fríggjadagur 23. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 139 - 23. juli 2004
Nr. 139 - 23. juli 2004
7
Krabbagágga í egnum landi:
prísurin fyri útferðina ikki
er hægri enn 150 krónur, ið
má metast sum ein rímilig-
ur kostnaður.
Veðrið er nærum so gott
sum yvirhøvur gjørligt, tá
tann fulli, kanska nakað
fulli, báturin stevnir út úr
Vestmanna.
Á
onkrum
ferðavinnufaldara havi eg
sæð fólk ílatin hjálmar og
bjargingarvestar umborð á
bátinum, men ein góðan
dag sum í dag er eftir øllum
at døma ikki neyðugt við
slíkari útgerð. Í hvussu er
verður eingin biðin um at
lata seg í hana. Tað passar
mær fínt. Kann ikki torga at
vera yvir-
vardur. Men kanska áttu
børnini umborð at fingið
boð um at farið í bjarg-
ingarvestar.
Umborð eru fyri tað mesta
donsk ferðafólk, og tey
gapa av ovfarni, meðan
stóri glastrevjabáturin sník-
ir seg inn í smøl sund og
spakuliga fer bakkandi út
aftur. Ein langhærdur ferða-
maður í motorsúkklubuks-
um, ið stendur við mína lið,
gapar eisini uttan fyri sund-
ini, og eitt hjartaligt geisp-
andi ljóð hoyrist um allan
bátin. Tað man tó
neyvan vera tí at hann
keðir seg. Møðin er
bara um at vinna á
honum her úti í
frísku luftini.
Hvørja ferð vit sigla inn um
eina dranga ella inn í smøl
sund koma myndatólini
fram, og tey djarvastu
ferðafólkini fara kleyrandi
eftir dekkinum har frammi
fyri at fáa júst røttu mynd-
ina. Tað er helst nakað um
tað, sum ein gamal skipari
einaferð segði mær. Danin
er ongantíð bangin á hav-
inum, tí hann veit ikki hvat
er at vera bangin fyri.
Heilt frammi í stavninum
situr eitt tilkomið danskt
par. Tey eru púra burturi
í hesari upplivingini.
Tá skiparin ímóti endanum
á túrinum kemur fram við
kaffi, ókeypis kaffi, verður
tað næstan ov nógv fyri tey.
– Nej, er det til os? Dette
er helt fantastisk!, siga tey
bæði mestsum við ein
munn, og lova skiparanum,
at hendan túrin fara tey
ongantíð at gloyma.
Kaffið verður servarað úr
súrróma bikørum frá Mjólka-
virkinum – eitt vælkomið
tekin um at sjálvt størsta
ferðamannamálið í Føroy-
um í ávísan mun hevur
varðveitt sína serføroysku
sjarmu.
Krabbagoggurutan:
Føroya
ferðamannamál
nummar eitt
Vestmanna
Vestmanna-
bjørgini
Krabbagággan skrivar:
Ein túrur undir Vestmanna-
bjørgini eigur sambært
ferðahandbókini
Lonely
Planet at vera ovast á
ynskilistanum hjá einum
og hvørjum ferðamanni í
Føroyum, og tí ber illa til at
vera krabbagágga í egnum
landi uttan at fara ein túr.
Havið undir Vestmanna-
bjørgunum man vera best
vitjaða ferðamannamál í
Føroyum, og tað sæst á øll-
um brøgdum. Tveir litfagr-
ir skúrar ovurpríddir við
plakatum og myndum frá
túrinum standa á keiini, og
rundanum standa ferðafólk
í hópatali og bíða. Skeltir á
enskum, donsk-
um og týskum siga frá um
»vogelfelsen & grotten«,
og møguleiki er eisini at
greiða síni ørindi í tveim-
um hampiliga nossligum
vesiskúrum, áðrenn stigið
verður umborð á bátarnar.
Tvey feløg skipa dagliga
hvør í sínum lagi fyri fýra
útferðum. Lonely Planet
viðmælir túrarnar við før-
oyska bátinum »Urðar-
drangur«
hjá
Gunnari
Skúvadal, men eg fari av
tilvildarligum ávum við
glastrevjabátinum »Silju«
hja Palla Lamhauge. Kapp-
ingin millum tey bæði
feløgini tykist at vera hørð,
og tað er helst ein av
høvuðsorsøkunum til at
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í
mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal
hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki
hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar-
paradís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni
enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum
gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til
gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær
300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men
hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí
eisini her roynir hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært
tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum,
kann tað væl vera okkara krabbagágga.
Krabbagággan
»Hóast hann næststørsti býur á Streymoynni, er Vestmanna
lítið áhugaverdur. Flestu vitjandi koma her fyri at uppliva
stórbæra túrin undir fuglabjørgini, men fyri tey við meira
tíð, eru eisini nakrir góðir gongutúrar í økinum.«
Lonly Planet
um Vestmanna
Tú kanst senda krabbagágg-
uni uppskot og góð ráð um
ferðamál og annað á teldu-
post adressuni:
krabbagaggan@sosialurin.fo
Hjálp krabbagágguni
»Hesin avbera góði tveir tímar langi bátatúrurin til villu
fuglabjørgini, Vestmannabjørgini, á norður-vestur síðuni av
Streymoynni, er helst hæddarpunktið í Føroyum. Tá veðrið
er til vildar, siglir tú úr Vestmanna út á opið hav og upp eftir
vestaru strondini á Streymoynni til forberg og drangar, har
tað yður av fugli. Tá sjógvurin er nóg slættur, sigla bátarnir
ígjøgnum nøkur vøkur smøl sund, og tað kann vera, at tón-
leikur verður spældur í grottunum.«
Lonly Planet um túrin
undir Vestmannabjørgini
C
M
Y
K
7
6