Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juli 2015 sosialurin 81 28 Vit upplýstu suðuroyingar  - mál fyri SEV og Suðuroynna Bjarni Hammer Tað grør um g a n g ­a n d i fót, og tað er huga­ligt, at SEV nú av álvara fyri­ reik­ar at seta vind­myllur upp í Suðuroynni. Sum umboð fyri Tvøroyrar Kommu­nu í SEV haldi eg, at vit eiga at hugsa stórt. Eg vil tí kanna møguleikarnar fyri at gera eina vindmyllulund her suðuri hjá okkum - líknandi hen­ni í Húsahaga.  Ein slík vil gera oynna grøna í orkuhøpi. Hon fer eisini at gera, at vinnulívið kann marknaðarføra seg við burð­ar­dygga hugtakinum. Suðuroyggin hevur altíð verið ein orkuoyggj. Longu í ár 1700 høgdu teir kol, og el­verkið í Botni var fyrsta el­verk­ið í Føroyum - Vágs bygd var harvið tann fyrsta, sum hevði ravmagnsljós. Vit suður­oy­ingar hava tí altíð verið "upp­lýst­ir"! Í hesum døgum er tó eitt rák, har alsamt fleiri tykjast ræðast fremmandafólk.  Tað hava suðuroyingar ongan­tíð gjørt. Tá vit høvdu kola­vinnuna, komu fleiri ungir svenskir menn hendan veg­in og teir gjørdist partur av okkum; Persson, Karlsen, Ahlen og fleiri við teimum. Teir ríkaðu suðuroyar-dna'ið, sum frammanundan var fult av kreativum sjóræranara- gen­um úr Algeria og Marokko!  Suðuroyggin, kanska eina­mest Tvøroyri og Vágur, ið á sinni drógu fólk úr øllum landi­num suður at arbeiða í fiski, hevur altíð verið ein nið­ur­setur­oyggj. Fólk í hópa­ tali leit­aðu sær higar fyri at fáa arbeiði, og hetta rákið sóu vit aft­ur, tá stóra virkið á havnar­lag­num á Tvøroyri lat upp. SEV skal annars hava stóra tøkk fyri arbeiðið, teir gjørdu, fyri at kunna taka ímóti einum orku­risa, sum Varðanum Pelagic í Suðuroynni. Vit skulu ikki gloyma, at um SEV ikki var, ja so var heldur ongin pelag­ isk vinna her á landi. Men við at hugsa enn long­ur og leggja lunnar undir eina vinnu í oynni, hvørs drívmegi er grøn orka, leggja vit okkum ikki einans í eitt rák, ið vindur meira og meira upp á seg kring allan heimin. Vit syrgja eisini fyri, at vinnan í oynni verð­ ur meira kappingarfør við restina av landinum. Vit hava ikki einans orkuprísirnar at drag­ast við - vit hava eisini eina eyka fíggjarliga byrðu fyri flutning, tí so at siga allur flutn­ingur gongur ígjøgn­ um miðstaðarøkið.  Virka vit fyri at fáa orku­ kost­naðin niður, kunnu vit gera livikorini lagaligari hjá vinnu­ni her suðuri.  Hesum vil eg, sum umboð fyri Tvøroyrar Kommunu og sum suðuroyingur, virka fyri. Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Bergun Kass Framsókn Frælsið at velja, ávirkan á egnar livi­ um­støður og meira tíð sam­ an við sínum nær­mas­tu? Tað vísir seg at vera ein felags fatan millum fólk, at eldri vilja verða heima sum longst og at lívið á ellisheimi ikki er tíðarhóskandi og ynski­ ligt. Kann orsøkin vera, at vit ikki seta øll segl til – fyri at fáa fólk at trívast? Er spurningurin ikki skip­an av viðurskiftum og um lívsinnihald, um­sorg­an, tilknýti og næstr­inga­sam­ bond? Eldrarøkt flutti seg, frá at vera ein uppgáva hjá familju í nærumhvørvi, til eina al­ menna uppgávu. Ávegis eru viðurskiftini lagað til av: Politikkarum Kommunumørkum Fíggjarkørmum Stjórum Dagligum leiðarum Starvsfólkum Fagfelagum Arkitektum o.ø. Hesi hava øll sett sítt fingra­merki á ‘produktið eldra­røkt’, og við allari virðing fyri fyrisiting, fakbólkum og ser­vitan, so kunna vit spyrja - fingu tey eldru tað, tey ynsktu? Kundi hugsað mær eldra­ økið ‘javnað við jørðina’ og hugs­að av nýggjum. Kundi hugsað mær ar­beiðs­ bólkar mannaðar av eldri og viðkomandi politikara/fak­ bólki, sum í felag viðgera øk­ið heilt av nýggjum, frá sjúkufyribyrgjan og rehabi­li­ ter­ing, til bústaðir og røkt. Við støði í tí ymiskleika tað er, at vera gamal. Eisini úr tí sjónarhorni, at síggja nýggjar avbjóðingar og nýggjar møguleikar í privatum og sjálvbodnum regi, sum supplerandi til verandi ella vanliga tankagongd eldraøki viðvíkjandi. Skal búplássið vera í heim­ bygd­ini ella nærri børnunum? Kunnu eldri, lesandi og onnur vera í somu íbúðareind, til gleði og gagns fyri hvønn annan? Kunnu øki verða sett av á heimum til flytfør arbeiðs­ pláss, so avvarðandi kunna ar­ beiða og vera saman við sínum eldru ávís tíðarskeið? Meira daginnihald? Og so framvegis ......... Hetta eru bara nakrir tank­ ar. Tað hevði verið hugaligt at fingið endurskoðan og ný­ hugsan á breddan og kreativi­ tet og fjølbroytni eisini til gleði og gamans, har øll, eldri og av­ varð­andi, hava tað so gott sum møguligt, sum longst. Nýhugsan! Eldraøkið! Sonja J. Jógvansdóttir Nú Mið­flokk­ urin í 4 ár hev­ur stýrt F ø r ­o y ­u m við óhepn­ari hond, er tørv­ ur á at flyta fokus áðr­enn valið – tí teir vita innast inni, at karrráði høgr­a­poli­tikk­urin, sum teir hava verið við til at framt, ikki sam­svarar við tað teir siga seg um­boða. Tí vil miðflokkurin heldur hava veljaran at fyrihalda seg til borgarliga vígslu enn tær Før­oyar, sum Miðflokkurin skap­ar. Samkynd og fosturtøkur skulu nú á dagsskránna, so vit kunnu gloyma, at fleiri fólk eru vorðin fátækari, at vit hava eitt heilsuverk, sum ekur á knøunum, at skatta­lætti varð latin til tey, sum framman­ undan høvdu nóg mik­ið, at munurin millum rík og fátøk veksur, og at Mið­flokk­urin hevur gingið á odda við at ræna pening frá framtíðar ættar­lið­um við pen­sjóns­upp­ skoti­num, sum Miðflokkurin var við til at atkvøða ígjøgnum. Eisini hevur Miðflokkurin gloymt at tryggja stórum bólk­ um av fólki eina framtíðar pen­sjón – hesi eru eitt nú fólk við sjúku, arbeiðsleys, fólk ið bera breð, tey sum eru í vard­ um starvi o.s.fr.. Rennir undan ábyrgd Nei, Miðflokkurin vil ikki standa til svars fyri 4 ára polit­iskt ódugnasemi, og hvat er tí hentari enn at skjóta eftir samkyndum og LGBT Før­oy­ um, og fyri at seta fulla skrúðu á verður fosturtøka eisini drig­ in framm sum valagn. Samkynd hava seinastu nógvu árini verið skotskivan hjá Miðflokkinum, hvørja ferð flokk­urin hevur tørv á at flyta fokus frá sínum brotnu lyftum og politiska ódugnasemi. Teir siga, at tað snýr seg um, at flokkurin stendur fyri teimum etisku virðunum, men hvar er etikkurin, tá ið vit hyggja at, hvussu tit fara við borgarum í Føroyum, sum hava brúk fyri hjálp? Heldur enn at flyta fokus á fostur­tøkur, skuldi Mið­flokk­ urin roynt at tikið sær av teim­um mongu livandi fátøku børn­unum í Føroyum. Fátøku børn­ini hava bíðað nóg leingi. Hvør dagur hevur djúp­ tøkn­ar avleiðingar fyri eitt barn, sum livir í fátækradømi, men hetta leggur Miðflokkurin einki í, tí við politikki sínum, hev­ur flokkurin víst, at tað er ikki teimum hjartað slær fyri. Miðflokkurin hevur sjálv­ ur gingið á odda at fella upp­ skot, sum kundi lætt um hjá barnafamiljum, sum eru fíggjar­liga sperdar. Takið frástøðu Vónandi fara allir and­støðu­ flokkar at taka frástøðu frá poli­tikki Miðfloksins, sum bara skapar gjáir og størri neyð og vesaladóm í samfelagnum. Etiskur er politikkurin ikki, hóast spjaldramerki floksins royn­ir at leggja upp til hetta. Um Miðflokkurin fóru til val upp á tað teir hava gjørt sein­astu 4 árini, høvdu teir fall­ ið við einum braki. Mið­flokk­ urin roynir tí at skava saman tær homofobisku atkvøðurnar sum eru, við enn eini herferð mót­vegis okkum samkyndu. Men tíðirnar eru broyttar, og tað er bara spurningur um tíð til tað eisini fer at bera til hjá okkum at giftast borgar­ liga, og tá hevur Miðflokkurin mist sítt einasta politiska høvuðs­mál. Miðflokkurin er dumpaður Miðflokkurin hevur dumpað á øllum økjum, og tí skulu samkynd standa fyri skotum, nú valið nærkast. Tað fer óivað at eydnast Miðflokkinum at fáa miðlarúm fyri sínum miðaldarligu sjónarmiðum, men tað nyttar ikki hjá Miðflokkinum at renna undan veruleikanum, at seinastu 4 árini eru fleiri fólk í Føroyum vorðin fátækari, at heilsuverkið er í andaleypi, at barnafátækradømi gerst verri, at munurin á fólki veksur og at peningur verður stolin frá framtíðar ættarliðum