mánadagur 20. juli 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
RÚSDREKKAPOLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Álitið um rúsdrekka- og
rúsevnispolitikk,
sum
landstýrismaðurin í al
mannamálum legði fram
fríggjadagin, mælir til,
at átøk verða framd fyri
at minka um miðalnýtsl
una hjá føroyingum av
alkoholi.
Miðalnýtslan av alko
holi verður í fleiri londum
brúkt at stýra rúsdrekka
politikkinum
eftir,
tí
gransking vísir, at lægra
miðalnýtslan er, færri eru
tey, ið hava eina skaðiliga
nýtslu av rúsdrekka.
Í 2007 toppaði miðal
nýtslan av reinum alko
holi fyri hvønn íbúgva
yvir 14 ár við 7,1 litrum.
Síðani
hevur
miðal
nýtslan í Føroyum verið
støðugt
minkandi,
og
í fjør var hon 6,4 litrar
av reinum alkoholi fyri
hvørt fólk 15 ár og eldri.
Í nýggja rúsdrekka
politikkinum verður mælt
til, at minkað verður enn
meira um miðalnýtsluna,
so at hon kemur niður um
6 litrar av reinum alkoholi
fyri hvønn íbúgva yvir 14
ár.
Høvuðsamboðini
til
at minka um rúsdrekka
nýtsluna er at hækka
prísin og/ella minka um
atgongdina til rúsdrekka.
Mælt verður til, at
Fólkaheilsustovnurin fær
til uppgávu at tryggja, at
átøkini í rúsdrekka- og
rúsevnispolitikkinum
verða fylgd upp og sett í
verk.
eydun@sosialurin.fo
Miðalnýtslan av rúsdrekka skal
minkast, og tað skal gerast
við eitt nú príshækkingum
Nýggi rúsdrekkapolitikkurin
hjá landinum mælir til, at
børn í skúlanum skulu læra
um vandan við rúsdrekka
Føroyingar skulu
drekka minni
Skúlabørn skulu
hava frálæru
um rúsdrekka
Hóast skjalprógvini eru
ivasom fyri, at undirvísing
í skúlum og kampanjur í
sjálvum sær virka, kunnu
hesi átøk stuðla undir
øðrum, sum kunnu hava
eina beinleiðis ávirkan á
at avmarka rúsdrekka
nýtsluna.
Soleiðis verður sagt
í nýggja Rúsdrekka- og
rúsevnispolitikkin
hjá
landsstýrinum, sum varð
lagdur fram fríggjadagin.
Í álitinum eru fleiri
ítøkilig tilmæli, sum hava
til endamáls at avmarka
skaðarnar av rúsdrekka.
Eitt av tilmælunum er, at
skúlabørn fáa frálæru í
rúsdrekka og rúsevnum.
– Øll skúlabørn eiga
eisini fram yvir at fáa
undirvísing
um
rús
drekka, men her er neyð
ugt at viðurkenna, at slík
undirvísing neyvan í sær
sjálvum fremur jaligar
broytingar
í
atferðini.
Sum er, eru fleiri, sum
veita skúlabørnum slíka
undirvísing, t.d. lærarar,
heilsufrøðingar og SSP.
–
Sambært
danska
Heilsustýrinum
eru
undirvísing og kunning
týðandi keldur til vitan
um evnið, ið er avger
andi, tá ið vit tosa um
møguligar broytingar í
atferð, hóast hetta ikki
kann standa einsamalt,
stendur at lesa í nýggja
rúsdrekkapolitikkinum.
Nóg dýrt
Tað er ikki rætt at hækka prísin á rúsdrekka í Føroyum, tí so er veruligur vandi fyri, at fólk fara at
finna aðrar hættir at rúsa seg, ella at bryggja sálvi, og tað er ikki ein gongd leið, heldur bólkurin,
sum hevur gjørt heildarætlanina fyri rúsdrekkapolitikkinum hesi næstu árini
Savnsmyndir