Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 139 - 23. juli 2004 Nr. 139 - 23. juli 2004 11 Í gjár viðgjørdu vit her í oddagreinini tey sera áhugaverdu sjónarmið, sum Leif Høj, fiskaútflyt- ari setti fram í viðtalu við Sosialin. Viðkomandi vísti á teir truplu flutningsmøguleikarnar sum eina høvuðsorsøk til, at fiskaprísirnir ikki eru so høgir, sum teir annars kundu verið Útflytarin samanber støðuna í Føroyum við Ís- land, har tað oftast ber til at hava tey fesku fløkini á marknaðinum 24 tímar ella 48 tímar eftir, at fiskurin er avreiddur. Hetta gevur íslendingum ein sera stóran kappingarfyrimun, tí keyparin er sinnaður at rinda fleiri krónur eyka fyri kilo av daggomlu fløkunum. Útflytarin sigur, at eitt tað størsta framstigið fyri kappingarførið í Føroyum vildi verið at fingið so góðar flutningsmøgu- leikar, at tíðin frá tí, at fiskurin verður avreiddur, til hann er keyparanum í hendi, verður munandi stytt. Møguleikarnir fyri at føroyingar kunnu út- flyta fesk fløk við flogfari ella við skjóttgangandi skipi eiga tí at verða kannaðir. Heilt ítøkiliga mælir nevndi útflytari til, at bæði vinnan og landið verða við í eini ætlan, sum hevur til endamáls at tryggja okkum betri flutnings- møguleikar. Vit loyvdu okkum í gjár at gera vart við, at her er talan um eitt vinnuligt vandamál, sum bert kann verða loyst politiskt. Tað er eitt sera áhugavert hugskot, at vinnan og landið í felag sum skjótast fóru undir at loysa hetta vanda- mál. Slík model eru sera vanlig í okkara granna- londum, og hetta er helst tað besta hitt almenna kann gera til tess at hjálpa tí hart kroystu vinnuni, samstundis sum forðað verður fyri størri arbeiðs- loysi. Annað, sum er sera áhugavert í nevndu blaðsam- røðu er, at útflytarin heldur, at tað er skeivt at geva tímalønunum skyldina fyri, at kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni á landi er so vánaligt. Víst var á, at tað, sum hevur eina størstan týdningin fyri kappingarførið er, at vit fáa betri flutnings- møguleikar til útheimin. Tað eigur tískil at verða hildið uppat við einvíst at skylda uppá tímalønina, tá kappingarførið í fiskivinnuni á landi verður umrøtt. Føroya Arbeiðarafelag átti at tikið hendan táttin upp og stuðla kravinum um nógv betri flutningsmøguleikar. FA hevur tørv á, at fokus verður flutt frá tímalønunum. Útflytararnir hava brúk fyri øllum tí politiska stuðli, teir kunnu fáa til tess at fá bøtt um støðuna, og FA kann ivaleyst at ásannað, at nógv arbeiðspláss eru innan virksemisøkið fyri útflutningi av feskum fløkum. Fyri FA er ræður um, at allur fiskur kemur og fer um føroyskan keikant. Her hava allir partar nógv at vinna. DAGSINS MEINING Sosialurin Kappingarførið Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV frá Televarpinum Síðst í august byrjar Tele- varpið uppá triðja byggi- stigið í útbyggingini av digitala sendinetinum. Fyrsta byggistigið var høvuðsstaðarøkið, annað byggistigið var Klaksvík og meginparturin av Eystur- oynni. Í løtuni kunnu 65% av íbúgvunum í Føroyum móttaka signalið frá Tele- varpinum. Triðja byggi- stigið er partur av ætlanun- um hjá felagnum um at røkka enn fleiri føroyingum runt landið. Í fyrstu syftu verður sendistøð sett upp, sum bindir Hósvík upp í digitala sendinetið, sigur stjórin í Televarpinum, Laila Hentze, soleiðis at til ber at síggja Televarpið í Hósvík í september. Eisini er ætlan- in at seta útgerð upp, sum røkkur longur norður í Sundalagið seinni í ár. Vestmanna og Vágarnar eru eisini partar í triðja út- byggingarstignum hjá Tele- varpinum. Laila Hentze sigur, at tá ið triðja byggistigið er liðugt, fer signalið hjá Tele- varpinum at røkka í alt uml. 80% av íbúgvunum í Før- oyum. Sendinetið hjá Televarp- inum er sera framkomið og verður nýggjasta tøknin nýtt. Hetta gevur dygdar- bestu góðsku heima hjá Televarpshaldarunum. Grannalond okkara eru eisini í ferð við at seta digital sendinet upp, og Televarpið kann staðfesta, at Føroyar við digitala sendinetinum hjá Televarp- inum er undangonguland á hesum øki. Harumframt er Televarp- ið framvegis besti veitarin av fylgissveinasjónvarpi í Føroyum samanlíknað við aðrar útbjóðarar. Føroyskur tónleikur á Rás 1 hjá Televarpinum Televarpið hevur nú gjørt avtalu við rættindahavar- arnar um at spæla tónleik á Rás 1, sum er nýggja sjón- varpsrásin hjá Televarpin- um. Televarpið hevur avgjørt at spæla tónleik, sum før- oyskir tónleikarar hava gjørt ella spæla, sigur Laila Hentze. Avgerðin um at senda føroyskt tónleikatil- far kemur føroyskum tón- leikarum beinleiðis til góð- ar, tí meginparturin av upp- hæddini, sum Televarpið rindar til Koda, verður send aftur til tónleikararnar í Føroyum. Laila Hentze sigur, at vit hava nógvar góðar tónleik- arar í Føroyum, sum gera framúr góðan og fjølbroytt- an tónleik. Tískil hevur Televarpið avgjørt, at pláss skal vera fyri einum staði, har møguleiki er at hoyra føroyskan tónleik mesta partin av døgninum. Rás 1 kann sostatt eisini brúkast sum útvarpsrás. Á Rás 1 er eisini møgu- ligt at kunna seg um nýggjastu tíðindi frá Portalinum og Sosialinum, dagførd veðurtíðindini frá Landsverki og valuta frá Føroya Banka. Harumframt er avtala gjørd við Sp/f INNI, so at til ber at síggja sølulistan hjá felagnum av sethúsum og øðrum ogn- um. Á Rás 1 verður somu- leiðis øll kunning frá Tele- varpinum løgd út og dagførd. Laila Hentze sigur, at Rás 1 framhaldandi verður ment, og er ætlanin at fjøl- tátta tilfarið enn meira eitt nú við lýsingum og før- oyskt framleiddum sjón- varpstilfari. Um fleiri upplýsingar ynskjast er møguligt at ringja til Lailu Hentze, stjóra í Televarpinum, á telefon 340 340. Útbygging av digitala sendinetinum hjá Televarpinum Óli Jacobsen Fyribils hava vit hesar viðmerkingar til tað, sum varatíðindaleiðarin á TV2 segði við útvarpið í gjár. TV2 hevur ongantíð vent sær til FF í aktuella málin- um. Um teir høvdu gjørt tað høvdu vit ikki sagt, at okkara hýrutøl fyri 2003 ikki vóru tøk. Vit høvdu fyribils tøl longu við árslok og endalig tøl fyri flestu veiðubólkar ein mánaða aftaná. Um vit vóru spurd- ir, høvdu vit kunnað latið teimum tølini við frágreið- ing á donskum. Tískil hava vit heldur ikki víst TV2 til okkara heimasíðu. Vit høvdu held- ur ikki gjørt tað av teirri einføldu orsøk, at hon er bert á føroyskum, og tí ikki kann geva einum dana, sum neyvan dugur føroyskt, fullfíggjaðar upplýsingar. Men á okkara heimasíðu stendur heilt greitt undir ársfrágreiðing fyri 2003, at tølini eru til og tey verða eisini umrødd. Á heimasíð- uni stendur eisini, hvussu komast kann í samband við FF. Og hevði TV2 gjørt tað, høvdu teir fingið eina gjølla frágreiðing um tey viðurskifti, sum sendingin snúði seg um. Tá hugsað verður um, at teir hava nýtt ein mánaða at gera inn- slagið, er tað í hvussu er ikki tíðarneyð, sum er or- søkin til, at hetta ikki eru gjørt. Annars framgekk eisini av greinini í Berlingske Tidende um hetta mál, at tøl vóru tøk fyri 2003. Her skal leggjast afturat, at FF hevur ikki upplýst fyri TV2, at árið 2002 var enn betri fyri nótaskip enn 2001. Tað var nevniliga nakað lakari. Tískil er her talan um eina eftirrationalisering hjá TV2, fyri ikki at tala um ósannindi, sum einki grundarlag er fyri. Sam- stundis er váttað, at teirra kunnleiki til føroyska fiski- veiðu er nærum eingin, og tað sama er við áhuganum fyri at seta seg inn í viður- skiftini. Hetta kann bert eggja okkum til at koma til botns í hesum máli. Fyri tað, at TV2 ikki hevur havt samband við okkum, eru ábendingar um, at teir hava havt annað samband hend- an vegin, og tað er higani at tíðindi stava. VIÐMERKINGAR Viðmerkingar til Lotte Mejlhede Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Ellintur M. Abrahamsen Síðstu tíðina hevur aftur verið róð uppundir, at skattalættin til sjómenn skal burtur, ella í besta fall, so skal loftið fyri skatta- frádráttinum lækka. Tað verður tosað sum um, at tað føroyska sjó- fólkið hevur ov góðar sømdir. Sjálvt høgt stand- andi danskir politikarar halda seg framat og rópa upp um, at annaðhvørt skal skattalættin burtur, ella skal blokkurin skerjast. Tá tað manglaði pening- ur í barnsburðargrunninum, so varð beinavegin havt á lofti, at útgjaldið skuldi skerjast, og tað loftið, sum er, skal lækkast. At lækka útgjaldið, sum sjómenn fáa úr ALS, verður ikki rópt so nógv um, men tað er av tí einføldu orsøk, at har betala sjófólk bert inn til ALS, men fáa at kalla einki út úr ALS. Ikki tí at lógin forðar teimum fyri at fáa úr ALS, tá støðan er tann, at skipið, teir sigla við, liggur vegna eitthvørt, tað veri seg brek ella eina longri umvæling/nútímans- gering, og reiðarin tí við fullum rætti kann vátta, at hann einki arbeiði hevur til arbeiðsleysa sjófólkið. Nei, tað er meirilutin í stýrinum fyri ALS, sum hevur tikið tað støðu, at fiskimenn ikki skulu fáa úr kassanum. Sjálvur Hægstirættur hevur sagt, at stýrið fyri ALS eftir lógini kundi havt tikið ta mótsettu støðuna, t.v.s. sagt, at fiskimenn hava rætt til at fáa útgjald frá ALS. Staðfestast má, at fiski- menn og teir, sum teir um- boða, eru teir minni mentu, tá teir hava brúk fyri at fáa pening úr einum grunni, sum teir hava goldið til í dýrum dómi. Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað er rímiligt og rætt, at sjófólk ikki rinda skatt av allari sínari inn- tøku. Svarið vil helst bera brá av, hvørja borg ein skal verja. Tað kemst ikki utt- anum, at sjófólk ikki hava somu møguleikar at brúka teir møguleikar, sum fólk á landi hava, t.d. eftirútbúgv- ingar, sum eru í skúlunum um kvøldið. Sjófólkið hev- ur heldur ikki møguleikar til at brúka so nógv av øðrum tilboðum, sum eru av bæði einum og øðrum, og ikki minst, tann missur sum sjófólk hava við ikki at vera heima hjá familjuni. Tað verður sagt, at ein, sum hevur fortjent yvir 300.000, 400.000 ella 500.000 krónur, hann hevur ikki skattalættan fyri neyðini. Tað kann gott vera, at tað er rætt. Tey, sum halda tað, kunnu seta roknistykkið upp sjálvi. Skattaskipanin er soleiðis samansett, at tann sum fortjenar meira enn bæði 300.000, 400.000. ella 500.000 kr., hann rindar sín bróðurpart av skatti til húsarhaldið Føroyar. Bert tað, at ein sjómaður, sum sleppur lættari í skatti, hevur betri møguleika fyri at vera meira heima, ger, at skattalætti til sjófólk er rættur. Eg haldi tveir grund- leggjandi skeivleikar vera í skattalætta til sjófólk og teir eru: 1 At skattalættin ikki er galdandi fyri øll sjó- fólk. 2 At ein føroyingur, sum siglir við einum fremm- andum skipi, fær størri skattalætta enn ein før- oyingur, sum siglir við einum føroyskum skipi. Danskir politikarar hótta við, at verður skattalættin ikki avtikin, so skal blokk- urin lækkast. Víst verður á, at tað kann ikki vera rætt, at føroyskir fiskimenn skulu vera skatt- liga betur fyri enn danskir fiskimenn, og Føroyar sam- stundis fáa blokkstuðul úr danska ríkiskassanum. Til tað er bert at siga, at tá ein danskur politikari úttalar seg soleiðis, so má hann annaðhvørt vita ov lítið um skattaviðurskiftir hjá donskum sjófólki, ella má hann halda, at føroyingar onki vita um skattaviður- skiftini hjá donskum sjó- fólki, tí annars hevði hann ikki komið við sovorðnum møsni. Við atliti til fiskimenn, so er tað kanska rætt, at føroyskir fiskimenn rinda minni skatti enn danskir fiskimenn. Hinvegin, um vit framvegis halda okkum til fiskimenn, so eru teir donsku fiskimenninir nógv betur fyri við at fáa úr ar- beiðsloysiskassanum, enn hvat føroyskir fiskimenn eru. Við atliti til handils-flot- an, so vera skipari og manning á føroyskum handilsskipum skattaðir av 85% av teirra inntøku, meðan skipari og manning á donskum handilsskipum, sum eru skrásett undir DIS, ongan skatt rinda. Hesir somu eru kappingarneytar hjá føroyskum reiðaríum. Tað visti danski fólkatings- limurin kanska heldur ikki. Niðurstøðan má tí vera, at ræðumyndin, at seta skattalættan hjá sjófólki upp ímóti blokkinum, kann ikki viga tungt. Tí skal tað vera mín áheitan á Føroya Løgting: Latið Fólkatingið lækka blokkin, áðrenn Føroya Løgting lækkar loftið fyri skattalætta og harvið hækkar skattin hjá føroyskum sjófólki! Tá tosað verður um at lækka loftið fyri útgjaldið úr barnsburðargrunninum, so kann tað bert verða rætt, um loftið fyri inngjaldi eisini verður lækkað. Eg ivist onga løtu í, at flestu av teimum, sum eiga rætt til t.d. 35.000 úr barnsburðar- grunninum, hava goldið lutfallsliga meir inn í grunnin enn tey, sum hava fingið útgoldið t.d. 20.000 kr. úr grunninum. Tí eiga tølini at verða kannað, áðr- enn og um loftið fyri út- gjaldinum úr barnsburðar- grunninum verður lækkað, og síðan gera loft í fyri ingjaldið, so tað er samsvar millum inngjald og útgjald. Eg veit gott, at hetta er ikki serliga samhaldsfast, men mær tykir, at tað er neyðugt at vísa á hetta, fyri at fáa tey, sum altíð fáa út í mun til tað, sum tey rinda inn, at síggja, at tær hægru inntøkurnar í flestu førum gjalda munandi meir inn í skipanina enn tær fáa útaftur. Eiga at samtykkja ein umhvørvispolitikk Samgongan eigur at leggja eitt uppskot um almennan føroyskan umhvørivispolitikk til aðalorðaskiftis á tingi í næstu tingsetu. Soleiðis ber til at fáa ein orðað- an umhvørivispolitikk samtyktan, sum allir politiskir flokkar kenna seg bundnar at John Johannessen tinglimur fyri Javnaðarflokkin www.jokarin.com At landsstýrismaðurin í orkumálum hevur tikið ábyrgdina av orkufram- leiðsluni og er farin í gongd við at gera eina elveitingarlóg er fyrsta fruktin av, at hendan samgongan fram um allar aðrar setti sær fyri at føra ein virknan um- hvørvispolitikk. Samgongan er samd um, at umhvørvispoli- tikkur og orkupolitikkur eigur at verða høgt rað- festur politikkur. Tí fylla uppgávurnar á um- hvørvisøkinum meira í hesum samgonguskjal- inum, enn tær hava gjørt hjá nakrari undanfarn- arni samgongu. Samtykkja eina ætlan Men framvegis hava Føroyar ikki nakran beinleiðis umhvørvis- politikk samtyktan á Løgtingi, sum allir flokkar eru bundnir at. Orsøkin til hetta er helst tann, at føroyskir polit- ikarar áður ikki hava givið sær far um, hvussu álvarsom uppgáva tað er bæði fyri nútíðina og fyri okkara eftirkomarar, at virkað verður fyri ein- um reinum umhvørvi. Tí hevði tað verið eitt ógvuliga kærkomið og gott stig fyri føroyskan umhvørivspolitikk, um landsstýrismenninir í umhvørvismálum og orkumálum løgdu fyri løgtingið eitt uppskot til eina umhvørivissam- tykt, sum alt løgtingið kundi tikið undir við og harvið bundið seg til. Ein partur av inni- haldinum í einari slíkari samtykt, átti at verið ein ætlan fyri, hvussu vit minka um stóru luft- dálkingina, sum Føroyar nærum hava heimsmet í. Fyrr bumbuhóttan - nú umhvørvishóttan Fyri nøkrum árum síð- ani var kalda kríggið størsta hóttanin móti heimssamfelagnum. Tá tók Føroya Løgting fleiri ferðir støðu gjøgnum løgtingssamtyktir, mill- um annað um, at Føroy- ar skuldu vera uttan- veltaðar og at Føroyar skuldu vera kjarnorku- vápnafrítt øki. Hesar samtyktir hava allir flokkara á løgtingi síð- ani kent seg bundnar at. Nú er umhvørvisdálk- ing ein tann stórsta hótt- anin móti heimssam- felagnum. Tí hevði tað eisini verið rætt, um Føroya Løgting nú tók støðu og kendi seg bundið at hesi støðu. Altjóða ábyrgd At virka fyri einum rein- um og sunnum um- hvørvi er bæði eitt gott lokalpolitiskt stig og eitt gott landspolitiskt stig, sum kann hava stóra positiva ávirkan á okk- ara høvuðsútflutnings- vinnu, fiskivinnuna, eins væl og tað kann vera gott fyri føroyska ferðavinnu. Men samstundis snýr ein virkin umhvørvis- politikkur seg eisini um at taka ábyrgd saman við heimssamfelagnum. At taka altjóða ábyrgd fyri at lata okkara eftirkom- arar arva ein heim, har tað ber til at liva, uttan stórar og álvarsamar umhvørivishóttanir. Samtykkja allir flokk- ar ein miðvísan før- oyskan umhvørvispoli- tikk í næstu tingsetu, hava vit stigið eitt stórt fet ímóti at taka altjóða ábyrgd saman við um- heiminum. VIÐMERKINGAR Skattalætti og onnur gjøld til sjómenn Palli Dalsgaard At hækka hámarksferðina her hjá okkum er ein spurningur, ið er alt ov illa umhugsaður. Tað eru so mangir bilar í Føroyum í dag, at man spyr seg sjálv- an, um rúm er fyri fleiri. Tað er líka mikið, nær tú fer frá húsum, so møtir tú bil- um allan vegin, líkamikið hvar tú koyrir. Rætt er tað, at vit hava góðar vegir, men fólk gloyma, at vit hava ongar motorvegir, tí er koyringin her hjá okkum nógv møðsamari, enn har breiðir motorvegir eru. Vit síggja í bløðunum og hoyra fólk gremja seg um, at tey verða yvirhálað av teim flestu bilum, har ein lítil møguleiki er til tess, hóast tey halda hámarksferðina sum nú er. Tann yvirháling- in heldur ikki uppat, um markið verður hækkað, tvørturímóti. Tað Magnus Gunnarsson segði í Útvarpinum hetta kvøldið er púra rætt. Hann fráráddi at økja um ferðina. At ferðsluvanlukkurnar eru færri nú enn tær hava verið, er bert at frøast um. At hækka hámarksferðina C M Y K 11 10