Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 139 - 23. juli 2004 Nr. 139 - 23. juli 2004 5 Fragd og Fimi, sum leingi hevur verið ein- asta venjingarmið- støð í Havnini, fer í næstum at fáa kapp- ing. Yndi, sum heldur til longri úti við Strond, letur ætlandi upp síðst í august. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at byggja gomlu hølini um til eina venjingar- miðstøð VENJINGARMIÐSTØÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Regin Vágadal, sum er ein av monnunum handan hug- skotið í Yndi, heldur av- gjørt, at tørvur er á eini tí- líkari venjingarmiðstøð afturat. – Vit hava kannað tørvin í grannalondunum, og tað vísir seg, at saman- bera vit okkum við tey, so eru vit langt aftanfyri. Men rákið er um at koma henda- vegin eisini. Fólk eru farin at hugsa meiri um kropsliga vælveru, og tí er áhugin fyri slíkum venjingarstøðum vaksandi. Í Fragd og Fimi tykist eisini vera fult, sigur Regin. – So vit meta av- gjørt tørvin vera til staðar. Nakað fyri øll Ætlanin við nýggja venj- ingarhølinum er, at hava nakað fyri øll. Bæði vand og óvand, ung sum eldri. Yndi fer at bjóða venjing í Aerobic, spinning og bal- lett. Tey fara at hava rógvi- maskinur og eitt renniband, umframt vanligu vektirnar, ið eru til ymsu kroppslutir- nar. Eisini verður møgu- leiki at sóla sær. Tey fara sostatt at hava størri útboð enn kappingarneytin. – Út- gerðin er komin og hon er øll spildurnýggj. Hølini eru somuleiðis sett í stand, so alt er nýtt og 1. floks. Nú fara vit undir at seta alt upp, sigur Regin Vágadal. Hann undirstrikar, at ætlanin er at hava venjing fyri øll. Eitt av serligu til- boðunum verður, at tá ið tú kemur inn fyrstu ferð, kanst tú tosa við ein ráðgeva, sum kann vísa á tín persónliga venjingatørv. Við hesum fært tú góð ráð um, hvussu júst tín venjing skal vera, fyri at tú skalt fáa sum mest burturúr. Eisini er ætlanin altíð at hava tvey starvsfólk í dagtímunum. Eitt, sum stendur handan diskin og eitt, sum gongur runt í høl- unum, og vísir fólki hvussu tey skulu bera seg at við ymsu maskinunum. – Eg havi vant nógv sjálvur, og eg havi sæð alt ov nógv til fólk, sum ikki duga at nýta ymsu maskinurnar, og tí venja skeivt. Hjá okkum skal tað vera eitt krav, at fólk venja rætt. Tí skal eitt starvsfólk ganga runt og rætta tey, sum ikki duga. Um onkur ikki sigur teim- um hvussu tey skulu bera seg at, so hava tey ongan møguleika at læra hvussu maskinurnar skulu nýtast, sigur Regin. Hann sigur, at tað er so ótrúliga týdningar- mikið at venja rætt, tá ið vant verður og at tey í Yndi tí fara at seta tað sum krav. Samansett venjing Regin sigur, at tey í Yndi hava varhugan av, at fólk eisini sakna eina bíliga, men fjølbroytta venjing. Sum nú er, mugu fólk gjalda eina ávísa upphædd fyri at venja við vektum, eina aðra upphædd fyri at spinna og eina triðju upp- hædd fyri at gera aerobic. Tað verður tískil sera dýrt, um tú ynskir at venja fleiri ymisk ting. – Vit ætla at skipa tað so- leiðis, at tú t.d. rindar eitt ávíst mánaðargjald, sum gevur tær møguleika at venja so ofta tær lystir í ein mánað. Í hetta gjaldið verða so øll okkara tilboð íroknað. T.v.s. at um tú ein dag ynskir at lyfta vektir, næsta dag at spinna og triðja dag bæði at gera aerobic og rógva, so kanst tú tað, uttan at gjalda nakað eykagjald. Alt verður rokn- að í mánaðargjaldið, slær Regin Vágadal fast. –Vit fara at heingja tekningar- listar upp í hølunum, sum fólk kunnu skriva seg á, um tey ynskja at spinna, gera aerobic ella ballet. Síðani er bert at møta upp avísu tíðirnar, uttan at gjalda nak- að eyka. Tá tú ert komin inn, eru øll tilboð opin. Enn er tó ikki endaliga fastlagt hvat gjaldið fer at verða. Tað fer tó at liggja á umleið somu príslegu, sum gjaldið í Fragd og Fimi. Ætlanin er eisini at hava somu skipanir við mánað- ar-, kvartals- og ársgjald- um, sum Fragd og Fimi hevur. – Eg haldi ikki, at fólk hevur nakað ímóti at gjalda, um tey vita, at tey fáa nak- að fyri pengarnar. Vit hava nýggja útgerð og fara at leggja okkum eftir eini góðari service, m.a. ætla vit at hava opið allan dagin allar dagar, eisini í viku- skiftinum. Vit koma at hava fakfólk til arbeiðis, sum vita hvat tey tosa um og sum kunnu ráðgeva kund- anum. Regin sigur seg ikki vita hvussu nógv fólk fara at kunna venja í senn, men hann staðfestir, at Yndi fer at hava ein greiðan politikk, tá tað kemur til kundatal. – Tá tað er fult, so er tað fult og so mugu fólk bara bíða inntil onkur fer avstað, fyri at sleppa inn. Vit fara ikki at proppa fólk inn, bara so vit kunnu tjena pengar. Fólk skulu tíma at vera her, og tað tíma tey ikki serliga leingi, um tað verða ov langar bíðirøðir, sigur Reg- in. – Men av tí, at vit fara at hava so góðar upplatingar- tíðir, skuldi tað tikið nakað av trýstinum, sigur hann. Byrja í august Ætlanin er, at venjingar- miðstøðin í Yndi skal lata upp fyri almenninginum seinast í august. – Vit hava sum sagt akk- urát fingið útgerðina til landið, so nú fara vit at skrúva hana saman og seta hana upp. Ætlanin er eisini at royndarkoyra venjingar- tólini í einar tvær vikur, áðrenn vit av álvara lata hurðarnar upp. So síggja vit hvussu alt fungerar og um okkurt skal broytast, greiðir Regin Vágadal frá. – Um eitthvørt hendiligt óhapp skuldi hent, so er tað betur at tað ikki er opið fyri al- menninginum tá, men at tað eru fólk, sum eru inni og royndarvenja, sigur Regin. Eini 3-4 fólk fara at ar- beiða í Yndi. Tvey verða fulla tíð, meðan hini so fara at taka vikuskiftisvaktir o.a. – Vit gleða okkum at lata upp, og jú, vit síggja av- gjørt ljóst uppá tað, stað- festir Regin Vágadal at enda. Yndi víðkar virksemið Regin Vágadal, sum er ein av eigarunum í Yndi, heldur avgjørt tørv vera á eini venjingarmiðstøð afturat. Vit síggja ljóst uppá tað, sigur hann Savnsmynd Fyri meginpartin av gestunum á G!, mundi talan vera um eina sera góða og positiva uppliving. Tað vóru tó nøkur, sum fingu eina heldur keðiliga heilsan frá ferðslupolitinum, táið tey komu aftur til bilin. Nógvir bilar høvdu fingið parker- ingsbót, eftir at hava sett bilin frá sær har, ið G! vaktirnar vístu á G! Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Jógvan Ósá, løgreglumaður í Runavík, sigur hetta vera sera harmiligt, og at okkurt er gloppið í samskiftinum ímillum fyrireikarar, ar- beiðsfólk og løgreglu. Hann sigur, at tað í ong- um førum er loyvt at seta bilin á landsvegi. – Vit høvdu av trygdaráðum enná sett skelti upp, sum vístu, at tað ikki var loyvt at parkera á høvuðsvegnum. Á G!-festivalinum í fjør var sama skil, við bilum par- keraðum á landsvegnum. Tá var veðrið keðiligt, tað var toka og myrkt, og vit vóru bangnir um øll tey fullu fólkini, sum gingu og mólu ímillum bilarnar úti á landsvegnum. Har er há- marksferðin 80, so kundi verið so skjótt, at ein van- lukka hendi, sigur Jógvan Ósá. – Í ár valdu vit tískil at binda um heilan fingur, og vit samráddust við nevnd- ina fyri G!-festivalin, um hvussu vit best kundu skipa trygdina á vegnum, sigur hann. Okkurt er gloppið Avtalað var, at royna at forða bilum at parkera á landsvegnum. Løgreglan í Eysturoynni var og tosaði við ábygdarfólk, og for- boðsskelti vóru sett upp á landsvegnum við Syðru- gøtu. Tó vóru nakrar vaktir, ið allarhelst ikki hava fingið boð um hetta, tí teir bóðu spyrjandi bilførarar um at parkera bilin júst á lands- vegnum. – Tá tað kemur ein maður í gulum vesti við G! á búk- inum og sigur fólki, hvar tey skulu seta bilin, so skilji eg væl at fólk so akta og gera sum viðkomandi sigur. Har man okkurt vera gloppið í samskiftinum, og tað er sera harmiligt, heldur Jógvan Ósá. Hann var sjálvur og tos- aði við tey, sum høvdu ábyrgd av vaktunum, og hann sigur, at hann gekk út frá, at boðini fóru at verða borin víðari til tey, sum skuldu standa vakt. – Men sjálvandi, sigur hann, – tað vóru so nógv fólk, sum skiftust um at standa vakt. Tey mundu bara standa ein- ar 2 tímar í senn, so tað er skjótt til, at okkurt gleppur burtur ímillum, sigur Jógvan Ósá. Klaga til fútan Hann sigur víðari, at vaktir- nir, sum bóðu fólk parkera á landsvegnum, als ikki høvdu til uppgávu at skula leiðbeina bilarnar í par- keringsviðurskiftum. – Tað er sjálvandi sera beklagi- ligt, at tílíkar misskiljingar skulu henda, men har er sum sagt okkurt gloppið í samskiftinum. Jógvan sigur, at um fólk halda seg hava verið úti fyri órætti, hvat ið bótini við- víkur, so mugu tey skriva til fútan og greiða honum frá støðuni. Hetta er einasti háttur at mótmæla. – Fútin tekur so støðu, hvørt hald er í mótmælin- um ella ikki. Hann kann eftirgeva bótina, um hann heldur hana vera givna av órøttum. Og her er so onkur feilur hendur, tá fólk bein- leiðis hava fingið boð um at seta bilin á landsvegin, staðfestir Jógvan Ósá at enda. Parkeringsbøtur á G! Ferðsluløgreglan skrivaði 38 bøtur leygarkvøldið á G! festivalinum. Tey, ið hava fingið bøturnar, eru sera ónøgd, tí G! vaktirnar vístu teimum á, hvar tey skuldu seta bilin Savnsmynd C M Y K 5 4