Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 139 - 23. juli 2004 Nr. 139 - 23. juli 2004 3 Sum heitt breyð Samskiparin fyri Listastevnuna heldur, at føroyingar eru ógvuliga tilvitaðir um góðsku. Í ár eru før- oyingar eisini skjótir eftir atgongu- merkjum LISTASTEVNAN Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ársins Listastevna fer av bakkastokki 6. august. Eftir at fyrireikararnir og á- skoðarar hava lagt tríggjar stevnur afturum seg, so er í øllum tað broytt, at á- skoðararnir eru so grammir eftir atgongumerkjum, at ein fittur partur longu er seldur í forsølu. – Føroyingar eru øgiliga tilvitaðir um góðsku. Vit fáa øgiliga nógvar aftur- meldingar frá fólki. Tað mesta positivt, men eisini góður konstruktivur kri- tikkur, sigur Oddvá Natte- stad. Tey umleið níggjuhundr- að atgongumerkini til Jethro Tull vórðu seld eftir fáum døgum. Men eisini onnur tiltøk hava gingið væl at selt hjá at-gongu- merkjasøluni. Heimsstjørna Kiri Te Kanawa veit í øllum før- um, at meira enn tveir trið- ingar av stólinum í salinum verða upptiknir, tá hon fer at syngja 7. august. Kon- sertin hjá Kiri Te Kanawa verður fyri umleið 390 fólkum. Á konsertini hjá Jethro Toll verður stóri sal- urin opin aftur í Klingruna, soleiðis at pláss er fyri teimum níggjuhundrað fólkunum. Tað er ikki vist, men tað er møguligt, at konsertinar hjá Teituri og Eivør eisini verða fyri- skipaðar á henda hátt. Bæði Teitur og Eivør selja væl. Oddvá Nattestad, sam- skipari fyri Listastevnuna, sigur, at eisini onnur tiltøk ganga væl í forsølu. Eitt tiltak, sum fyrireik- ararnir hava hug at nevna, er marionett leikurin the Battle of Stalingrad. Tað er Tbilisi Municipal Theatre, ið framførir. Hesin leikurin hevur fingið framúr góð ummæli aðrastaðni, men vitanin millum manna í Føroyum er mestur rætti- liga avmarkað. Føroyskir framsýnarar Fitt av føroyskari list slepp- ur eisini framat á stevnuni. Eitt nú eru fleiri fram- sýningar við føroyskum listafólki. Vit hava spurt samskiparan, um tað er eitt mál í sær sjálvum at hava ein ávísan part av føroysk- ari list? – Stýrið strembar eftir, at so nógvar listagreinir sum gjørligt eru við, at fáa før- oysk listafólk, norður- lendsk listafólk og altjóða listafólk - á einum lista- ligum høgum støði, sigur Oddvá. Tbilisi marionett er ein heldur øðrvísi lýsing av blóðuga slagnum um Stalingrad. Tølini hjá TV2 vóru frá 2001, men danska sjónvarpsrásin heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Fiski- mannafelagið vísir á, at manningarnar á nótaskipum mynda seks prosent av samlaðu manningini við størru skipunum SJÓNVARP Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað eru tøl fyri manninga- hýrur á nótaskipum í 2001, sum í hesum døgum fáa danskar politikarar at seta spurnartekin við blokk- stuðulin til Føroya. Danska sjónvarpsrásin TV2 heldur fast við sítt. – Vit kundu kanska verið meira nágreinilig og sagt, at tølini vóru fyri nótaskip í 2001, men vit taka einki aftur, sigur Lotte Mejlhede, undirstjóri á TV2 tíðinda- deildini. Tað varð í innslagnum, sum TV2 sendi mánakvøld- ið, sagt, at føroyskir fiski- menn við teimum stóru skipunum forvunnu 664.000 krónur árliga eftir skatt. Tølini hjá TV2 eru fingin til vega frá heimasíðuni hjá Føroya fiskimannafelag, verður sagt. Formaðurin fyri Felagið nótaskip, Atli Hansen, sig- ur, at í 2001 vóru átta nóta- skip í flotanum. Síðani er talið av skipum minkað til sjey. – Í alt hevur manninga- talið verður umleið hundr- að mans fyri øll skipini. Harav hava kanska 70 mans forvunnu hasa miðalinn- tøkuna, sigur Atli Hansen. Atli Hansen leggur aft- urat, at 2001 var eitt av teimum góðu árunum, sum nótaskipini upplivdu í árunum 1999 til 2002. Tøl frá Føroya Fiski- mannafelag vísa, at fiski- menn við nótaskipum mynda 6% av samlaða manningatalinum við "stór- um" skipum. Hetta merkir, at hvør fimtandi fiski-mað- ur við stórum skipum siglir við nótaskipum. Einki skeivt Lotte Mejlhede heldur sum sagt fast við, at tey ikki hava gjørt nakað skeivt í innslagnum. Við Útvarp Føroya sigur hon, at inn- slagið varð gjørt fyri einum mánaði síðani, og tá vóru tey feskastu tølini, ið vóru tøk, nýtt. Men Óli Jacobsen, for- maður í Fiskimannafelag- num, heldur, at grundleggj- andi journalistisk prinsipp eru brotin. – Tá mál av hesum slag- num stinga seg upp, so eigur tú sum journalistur at ansa ótrúliga væl eftir, at alt er rætt, sum tú ber fram, sigur Óli Jacobsen. Tíðindakvinnan Line Geertsen, sum hevur gjørt innslagið, hevur sett seg í samband við Òla Jacobsen og Føroya Fiskimannafe- lag. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á henni. Óli Jacobsen sigur Íblást- urin til innslagið kom frá einari grein í Berlingske Tidende um skattalætta og blokkstuðul fyrst í juni, ið nógv óivað minnast. Danir fáa fyrimunir Í innslagnum hjá TV2 verð- ur róð framundir, at orsøkin til, at føroyskir fiskimenn kunnu vinna sær so nógvan pening er skattalættin til sjómenn, sum verður fíggj- aður av blokkstuðulinum. Hvørki Atli Hansen ella Óli Jacobsen halda nógv um, at hesir táttir verða koplaðir saman á henda hátt. – Nótaskipini høvdu nøk- ur góð ár. Og tað høvdu tey havt við ella uttan nakran blokkstuðul, sigur Atli Hansen. Formaðurin í Fiski- mannafelagnum heldur somuleiðis, at tað ikki er rætt at gera sær tílíkar nið- urstøður. Óli Jacobsen vísir eisini á, at danskir fiskimenn ikki eru heilt fyriuttan skatta- fyrimunir. – Danskir fiskimenn hava eisini ein skattalætta og aðrar fyrimunir, sigur Óli Jacobsen. Frá seks til hundrað prosent Miðaltalið fyri hýrurnar 6% av føroysku fiskimonnum við "størri" skipum er grundarlagið undir tí nógv umrødda innslagnum hjá TV2 Onkur hevur gjørt seg inn á annan bjargingarkransin, sum hongur við Gróthústanga við Leitisvatn í Vágum. Tað er Reyði Krossur Føroya, sum hevur hongt kransin upp HERVERK Edvard Joensen Vágar: Línan, sum hoyrir til ein bjargingarkrans, sum hongur við Gróthústanga í Vágum, er skorin av og er horvin. Kransurin sjálvur hekk einamallur eftir, men er ikki til nakra nyttu, tá ikki øll útgerðin er tøk. Tað er Reyði Krossur Føroya, sum hevur hongt útgerðina upp við Leitis- vatn, eins og gjørt er aðra- staðni í landinum. Tilsam- ans hevur Reyði Krossur Føroya hongt 18 bjarging- arkransar upp ymsastaðni í landinum, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya. Fólk frá Reyða Krossi Føroya hava verið og hugt at útgerðini og staðfest, at herverk er framt. – Tað er harmiligt, at so skal vera, sigur formaðurin, tí hetta er ikki hongt upp fyri okkara skuld, men til at hava til at taka hjá tiemum, sum ferðast her, um brúk skuldi verðið fyri tí. Og ein bjargingarkransur við ong- ari línu er lítið verdur, sigur hann. Hóast tað er Reyði Krossur Føroya, sum hevur fingið útgerðina til vega og hongt hana upp, er tað Lions Club Vágar, sum fíggjaði uppsetingina frá byrjan, sigur Suni Vinther. Hann greiðir frá, at fýra slíkir bjargingarkransar hanga við Leitisvatn. Tveir eru við Gróthústanga, ein er á sandinum í Vatnsoyr- um, og ein er á flúgvara- bedingini. – Tá vit vóru í Vágum og kannaðu útgerðina hendan dagin, hongdu vit eisini ein bátshaka upp á flúgvara- bedingini, sigur Suni Vinther. Reyði Krossur Føroya hevur eisini eitt skelti, sum verður sett upp, har bjarg- ingarkransar eru fram við sjónum. Á hesum skelti er ein ávarðing og ein áheitan á fólk um ongantíð at lata smábørn ferðast fram við bryggjukantum ella í fjør- uni uttan at vera ílatin bjargingarvest, sigur for- maðurin í Reyða Krossi Føroya. Suni Vinther letur annars at, at útgerðin sum heild fær frið. Tó hvarv annar kransurin í Sandágerði nú fyri stuttum. Allur sum hann var. Har varð so bein- anveg hongdur ein nýggjur uppaftur, sigur hann. Herverk á bjargingarútgerð Línan, sum hoyrir til annan bjargingarkransin við Gróthústanga, varð herfyri skorin av og stolin. Nú hevur Reyði Krossur Føroya hongt nýggja línu upp. Formaðurin hamast um, at slík útgerð ikki fær frið Mynd: Edvard Joensen Í vikuni var onkur ein túr kring Eiðisvatn. Ikki eitt menniskja var at síggja, men kortini sást væl, at har høvdu verið fólk. Viðkom- andi hevur sent Sosialinum hesar myndirnar. Rusk, tómar fløskur og annað lá rak rundanum vatnið, tí gestirnir høvdu ikki verið nakað serliga raskir at rudda upp eftir sær – og tað kann ikki sigast annað enn vera harmiligt. -ib Dálking runt Eiðisvatn Órudd og rusk liggur og flýtur kring Eiðisvatn. Hóast onki fólk er at síggja, so sæst, at vitjandi hava verið, ið ikki hava ruddað upp eftir sær C M Y K 3 2