hósdagur 16. juli 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
26
Óli Jacobsen
Varð eisini
við í B36
Øssur hevur verið virkin á mongum økjum. Í seinasta parti varð fimleikurin
og tónleikurin umrøddur. Men hann var eisini við í fótbólti
Øssur Debes 8. partur
H
eima vóru ikki longur umstøður at
hava neyt og onnur kríatúr. Tá var
Jónas Broncksgøta gjørd, so ikki
bar til at hava mykina liggjandi
uttanfyri. Í 1953 var fjósið bygt á trøðni, ætlan
in var at flyta kúnna út har. Pápi fekk eitt
langfreistað lán úr búnaðargrunninum uppá
3.000 kr., sum skuldi gjaldast aftur yvir 30 ár.
Kúgvin kom ongantíð yvir har at standa, hon
var avtikin.
Vilmund Poulsen stoypti grundina upp,
yvirtromina, vindeygu og hurð gjørdi eg. Fjósið
var so brúkt til at hava seyðin í. Árini undan
hevði eg seyðin í hoyggjhúsinum.
Tá ið seyður hevði týdning í Havn
Pápi, ið var fjallmaður í Hoyvík, hevði í nógv
ár eitt veðurlamb. Hann hevði tað standandi
á bási í fjósinum um vetrarnar, frælsið fyri tí
fekk hann í Sundshaganum. Tá ið heystfjalli
var gingið, vóru vit systkin von at fara til Hoy
víkar. Vit vóru inni hjá Petur í Hoyvík, kona
hansara Inga var ógvuliga blíð. Vit fingu at eta
og spældu við synirnar Sigmund og Magnus.
Tá ið gongan var komin í rætt, fóru vit niðan
at hyggja. Tá liðugt var á rættini, fóru pápi,
Petur og fleiri inn á Sund eftir veðrinum.
Vit systkin skuldu ganga aftur til Havnar. Eg
bleiv við at júka at sleppa við, “kom so”, segði
pápi. Veðrarnir lógu í Sundslíð ímillum Sund
og Kaldbaksbotn. Eg var í bóndahúsinum og
spældi við sonin, ið var javngamal við meg, til
komið var aftur við veðrinum. So gingu pápi
og eg við veðrinum aftur til Havnar tvørtur
um Vatnaskarð oman á Sundsbrúnna, so eftir
Sundsvegnum heim. Niels fór til gongu heim
við Gunnvør og Oddvør, ein minniligur túrur.
Mamma og pápi fingu eina ær í silvurbrúð
argávu frá Petur í Hoyvík og Mourits Mohr
bónda. Hana slapp eg at seta við. Tá fór eg
sum 19 ára gamal at fáast við seyð. Ærin lembdi
tvey gimburlomb og doyði fýra dagar seinri.
Eg bar hana yvir á trøðna og gróv hana niður.
Lombini setti eg við, eg hevði tey heima, har
tey gingu leys. Mamma gav teimum mjólk úr
fløsku. Tá hon stóð í úthurðini og rópti á tey,
runnu tey upp trappurnar inn í køkin og upp
á køksborðið. Eg setti bæði við, frælsið fekk eg
í Vatnsdali, oman fyri Stígar, frá bóndanum
Johan í Norðradali. Árið eftir fekk eg annað
lambið, slagið undan hesi ær hevði eg í nógv ár.
Arbeiðslívið
Í 6. parti greiddi Øssur frá, tá ið hann var í læru
hjá Hartvig Hansen. Hann heldur fram um sítt
arbeiðslív:
Aftaná Hartvig Hansen fór eg at arbeiða
hjá Hilmar Dam. Á verkstaðnum vóru millum
annað typuhús gjørd, so har vóru bæði timbur
menn og snikkarar. Tað var langur vegur til
arbeiðis. Døgurðatími var frá 12 til 13. Tá vóru
vit koyrdir við lastbili og settir av við brand
støðina, ið var niðri við hjá nonnunum. Har
kom lastbilurin eftir okkum aftur, harfrá mátti
eg renna heim. Edna hevði døgverðan kláran.
Eg át og so at renna niðan aftur og vera har
áðrenn kl. 13.
Húsavørður í Sjóvinnubankanum
Louis Højgaard, sum starvaðist í Sjóvinnu
bankanum, kom ein dagin og spurdi, um eg
hevði hug at koma at arbeiða sum húsavørður
í Sjóvinnubankan. Hann bað meg ganga heim í
bankan at tosa við teir. Eg fór so heim í bankan,
har var eg biðin um at fara inn til stjórarnar
Rasmus Olsen og Steingrím Nielsen. Teir
spurdu, um eg hevði hug at arbeiða sum húsa
vørður í bankanum og fortaldu, hvat arbeiði
fevndi um. Koyrast skuldi í arbeiðsørindum
til allar deildir bankans.
Spurt var eisini, hvat eg var vanur at fáa í
løn, og um nær eg kundi byrja starvið. Kravt
var, at eg hevði koyrikort. Tað tók eg 49 ára
gamal, tann 3. september 1979.
Bankin hevði deildir í nærum hvørjari bygd.
Til tær koyrdi eg javnan út í arbeiðsørindum.
Til Suðuroyar var farið við Smyrli til Tvøroyrar,
so til allar deildirnar frá Sumba til Sandvíkar.
Eg gisti á Hotel Tvøroyri og so til Havnar
morgunin eftir. Til Norðoyggjar koyrdi eg til
Leirvíkar og haðani var farið við Ternuni til
Klaksvíkar og haðani til Viðareiðis, har deildir
vóru. Til Vágarnar koyrdi eg til Vestmanna,
haðani við Sam til Oyrargjógv og síðani til
Sandavág, Miðvág, Sørvág, so sama veg aftur
til Havnar. Á Streymoynni og Eysturoynni
koyrdi eg til allar deildir. Deildir vóru í nær
um hvørjari bygd, við hvørt var Edna við. Eg
arbeiddi í bankanum til 1993. Tá mátti bankin í
fleiri umførum bjargast undan húsagangi. Tíð
irnar blivu ringar, nógvar fyritøkur fóru fallit,
illa stóð eisini til í byggivinnuni. Einki arbeiði
var at fáa. Eg kundi ikki koma í lønandi arbeiði
aftur fyrr enn í 1997, tá bleiv eg pensionist.
Umframt arbeiðið í Sjóvinnubankanum var
eg eisini metingarmaður hjá Føroya Sparikassa
árini 1972- 93 í samband við játtan av lánum.
Hetta var mest aftaná vanliga arbeiðstíð. Vit
fingu ávíst fyri hvørt húsið. Tey árini var eg
mest sum í hvørjum húsi í Havnini, við hvørt
eisini á bygd.
Eisini var eg skoðanarmeistari, tá ið lær
lingarnir gjørdu sveinaroynd. Eg var fyri hand
verkararnar, ein var fyri meistararnar.
B36 ari
Umframt fimsleik og tónleik, sum umrøtt í
seinasta parti, hevði eg eisini áhuga fyri fót
bólti. Aftaná kríggið var eg limur í B36. Martin
Holm var eitt skiftið venjari hjá okkum. Hann
byrjaði við tí at hita upp. Runnið var nakrar
ferðir runt plenuna, áðrenn farið var at venja.
Eitt árið vann 2. lið allar dystirnar og flutti
so upp. Tað árið hevði B36 tvey fyrstalið. Tað
var bert roynt tað eina ári. Eg spældið fyrst
á 2. liði. Árini 1949-1950 spældi eg ikki. Martin
Holm gav boð um, at tað var “eingin fótboltur”,
tá vant var til uttanlandsferðir í fimleiki. Hetta
vóru árini, vit vóru í Svøríki og Noregi, sum
greitt frá í seinasta parti. Martin Holm var ein
teirri sum doyði í flogvanlukkuni í 1970.
Í 1951 byrjaði eg at spæla á 1. liði hjá B36. Tey
lið, sum tá vóru við í landskappingini vóru B36,
HB, KÍ, TB og VB.
Hetta merkti nógv ferðing. Til Klaksvíkar
var farið víð strandfarabátinum Pride. Tað tók 2
tímar. Til Tvøroyri og Vágs var farið við tí gamla
Smirli frá 1932. Ferðin tók umleið 4 tímar. Hetta
vóru ofta sjasktúrar. Tað rullaði illa, so mann
var ikki altíð væl fyri, tá ið dysturin byrjaði.
Tað vóru leiktir fleiri steypadystir millum
HB og B36. Eftir ein dyst, HB hevði vunnið,
komu teir yvir í B36-húsið til okkara. Teir vildu
hava, at vit skuldu spæla um eitt steyp ein eldri
Siðsøga
Øssur hevur altíð dámað at
fáast við seyð. Her er hann
uttanfyri kjallarahurðina
við einum veturgomlun veðri
Øssur var í mong ár húsavørður
í Sjóvinnubankanum