Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Veruligur vandi er fyri at fólk fara at rúsa við upp á aðrar mátar, og tað kann verða nógv skaðiligari RÚSDREKKAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen Prísurin á rúsdrekka í Før­oy­ um, eigur ikki at verða hækk­ aður enn meiri, enn hann er nú. Tað er ein niðurstøða í nýggju heildarætlanini fyri rús­drekkapolitikkin í Føroy­ um hesi næstu árini. Annars hava vit meiri enn einferð hoyrt, at prísurin á rúsdrekka eigur at vera hækk­aður fyri at tálma nýtsl­uni enn meiri. Avgerandi týdning Fróði Jacobsen sum hevur verið verkætlanarleiðari fyri arbeiðsbólkin, sum hevur orðað rúsdrekkapolitikkin, sigur, at arbeiðsbólkurin stað­festir, at prísurin hevur av­ger­andi týdning fyri, hvussu nógv verður drukkið. Og so­statt hevur hann eisini týdn­ing fyri, hvussu stórir, teir heilsuligu og sosialu skað­arnir av rúsdrekka, eru. Men arbeiðsbólkurin ásann­ar, at í Føroyum eru av­gjøld­ini høg, longu sum er. – Fyribils fer tað neyvan at bera til at spenna tað skrúv­una enn meiri heldur arbeiðs­bólkurin. Hann heldur, at verður prís­urin á rúsdrekka hækk­ aður enn meiri, er ein veru­ ligur vandi fyri, at fólk fara at finna sær aðrar vegir at rúsa seg. – Tað kann vera við evn­ um og drykkjum, sum eru vanda­miklari enn rúsdrekka, heldur arbeiðsbólkurin. Hann vísir á, at í́ Noregi hevur tað verið vanligt, at fólk hava brent brennivín sjálvi, og tey halda, at tað er neyv­an gongd leið. Tí er ikki rætt at hækka prísin á rúsdrekka meiri, upp á seg. Tær hækkingar, sum verða, skulu bara verða tær nátúr­ligu, sum standast av, at heil­søluprísurin hjá rúsini fer upp, at prístalið hækkar o.s.fr. – Vit eru góð við skipanina vit hava, men kynstrið er at finna javnvágina ímillum, at hava eina skipan, sum er tálm­andi, uttan at tátta skrúv­una so fast, at byrðan verður so tung, at føroyingar blaka hana frá sær og finna upp á aðrar mátar at rúsa seg, heldur Fróðið Jacobsen. Sleppa kravinum Bólkurin heldur eisini, at myndug­leikarnir eiga at sleppa krav­inum um, at Rúsan skal geva eitt ávíst avlop, sum skal í Lands­ kassan. Endamálið við Rúsuni er ikki at vinna pening, men at tálma nýtsluna. Og tað er ikki samsvar ímillum krav­ ið um, at Rúsan má selja mest møguligt fyri at kunna hava eitt so stórt avlop, sum myndug­leikarnir krevja og enda­málið at tálma nýtsluna. Tí heldur arbeiðsbólkurin, at kravið um avlop skal tak­ast burtur. Men Fróði Jacobsen legg­ur dent á, at tað merk­ir ikki, at tey halda, at rúsdrekka eig­ur at verða bíligari enn tað er nú. Fróði Jacobsen, sum var verk­ætlanarleiðari í sam­ bandi við arbeiðið at orða, rúsdrekkapolitikkin, leggur dent á, at hetta merkir IKKI at rúsdrekka skal vera bíligari at keypa. – Verður avlopskravið av­ tikið, hevði tað svarað til, at prís­urin í Rúsuni hevði lækk­ að eini 10 prosent, og tað er ikki ætlanin, sigur Fróði Jacobsen. – Tað, sum landskassin fær inn í avlopi frá Rúsuni, kann ístaðin leggjast á sum eitt eyka avgjald á rúsdrekka, so at tað vigar upp ímóti hvørj­um øðrum. Men hann ásannar, at her kunnu trupulleikar stinga seg upp, tí bryggjaríini, sum selja sjálvi, hava ikki hetta krav­ið. Og verður eyka av­gjald lagt á, fer tað at ávirka støðuna hjá teimum munandi. Ávara ímóti at hækka prísin á rúsdrekka