hósdagur 16. juli 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
27
Komandi partur
Í komandi parti
verður m.a. greitt
frá ættini hjá Ednu
HB-ari, Hugo Øster, hevði givið teimum. Steyp
ið myndaði ein fótboltspælara, og tað var nevnt
Hugosteypið.
Spælast skuldi í trý ár. Hetta steypið vunnu
vit, tað høvdu teir í HB ikki roknað við, tá teir
lótu tað.
1958 var eitt annað steyp latið HB og B36 at
spæla um. Hetta steyp vunnu vit eisini.
Í 1951 var eg á landsliðnum saman við Kriss
Guttesen, Tórleif Davidsen, Kjartan Nattestad,
Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Jógvan Ki
Jacobsen, Arnold Hansen, Nichels Poulsen,
Jimmy McIntosh, Hans J. Egholm, Mortan
Mørk, Sønrup Petersen, Dagbjartur Hjaltalin,
Ásbjørn Olsen, Petur Johannesen og Harald
Debes.
Í grind á ferð til Íslands
Í 1960 vóru vit bodnir til Ísland at spæla móti
fótbóltsliðinum í Keflavik. Farið var við “Ternu
ni” til Vestmannaoyggjar, harfrá við flogfarið
til Reykjavíkar og úr Reykjavík við bussi til
Keflavík. Vit komu at búgva í einum húsi, har
fiskafólk vóru von at búgva, fleiri koyggjur
vóru í hvørjum kamari. Íslendingar vóru sera
blíðir, sum teir altíð eru. Vit vóru bustúrar
til øll tey kendu støðini á hesum leiðum.
Eisini vóru vit á flogvøllinum í Keflavík, sum
amerikanarnir høvdu bygt undir krígnum og
framvegis róku.
Í B36 søguni “Rennið dreingir” um hesa
ferðina er ein áhugaverd frágreiðing. Ætlanin
var fleiri ár at fara til Íslands, men sambandið
var so vánaligt. Hetta var áðrenn flogsamband
ið millum londini.
Men í 1960 eydnaðist loksins at fáa ferðina
í lag. Við landsstýrisins loyvi fekk B 36 loyvi til
at brúka gamla vaktarskipið Ternuna at flyta
ferðalagið til Íslands.
Ternan hevði bert loyvi til at hava 12 ferða
fólk í slíkari sigling, men 14 menn skuldu við.
Men ráð vóru fyri tí. Fýra av monnunum
mynstraðu sum manning, og hetta fekk ferða
fólkatalið niður á 10!
“Ferðamenninir” vóru hesir: Jógvan Ki
Jacobsen, liðskipari, Kriss Guttesen, Petur
Sigurd Rasmussen, Burnamann Niclassen,
Gunleiv Hansen, Tórður Holm, Bent Olsen, Øss
ur Debes, Harald Debess, Tórstein Magnussen,
Heðin Samuelsen, Sam Olsen, Kaj Kallsberg og
Gunnar Guttesen.
Teir, sum vóru “manning”, vóru Henry Poul
sen, dekkari, Sverri Trónd Hansen, smyrjari,
Hans Jacob Egholm, telegrafistur, og Alli Han
sen, formaður í B36, var messudrongur!
Ferðin gekk væl, men annan dagin á ferðini
rópar smyrjarin “grindaboð”, so tað hoyrdist
um alt skipið. Tá hevði Ternan siglt seg í eina
stóra grind!
Ein hvalur varð skotin. Ov væl varð rakt,
tí hann sakk sum steinurin og sást ikki aftur.
Men so komu teir í ein springaraflokk, og tá
gekk betri, og teir fingu ein springara, sum var
skorin upp og fingin til matna.
Ternan kom inn til Vestmannaoyggjarnar og
ætlanin var at fara víðari við ferðamannaskipi
inn á meginlandið. Men har var einki skip tá,
tí noyddust teir at flúgva. Tað vóru ikki allir
sum tordu so væl at flúgva, men tað gekk væl.
Við sjálvum dystinum gekk tað so sum so.
Íslendingar vunnu fyrra dystin 6-3, meðan tað
var javnleikur í seinna dystinum.
Íslendingar vóru blíðir, og farið varð heim
við Dronning Alexandrine í besta veðri.
Heiðraðir á veitslu
Til 25 ára veitsluna hjá B36 í 1961, sum hildin
var í Tórshøll, vóru eg og tveir aðrir, sum eisini
høvdu spælt í 10 ár, róptir upp á pallin undir
borðhaldinum frammanfyri 250 veitslufólkum.
Vit fingu hvør sín málning av Sigmund
Petersen. Á málninginun var heft silvurpláta
við B36 merki á og áskriftini “við tøkk fyri spæl
í 10 ár, 1951-1961”. Hesin málningur hongur í
stovuni hjá okkum. Í 1962 gavst eg við fótbólti.
Frú B36 deyð
Her kann verða skoytt uppí, at fyri kortum
doyði Margretha, sum var gift við Alla Hansen,
ein tann fremsta ímyndin av B36 í mong ár.
Margreta giftist ikki bert við Alla, hon
giftist eisini við B 36! Tí her gjørdist Alli
formaður um somu tíð, og tað var hann í ikki
færri enn 27 ár frá 1943-1974. Hetta var eitt
starv, sum kravdi sín mann og sína kvinnu.
Tað var ikki smávegis arbeiði, sum fylgdi
við hesum hjá Margrethu, sum at orðna
fótbóltsklæðiNi, at fáa tey vaskað og nógv
annað. Hesum gingu tey bæði uppí við lív og
sál. Alli sparkaði sjálvsagt við B36 í mong ár.
Hann var eisini við á landsliðnum og spældi
fleiri landsdystir. Alli doyði fyri nøkrum árum
síðani.
Margretha var ættað av Geilabø í
Norðragøtu. Hon kom ung til Havnar, har
hon hitti Alla. Hon gjørdist 92 ára gomul.
Margretha var í allar mátar eitt skilafólk.
Feigd
Gunnvør, systir, giftist 24. mai 1952 við Johan
Olsen. Bygt var uppí húsini hjá okkum.
Gunnvør doyði bert tveir mánaðir aftaná 20.
juli bert 24 ára gomul av nýrasjúku. Tá fekst
eingin hjálp, men seinri var brúkt dialysa,
sum í dag kann bjarga lívinum hjá hesum
sjúklingum.
Pápi, ið tá var 64 ár, tók lán og keypti
húsini hjá Gunnvør. Húsini vóru útleigað,
Eskild Christiansen stjóri á Telefonstøðini
leigaði húsini.
Brúdleyp
Tann 19. september 1964 giftust Edna og eg
í Havnar Kirkju, brúdleypið stóð í Havnar
Klubba. Havnar hornorkestur stóð í
Klubbagarðinum og tá vit gingu inn, spældu
teir “Jert hus skal vi bygge”, “The happy
wanderer” og marsjir.
Vit fluttu inn til verfaðirin, Andreas
Sondum, í 2 kømur á loftinum.
Eg spurdi pápa um eg kundi byggja á
trøðni á heimara stykkinum. Hann bað
meg byggja, har eg vildi. Eg fekk so helvtina
av Heimarastykkjunum uppi frá Robert
Andreassen og oman til vegin.
B 36 liðið sum steypavinnari, har Øssur var við á liðnum:
Aftast f.v. Arnold Hansen, Kristin Gærdbo, Odmar Færø, Ludvík Ejdesgaard, Sam Olsen, Nic Hansen og Torbjørn Mikkelsen.
Í miðjuni: Øssur Debes, Bent Olsen, Gunnleiv Hansen og Gunnar Guttesen.
Fremst Hans Jacob Egholm, Andreas Lava Olsen og Tórður Holm. (Kelda: Rennið Dreingir)
B 36 í grindadrápi umborð á
Ternuni. (Kelda: Rennið Dreingir)
Johan og Gunnvør