðfæ, sum viðhvørt er brúkt til
umboðan, fellur burtur og so verður
verulig umboðan goldin yvir
raksturin hjá aðalráðunum.
Kostnaðarendurgjøld
Løggmaður og landsstýrisfólk,
sum ikki búgva í Tórshavn, fáa eitt
endurgjald, sum nú er.
Endurgjald verður latið fyri
bústað. Landsstýrisfólkini kunnu
fáa frían bústað, men tað ber eisini
til at fáa eina upphædd til enda
málið.
Eisini hendan upphæddin er
skattafrí. Sjálvt endurgjaldið fyri
bústað er knýtt at hvaðani úr
landinum fólkini koma.
Hetta endurgjaldið er rímuliga
stórt.
Kemur landsstýrisfólki úr
Norðoyggjum ella Suðuroy, so verða
lætnar
165.00o
krónur
í
kostnaðarendurgjaldi.
Býr landsstýrisfólkið í Eysturoy,
so verða 100.000 krónur lætnar og
koma tey úr Norðstreymoy, so er
endurgjaldið slakar 80.000 krónur
umárið.
Er talan um landsstýrisfólk úr
Vágum ella úr Sandoynni, so er
endurgjaldið góðar 140.000 krónur
um árið.
Velur eitt landsstýrisfólk at fáa
frían bústað í Havn, so fylgja 17.000
krónur um árið í endurgjaldi við.
Í nýggja uppskotinum verður
hetta tikið burtur. Landsstýrisfólk
fáa koyripengar, men tey fáa ikki
nakað endurgjald fyri at búgva í
Havn.
Kortini er ein lítil møguleiki.
Dømi er, at kemur landsstýrisfólk av
útoyggja, so kann løgmaður geva
undantak og lata bústað í Havn.
Afturat
hesum
so
fáa
landsstýrisfólk kilometurpengar
fyri at koyra frá bústaði til arbeiðis.
Grundsjónarmiðið er, at tað skal
ikki kosta landsstýrisfólkunum
eyka, at tey búgva uttanfyri
høvuðsstaðin.
Samanumtikið ger kostnaðirnir,
sum eru nevndir omanfyri, tað, at
landið sparir pening, men eisini at
skipan gevur meira gjøgnumskygni.
Landsstýrisfólk gjalda á hendan
hátt skatt av øllum inntøkum, eins
og aðrir borgarar.
Borðfæið fer undir
vanliga raksturin
landsstýrið