mánadagur 20. juli 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politikkur
Strandferðslan leggjast um
til eitt alment partafelag
Tað fer helst at gagna føroysku strandfararsiglingini um Strandfararskip
Landsins verður gjørt um til eitt alment partafelag
Árni Gregersen
Bygnaðarliga
er
Strand
ferðslan eitt býtisbarn.
Tað hevur ofta verið
frammi seinastu árini, tá ið
uppskot um bygnaðarbroyt
ingar og framtíðarvirksemi
hjá Strandferðsluni hava
veirð viðgjørd.
Ein frágreiðing um Strand
ferðsluna var gjørt í ár 2000
og ein onnur var gjørd í 2007.
Í frágreiðingini frá 2000
var ávíst á fleiri hættir at
skipa stovnin uppá, men
sjálv frágreiðingin mælti til
at
leggja
virksemi
hjá
Strandferðsluni í eitt alment
partafelag.
Í 2007 var ein onnur
frágeiðing gjørd. Tá lág
Strandferðslan undir inn
lendismálaráðnum. Tann frá
greiðingin mælti til, at wein
serlig samferðsludeild varð
gjørd í aðalráðnum, sum so
skuldi vera ein millumliður
millum
tað
politiska
og
Strandferðsluna.
Samferðslueindin skuldi
samstundis standa fyri tí
yvirskipaðu samferðsluplan
leggingini, umsita sáttmálar
og tilevna samferðslupoli
tikk.
Fleiri ferðir, m.a. í frá
greiðingini frá 2007, er m.a.
víst á avbjóðingarnar fyri
SSL, sum standast av galdan
di játtanarskipan og ógreiðu
linjunum millum politiska
myndugleikan og Strand
ferðsluna.
Nýggjan bygnað
Nevndin, sum hevur latið
seianstu frágreiðingina um
strandfararsiglingina heldur,
at fyrsta stig, sum takast
má, er at broyta bygnaðin í
Strandferðsluni.
Tætta tilknýtið millum
politiska myndugleikan og
SSL merkir, at ikki nóg
greiður skilnaður er millum
henda myndugleika og tæn
astuveitingina.
Hetta merkir, at tænastu
veitarin í mongum førum
umboðar
bæði
tænastu
keypara og tænastuveitara,
og at politiski myndugleikin
ávirkar dagligu tænstuveit
ingina og avgerðir ov nógv.
Víst verður til tey gomlu
álitini, sum vísa til, at rættast
er at gera SSL um til eitt
alment partafelag, men tað
eru tó treytir, sum mugu
uppfyllast
áðrenn
hetta
verður gjørt, heldur nevndin.
Tað er ásett í reglugerðini
fyri SSL, at fyritøkan skal
virka á handilsligum grund
arlagi, men tað er greitt, at
sektorpolitisku atlitini til
m.a. flutningsskylduna viga
tyngri enn handilsliga grund
arlagið.
Sostatt er SSL ein fyri
tøka, sum bæði skal taka
vinnulig
og
samfelagslig
atlit. Tá hesi kunnu stríða
ímóti hvørjum øðrum, er
neyðugt
í
lóggávu
(ella
sáttmála) at áseta tær treytir
og karmar, sum partafelagið
skal virka undir.
Fyrimunur
Størsti fyrimunurin av at
leggja Strandferðsluna í eitt
alment partafelag, verður, at
hjá einum aprtafelag er tað
avgerandi, at tað verður rikið
so effektivit sum til ber.
Handilsligu fortreytirnar
telja mest og tí er effektivi
sering og virðisskapan av
gerandi.
Júst hesi málini hóaska
ikki altíð so væl saman við
áhugamálunum hjá politisku
skipanini.
Tá ið talan er um eitt
alment partafelag, so verður
stovnurin munandi leysari
frá tí politisku skipanini, tá
ið tað snýr seg um smálutir.
At stovnurin er eitt al
ment partafelag heldur enn
ein almennur stovnur, ger
eisini, at fíggjarliga kann
partafelagið virka á annan
hátt. Millum annað kann eitt
partafelag taka lán til íløgur,
sum lángevarin metir fara at
betala seg fyri felagið.
Tað ber eisini betur til at
leggja raksturin til rættis, tá
ið stovnurin ikki er knýttur
at játtan, sum skal fornýggj
ast hvørt einasta ár.
Arbeiðsbólkurin mælir til,
at møguleikarnir fyri bygn
aðarbroytingum í SSL verða
kannaðir nærri.
Mett verður, at parta
felagsformurin kann vera
ein skilagóð umskipan fyri
virksemið hjá SSL, sum kann
loysa fleiri trupulleikar.
Tað eru tó fleiri ivamál,
sum eiga at verða kannað
nærri, áðrenn farið verður
víðari við eini slíkari loysn.
Um partafelagsformurin
verður valdur, mælir arbeiðs
bólkurin sum útgansstøði til,
at serligar ásetingar um løn
og samsýning til nevnd og
stjórn verða ásettar í stovn
ingarlógini, eins og ásetingar
um innlit eiga at vera gald
andi.
Ein annar háttur at loysa
avbjóðingarnar við játtanar
skipanini er at umskipa játt
anina til SSL soleiðis, at
landsfyritøkan t.d. fær eina
5-ára játtan at arbeiða við.
Hetta hevði m.a. betrað
um fortreytirnar fyri eini
skynsamari fíggjarstýring og
einum effektivari rakstri.
Royndirnar við útveiting gera tað ikki bíligari
Hóast ikki nógv er útveitt, so metir ein arbeiðsbólkur, at tað ikki verður
betri og bíligari at privatisera stradfararsiglingina
Endamálið at veita almennar
tænastur út er, at tænastan
verður betri og at prísirnir
verða lægri.
Arbeiðsbólkurin, sum
hevur kannað um tað ber til
at útveita strandfarasigl
ingina í Føroyum heldur ikki,
at royndirnar higartil í Før
oyum benda á, at hetta fer at
loysa seg.
Bólkurin vísir á, at útveit
ingin av Bygdaleiðum og av
siglingini millum Sørvág og
Mykines hava víst, at almen
na ískoyti er vorðið munandi
størri enn tað var undir al
menna leistinum.
Kanningarnar hjá bólki
num vísa eisini, at ta hevur
víst seg, at sáttmálarnir eru
ikki nóg væl gjørdir og av tí
sama er eftirlitð heldur ikki
nóg gott.
“Royndirnar staðfesta, at
tað er neyðugt at upprað
festa sáttmálastýringina og
at seta neyðuga orku av til
fyrireiking av útbjóðingar
tilfari og sáttmálatreytum og
til eftirfylgjandi stýring og
eftirlit av sáttmálunum.
Somuleiðis metir arbeiðs
bólkurin, at tørvur er á mun
andi tillagingum í útbjóðing
artilfari og sáttmálum fyri
Mykinesleiðina
og
fyri
Bygdaleiðir, um útveitingin
skal halda á fram”.
Sáttmálastýringin
Í fleiri støðum í frágreið
ingini, suma rbeiðsbólkurin
hevur gjørt, verður víst
á, hvussu stóran týdning
tað hevur, at sáttmálarnir
eru
rætt
gjørdir
og
at
sáttmálastýringin er í lagi.
Eru sáttmálarnir ikki nóg
neyvir er torført hjá einume
ftirliti at fylgja við, hvat
verður uppfylt av tí, sum er
avtalað.
Mykines-leiðin
verður
nýtt sum dømi um at vísa, at
hóast farleiðin er útveitt og
talið av ferðafólki er økt
munandi, so eru útreiðslur
nar hjá tí almenna eisini
hækkaðar munandi seinastu
árini.
Ferðafólkatalið er tvífalt
so stórt í dag, sum tað var, tá
ið landið sjálvt stóð fyri
rutuni.
5.600
fólk
ferðast
til
Mykinesar í 2009, meðan
talið í fjør var 12.700. Hetta
kemst millum annað av, at
báturin, sum verður nýttur,
er væl betri egnaður til
siglingina
og
tkur
fleiri
ferðafólk.
Útoyggjafelagið
hevur
eisini sagt, at ansast má eftir,
at komfortin ikki fer niður
aftur á tað, sum hon var
áðrenn útveitt.
Í 2005 kostaði leiðin tí
almenna á leið hálva milljón
– í fjør var prísurin eina
milljón fyri tænastuna til
Mykinesar.
Smyril førir nógv fólk, men kortini kostar leiðin 50 milljónir krónur afturat inntøkunum