hósdagur 16. juli 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
29
Politikkur
Óttast fyri politiskum
ruðuleika í tingsetuni
Frágeiðingin frá Hans Gammeltoft-Hansen og manglandi avleiðingarnar
fáa tingfólk at óttast fyri politiskum ruðuleika í komandi tingsetu
Árni Gregersen
L
øgtingið verður sett ólav
søkudag.
Tað byrjar við hátíðar
ligari skrúðgongu, guds
tænastu og so verður tingið sett
klokan 13.
Løtan er vanliga hátíðarfull,
hóast vit onkuntíð fyrr hava havt
álvarsligar politiskar spenningar á
ólavsøku.
Í ár óttast fleiri tingfólk fyri, at
politiska støðan er so háttað, at
hendir onki á ólavsøku ella dagarnar
beint eftir, so verður trupult at
hava eitt arbeiðsført Løgting til val í
seinasta lagi verður 29. oktober.
Formansskapurin kemur beint
eftir ólavsøku við tveimum upp
skotum til samtyktar, sum fara at
geva Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmanni, og fyrrverandi lands
stýrismanninum við innlendismálum,
Kára P. Højgaard, hvør sína átalu fyri
handfaringina av málinum um
undirsjóvartunnilin.
Hvørki almenningurin ella ting
fólk kenna enn orðingina í átalunum,
so enn kann ikki staðfestast, at
átalurnar verða samtyktar av Løg
tinginum.
Kortini er tað soleiðis, at kemur
ein samdur formansskapur við
uppskotinum til samtyktar, so plagar
Løgtingið at samtykkja tað.
Politisku avleiðingarnar
Átalan í uppskotinum frá formans
skapinum er revsirættarlig.
Hon kemur, tí kanningrstjórin ikki
heldur, at brotini revsirættarliga eru
so ógvuslig, at tey eiga at føra til eina
meira formella ákæru.
Men hetta er tann revsirættarligi
parturin av málinum.
Politisku avleiðingarnar eru
nakað annað.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður,
hevur langt síðani tikið sínar
politisku avleiðingar. Tað eru skjótt
tvey ár síðani, at løgmaður loysti
Kára P. Højgaard úr starvinum sum
landsstýrismaður.
Beinleiðis orsøkin var hand
faringin av tunnilsmálinum, sum
løgmaður tá metti gav ov nógvan
politiskan ófrið.
Løgmaður sjálvur hevur ikki tikið
nakrar avleiðignar av málinum enn.
Í niðurstøðuni sigur kanning
arstjórin, at løgmaður ehvur borið
Løgtinginum skeivar upplýsingar.
Í grannalondum okkara hevði
hetta uttan iva fingið ein ráðharra
– ella ein forsætisráðharra – at lagt
frá sær beinanvegin, var tað staðfest,
at hann hevði borið tjóðartinginum
skeivar upplýsingar.
Løgmaður gjørdi ikki tað sama,
men sendi eitt tíðindaskriv út
meðan kanningarstjórin legði sína
frágreiðing fram.
Í tíðindaskrivinum boðaði løg
maður frá, at hann metti seg full
komiligan reinsaðan í kanningini og
at hann onki skeivt hevði gjørt í
handfaringini av tunnilsmálinum.
At løgmaður ikki var heilt sann
førdur kom fram dagin eftir, tá ið
hann sendi Løgtinginum skriv, har
hann bað um umbering fyri at
hann hevði borið tinginum skeivar
upplýsingar.
Nú kundi ein kanska hildið, at
løgmaður var ov fortur, tá ið hann
sendi fyrra skrivið út, men so var ikki.
Løgmaður kendi til niðurstøðuna
í frágreiðingini frá Gammeltoft-
Hansen í góðari tíð áðrenn hon var
løgd alment fram.
Andstøðan
Andstøðan hevði ikki møguleika
at leggja nakað misálit fram, tá ið
frágreiðingin frá kanningarstjóran
kom.
Løgtingið var farið í summarfrí og
tað skulu minst 14 tingfólk til at kalla
tingið saman. Hini sum kunnu gera
tað eru tingformaðurin og løgmaður.
Tá ið so formansskapurin fór
at viðgera málið bíðaði andstøðan
til formansskapurin kom til eina
niðurstøðu, áðrenn farið var undir
at royna at kalla tingið saman.
Tríggir andstøðuflokkar heittu
í skrivi á floksformenn og tingfólk
um at kalla tingið saman, men
aftursvarið var tøgn.
Onkur av samgongutingfólkunum
hevur sagt, at nú er so stutt tíð eftir til
ólavsøku, at tað ikki gevur meining at
kalla tingið saman nú. Nú kann eins
væl bíðast til á ólavsøku.
Løgmaður
Ágangurin á løgmann hevur verið
ógvusligur síðan frágreiðingin var
løgd fram alment.
Bæði í politisku skipanini og í
almenna rúminum hava fólk sagt,
at tá ið hann hevur borið tinginum
skeivar upplýsingar, so eigur hann at
leggja frá sær.
Í kjakinum í Sjónvarpinum fyrr
í vikuni vóru bæði Poul Michelsen,
Framsókn, og Bill Justinussen,
Miðflokkurin, samdir um, at tað besta
fyri politisku skipanina hevði verið, at
løgmaður legði frá sær.
Poul Michelsen segði, at hetta snýr
seg ikki um nakað persónsmál, men
um at tryggja okkara politsku skipan
og halda henni á rættari kós.
Hvat løgmaður velir at gera veit
ongin, fyrr enn tingið er komið saman
aftur.
Í løtuni hevur løgmaður summar
frí.
Onki er at ivast í, at hann brúkar
frítíðina uppá at hugsa um, hvat
hann skal gera.
Umframt kanningarúrslitið og
átaluna, sum hann eftir øllum at
døma fer at fáa frá Løgtinginum,
væntar hann eisini eitt uppskot um
misálit frá andstøðuni.
Tímir løgmaður at fara ígjøgnum
hetta – ella velir hann heldur at leggja
frá sær og skriva val út.
Hetta hongur tætt saman við,
hvør støðan er í Sambandsflokkinum.
Flokkurin hevði landsnevndarfund
herfyri og tá segði løgmaður eftir
fundin, at hann hevur fullan stuðul
í flokkinum.
Er støðan tann sama nú, so kann
løgmaður velja at halda fram eftir
kendu orðunum
“If you are walking in Hell, don’t
stop – keep on walking”.
Við øðrum orðum, so kann løg
maður velja at berja seg ígjøgnum
og ikki útskriva val fyrr enn í oktober.
Fyllir nógv
Kanningarúrslitið fyllir nógv og tað
fer tað at gera, til løgtignsval hevur
verið.
Tað er orsøkin til at summi
tingfólk halda, at tingið fer at hava
torførar arbeiðsumstøður, tað sum
eftir er av valskeiðnum.
Stórmál eru eftir at loysa, men
kannignarúrslitið fer at forða fyri
einum skilagóðum samstarvi.
Tí halda tey, at lættast hevði verið
um val verður útskrivað nú.
Hetta er tó heilt upp til løgmann –
ella ein meirluta í Løgtinginum.
Verður eitt misálit samtykt á
løgmann, so kann hann innanfyri
seks dagar velja at útskriva val.
Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar sína støðu í løtuni
Poul Michelsen heldur, at løgmaður
átti at lagt frá sær.
Tað sama helt Bill Justinussen í
kjaksending í Sjónvarpinum.