Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 139 - 23. juli 2004 Nr. 139 - 23. juli 2004 9 Tjaldurs Apotek Hjálparfólk Søkt verður eftir hjálparfólki til vørugoymsluna at byrja 1. okt. 2004. Starvið umfatar m.a. móttøku av vøru, seta vørur upp á pláss, viðlíkahald av vørugoymslu. Umsøkjarar við royndum innan goymslu – goymslustýring hava fyrimun. EDV førleiki á brúkarastigi er eitt krav. Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at ringja fyri at hoyra nærri um starvið. Løn sambært lønarsáttmála við Fíggjarmála- ráðið. Umsóknir við møguligum viðmælum skulu vera Apotekinum í hendi í seinasta lagi 16.08.2004. Tjaldurs Apotek Postsmoga 3010 110 Tórshavn Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3819 Navn: Sp/f John A. Christiansen Adressa: Torfinsgøta 49, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 29.06.2004 Viðtøkudato: 29.06.2004 Kapitalur: Kr. 215.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 215.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: John A. Christiansen, Torfinsgøta 49, 100 Tórshavn. Stjórn: John A. Christiansen, Torfinsgøta 49, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Broncksgøta 16, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi innan koyrifrálæru og annað starv í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 20. juli 2004 Kristin Balle _______________________ Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Atlantsflog er komið væl áleiðis við fyri- reikingunum til at fara undir farma- flúgving ímillum Føroyar og útheimin, har høvuðsdenturin verður lagdur á fiskavørur FISKAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er ætlanin at fara undir regluliga flugving við fiski ímillum Føroyar og um- heimin. Atlantsflog er komið væl áleiðis við ætlanin at skipa regluligan farmaflutning við flogfari ímillum Føroy- ar og umheimin. Og Magni Arge, stjóri í flogfelagnum, sigur, at ætl- anin er at byrja longu tið- liga í heyst. Hann sigur, at høvuðs- denturin fer at vera lagdur á at flúgva við feskum fiska- vørum úr Føroyum til marknaðin í Evropa. Sostatt er tað mangt sum bendir á, at eitt høvuðs- ynski hjá føroysku fiski- vinnuni er í ferð við at verða gingið á møti. Seinastu tíðina hava fiskaseljarar aftaná fiska- seljarar gjørt vart við, at tað, sum er mest avgerð- andi fyri fiskivinnuna, er, at betri samband fæst ímillum Føroyar og umheimin so at tað ber til at fóðra markn- aðin við spillfeskum fiska- vørum so at siga dagliga. Tað allarbesta hevði ver- ið at fingið regluligan fiskaflutning við farma- flogfari, hava fiskaseljar- arnir sagt. Hetta hevur Atlantsflog tikið til sín og seinastu tíð- ina hevur føroyska flogfel- agið miðvíst arbeitt við eini roynd at fáa ein slíkan farmaflutning ílag. Og Magni Arge sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir farmaflutningin longu í heyst. Tá skuldi í hvussu so er Atlantsflog verið til reiðar. Spurningurin er kanska um fiskaútflytararnir verða til reiðar, hóast teir hava tvíhildið um, at hetta er ein- asta gongda leiðin. Bindandi avtalur Magni Arge sigur, at skal Atlantsflog undir eina slíka flúgving, verður tað neyð- ugt at fáa bindandi avtalur við fiskaseljarar um farm, so at at trygd fæst fyri, at flogfarið tær nóg mikið av farmi, tí annars fara end- arnir ikki at røkka saman. – Tað kostar næstan líka nógv at flúgva við farmi, sum tað kostar at flúgva við ferðafólki og tí er neyðugt at hava trygd fyri at flogfar- ið hevur vøru at flúgva við – helst báðar vegir. Hann sigur, at felagið hevur verið í sambandi við onkrar fiskaseljarar og teir hava stóran áhuga fyri at gera eina roynd. Men eitt er at flyta fisk úr Føroyum til útheimin. Skal ein tílík loftvegis farmaruta bera seg, verður tað neyð- ugt at flogfarið eisini fær vøru at flúgva heimaftur við. – Meiri vøru, flogfarið fær at flúgva heimaftur við, bíligari verður tað saman- lagt og bíligari verður tað sostatt eisini at flyta fiskin úr Føroyum. Og her kann ein trupul- leiki stinga seg upp. – Fiskurin, sum skal úr Føroyum, skal helst til Bretlands, Týsklands ella onkra aðrastaðir á megin- landið í Evropa. – Hinvegin kemur at kalla allur okkara innflutn- ingur úr Danmark. Sostatt verður tað ein avbjóðing at kunna tæna fiskivinnuni best møguligt og samstun- dis úvega flogfarinum farm at at flúgva heimaftur við, sigur stjórin. Ein millumloysn kundi verið at flogið til Danmark- ar við fiskinum, so at hann fór víðari við bili, ella við jarnbreytini, so at flogfarið kundi fingið farm heim- aftur við. Alt hetta eru møguleikar sum Atlantsflog kannar í løtuni. Flogvøllurin er ikki forðing Stjórin sigur, at verður farmaflutningurin settur í verk, fer Atlantsflog at leiga eitt flogfar til enda- málið. Hann sigur, at endamálið verður at leiga eitt flogfar, sum helst er av sama slagi sum tey, ið felagið hevur frammanundan. Tað hevur stóran dýdning fyri raksturin at flogførini eru so lík sum gjørligt, bæði fyri ta teknisku deild- ina og fyri útbúgvingina av starvsfólkinum o.s.fr. – Men hepnast hendan royndin, kunnu vit í longd- ini umhugsa at keypa eitt farmaflogfar. Magni Arge sigur, at farmaflogfør av hesum slagnum taka eini 9-10 tons av farmi og tað halda fiskaútflytarar er ein hóskandi nøgd. Hann sigur eisini, at flog- vøllurin í Vágum er ikki forðingin fyri at fara undir eina slíka farmaleið. – Hetta letur seg væl gera við flogvøllinum, sum er. At brúka flogvøllin sum umbering fyri ikki at flyta fisk út við flogfarið er undanførsla. Hetta er nógv meiri ein spurningur um at tryggja, at eitt flogfar hevur nóg mikið at flúgva við, enn tað er ein spurningur um flogvallarviðurskiftini, sigur stjórin í Atlantsflog. Hann sigur eisini, at endamálið er at gera hesa nýggju farmarutuna uttan stuðul frá tí almenna, tí hann ivast í, hvussu heppið tað er við almennum stuð- uli. – Kann tað gerast undir vanligum marknaðartreyt- um, hevði tað verið tað besta. Letur tað seg ikki gera, má onkur annar meta um, antin tað er rætt at lata ein ávísna almennan stuðul, fyri at fáa eina slíka ætlan á føtur, sigur Magni Arge. Magni Arge leggur aftur- at, at Atlantsflog hevur áður kannað møguleikarnar fyri at skipa eina slíka farma- leið, men tá hava útflytarar ikki verið áhugaðir fyri at gera bindandi avtalur um flutning. – Men nú tykist tað sum um at støðan er vend og nú tykjast útflytarar at vera meiri áhugaðir fyri at gera slíkar bindandi avtalur. Ætla at flúgva fisk úr Føroyum longu í heyst – Gongst sum ætlað, fer eitt flogfar sum hetta longu í heyst at flúgva við fiski úr Føroyum, niður til Evropa. Sostatt sær út til, at eitt tað hægsta ynski hjá fiskivinnuni verður gingið á møti C M Y K 9 8