fríggjadagur 23. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 139 - 23. juli 2004
Nr. 139 - 23. juli 2004
13
Góðu fundarfólk - av bygd og í
bý!
Varmakeldustevnan hevur aftur
í ár tilboð av øllum handa slagi.
Fólk samlast og kenningar hittast.
Gestablídni er í hvørjum húsi og
prátið gongur. Stak hugnaligt at
vera ein partur av hesi atmosferu
millum fjøllini. Vit hittast at
hugna okkum. Vit hava stundir at
hugna okkum í 3-4 dagar - men
hvussu brúka vit hinar dagarnar í
árinum - tá ið alt ov mong ikki
hava stundir!
Hvørjum stunda vit eftir?
Renna vit eftir materialismuni
- hvar er tá nøgdsemið?
Renna vit eftir tíðini - hvar er tá
tolsemið?
Renna vit undan tíðini -
hvørjum eru vit tá bangin fyri?
Moldbúgvarnir runnu av fjalli til
fjall eftir mánanum - teir fingu
onki burturúr!
Mær tykir, at vit renna ov nógv
og liva ov lítið!
Mær tykir, at alt ov fá okkara
hava stundir at vera til og at liva,
meðan vit liva! Piet Hein sigur
sigur:
Husk at elske,
Mens du tør det.
Husk at leve,
Mens du gør det.
Ongin okkara kann tveita burtur-
av sær ella umbera seg og siga, at
tað er hendan nútíðin, sum ger, at
vit ikki hava stundir. Nútíðin
hevur altíð verið - hon er bara ikki
altíð í senn. Langt fyri okkara tíð
- og langt fyri okkara tíðarrokn-
ing vistu nøkur, at lívið er eittans.
Bert vit sjálvi hava møguleika at
geva okkum stundir at liva - hóast
vit hava nógv at gera. Tí at hava
nógv at gera er ikki tað sama sum
at hava ringa tíð!
Danski
gudfrøðingurin
og
heimsspekingurin Kierkegaard
sigur um ár 1840, at tey flestu
menniskju hava so ringa tíð og
stunda so nógv eftir njótingini, at
tey drøna fram um hana. Tað
gongst teimum, sum við hinum
dvørginum, tá ið hann á slotti
sínum helt vakt yvir tí burtur-
fluttu prinsessuni. Bert tann eina
dagin unti hann sær ein døgverða-
slang. Tá ið hann vaknaði aftur
var prinsessan flýdd. Beinanvegin
lat hann seg í sínar sjeymíla-
skógvar og helt avstað; men
longu eftir fyrsta feti sínum hevði
hann runnið langt fram um prin-
sessuna.
Soleiðis renna mong okkara
eftir njóting og fullkomuleika - í
sjeymílaskóm. Men í tráanini
eftir eydnu eru vit farin langt,
langt yvir um ánna eftir vatnið -
og tó liggur njótingin og lívsgleð-
in her fyri fótum okkara. Men alt
ov nógv eru í sjeymíla skóm.
Eg sigi bara, stóðga á og tak
lívið at tær! Nýt veðrið - um tað
er stilli ella vindur, regn ella sól.
Nýt ljósið eina summarnátt. Nýt
myrkrið ein vetrardag. Hevur tú
nakrantíð verið á fjøllunum ella
havinum eina ljósa nátt - hví
hevur tú ikki? Hevur tú nakrantíð
givið tær stundir at lurta eftir
kvirruni - ella at lurta eftir veðr-
inum, børnunum, tínum nærm-
astu, tínum næsta! Nýt lívið og
nýt at vera til. Hvørjum hasta vit
eftir, um vit ikki hava stundir?
Kierkegaard sigur eisini, at
honum tykist tað mest láturliga av
øllum vera at hava ringa tíð. At
skunda sær eftir øllum. Hesi
menniskju, sum ikki hava stundir
at ganga men nærum renna, duga
ikki at liva, sigur Kierkegaard.
Nú skal eg skunda mær at
leggja afturat, at sambært Kierke-
gaard duga tit í øllum førum væl
at liva eina løtu í dag, tí tit hava
givið tykkum stundir til ein
fólkafund!
Kierkegaard heldur, at tann
mest komiska sjónin er at síggja
ein skundmiklan handilsmann
fúka avstað - skundandi fram um
øll hini, sum eru til gongu. Men
løtu seinni standa somu fólk lið
um lið og bíða, tí Knippelsbro í
Keypmannahavn verður heysað
upp, tí eitt skip skal undir hana. Í
dag síggja vit tað sama, tá ið
bilførararnir dystast um at koma
fyrstir fram til reyða ljósið at
bíða!
Tá er gott, at onkur okkara hev-
ur stundir. Hugsið tykkum, um
ongin hevði stundir at skipa fyri
ítróttinum, at skipa fyri felagslívi,
samkomulívi, vinnulívi, álvara og
gaman. Ja, hugsið tykkum, um
ongin hevði stundir at gera mar-
mennlar? Tá høvdu vit at sonnum
verið fátøk.
Um eitt listafólk ikki gevur sær
stundir, verður onki listarverk. At
skapa tekur tíð - at liva tekur tíð.
Lívið er eitt listarverk. Tess betri
stundir tú gevur tær, tess størri
virði liggur í lívinum. Listarfólk
hava stundir. Og listin rakar okk-
um. Í ár er hon vorðin enn sjón-
ligari í Fuglafirði. Vit kunnu velja
at gleðast um listina, at argast av
henni, at undrast av henni ella
bara lata hana fáa frið. Øll hava tó
eina meining um júst hesi listar-
verk, sum nú eru uppsett, tí tey
eru so sjónlig.
Marmennlarnir renna har úti á
arminum. Latið teir bara renna.
Teir hava ferð yvir sær, men tað
sær eisini út sum hava teir tíð at
hava skund. Ein situr, ein rennur.
Tann lítli er farin upp í loft. Teir
eru rættuliga livandi. Kanska
renna teir undan rokningini,
kanska renna allir norður til Frits,
kanska renna teir undan gjógvará-
monnunum og norður til bakka-
grellini. Latið teir bara renna - eg
smíli.
Marmennlar eru ikki óndir sum
trøll. Í søgnini eru teir stuttligir
og vinna okkum smáar neisir -
teir eru rættir knorlar, og søgnin
um Anfinn bónda í Oyndarfirði,
sum fekk ein marmennil á snørið,
sigur okkum, at marmennlar eru á
havsins botni. Teir arga okkum,
krøkja agnið av, tá ið vit liggja á
miði. Bóndin tók sín marmennil
heim til húsanna og hevði hann
hjá sær. Hvønn dag risti hann
kross fyri honum, so hann ikki
skuldi rýma. Vanliga slapp mar-
mennilin við bóndanum á flot, og
var fiskur undir bátinum, gjørdist
marmennilin kátur og leikaði í.
Ein dagin, teir fóru á flot, hevði
bóndin av misgáum ikki rist
krossmerkið fyri marmennlinum,
og komnir út á mið leyp mar-
mennlið aftur í dýpið, og har er
hann enn saman við sínum líkum.
Mær tykir, at marmennlarnir
duga væl at liva - teir hava stundir
at vera til! Úr vindeyganum síggi
eg nú ein marmennil hvønn
morgun, tá ið eg fái mær morgun-
mat. Kanska eru marmennlarnir,
fiskarnir, taraskógvurin og hav-
vøksturin vakrir - kanska eru teir
ikki vakrir. Kanska eru meira
stuttligir enn vakrir - tað eru teir
fyri mær. Teir eru undirhald. Ein
heilur býur verður undirhildin av
marmennlum, listarfólki og løgn-
um fiskum. Ongastaðni í heim-
inum eru so nógvir løgnir fiskar
at finna! Vit kunnu gleðast um
hetta - men vit ráða sjálvi!
Vit, sum liva og búgva her, vara
nú av hesum listarverki og kunnu
vóna, at tað stendur so leingi, her
býr nakað fólk.
Okkara fólk dugir væl at liva -
at hava stundir. Og best av øllum
dámar mær at hava stundir at vera
hjá børnunum, tá ið tey sovna. At
syngja fyri teimum, at biðja við
teimum - og av øllum sjangrum
dámar mær best vøgguvísur -
okkara Alexandur eigur eina, har
tvey ørindi eru:
Sov, mín søti skattur, lat eygu tíni
aftur;
Ligg so stillur, sovna brátt,
Droyma skalt tú blítt í nátt.
Sov, mín søti skattur.
Sov, mín søti skattur, lat eygu tíni
aftur.
Havið durvar spegilsskært,
Størnur glitra himnabjart.
Sov, mín søti skattur.
Vit liva millum fjallana, og
merkir hetta serliga listina til
eygu og oyru. Málningarnir her-
frá hava ofta fjøllini, líðirnar,
brekkurnar og ljósið við. Ein, ið
tók sær rúmar stundir at yrkja um
heimbygdina var Ismar Joensen. Í
"Heimbygd mín" yrkir hann um
fjøllini, og ljóða tey seinastu fýra
ørindini soleiðis:
Tey fjøllini í ring so reyst,
Øll átta veita trygd,
At ódn, sum tók á havi leyst,
Ei sakar vára bygd.
Í suðri hevja Tyrlar seg,
Og Kambur er nær hjá,
Gjógvaráfjall í nónstaði,
Í vestri Blábjørg blá.
Teim næstur Slætnatindur sæst,
Og Húsafelli nær
At Borgini sær heldur fast.
Rytafjall ringin slær.
Kom, vitja hesi fjøll við mær
Í summarsól og dýrd,
So verður sálin lætt í tær,
So ljóðkát og væl hýrd!
Eitt fólk, ið eigur list, djóralív,
undirhús, søgur, tónleik, sam-
huga, hjartarúm og gudsótta er
eitt ríkt fólk. Og tá er vert at
leggja til merkis, at nógv vælferð-
arsamfeløg eiga onki av hesum.
Vælferðin er materialistisk -
listin, djóralívið, undirhúsið, søg-
urnar, tónleikurin, samhugin,
hjartarúmið og gudsóttin hevur
onki við materialismu at gera.
Mong menningarlond eru nógv
ríkari enn ídnaðarlondini - men
kortini hava tey færri pengar. Ov
nógvir pengar eru hjá mongum
ein forðing fyri at liva eitt ríkt lív!
Nixon forseti segði, at mong
menniskju halda, at lívsins mein-
ing er ríkidømi, njóting og frælsi
at gera, sum tey sjálvi vilja. Alt
hetta hevur týdning, so leingi vit
ikki hava tað. Men tá ið vit hava
fingið tað, so kenna vit, at tað
ikki gav lívinum meining.
Ein áminning og eggjan, sum
mær dámar best av øllum, finst
millum halgu skriftir okkara - í
Prædikaranum. Har vera vit mint
á at liva og hugsa um skapara
okkara longu nú, meðan okkum
er unt at hugsa og virka. Hesin
teksturin kókar av poesi - skald-
skapur á hægsta stigi. Ein lær-
dómur um lívið.
Prædikarin lærir okkum, at
lívsins meining er longu her, sum
vit eru - um vit hava pengar ella
ikki.
Nú fara vit at taka saman um
hesa sveiman okkara um tað at
liva og at hava stundir. Vit taka
samanum við at lesa úr Prædikar-
anum, tá ið hann sigur:
"Og hugsa um skapara tín í
ungdóms døgum tínum, áðrenn
teir vondu dagarnir koma, og tey
árini nærkast, sum tú sigur um:
"Tey huga mær ikki;"
Áðrenn sólin myrknar, og ljósið
og mánin og stjørnurnar (t.e.
umdømi, tankar og minni), og
áðrenn skýggini koma aftur eftir
regnið (t.e. mótloysi);
Tann tíðin, tá ið teir, sum sita
um húsið skelva (armarnir), og
maktarmenninir verða kropnir
(fingrarnir), og genturnar á
kvørnini leggjast fyri (tenninar),
av tí at tær eru vorðnar fáar, og
dimmligt er vorðið hjá teimum,
sum hyggja út gjøgnum glugg-ar-
nar (eyguni);
Og
báðar
útdyrnar
verða
stongdar (oyruni), meðan dunið
av kvørnini minkar (røddin); tá ið
maður fer á føtur, tað fyrsta fugl-
ur fer at láta, og allar songkonur
verða lágmæltar (sangrøddin);
Tá ið maður stúrir fyri hvørjari
brekku, og ræðslur eru úti á
veginum, og mandlutræið stendur
í blóma (gráa hárið), og gras-
hoppurnar
(kropni
ryggurin)
streva seg fram, og káperberið
(matarlysturin) dovnar; tí at
maðurin fer til sín æviga bústað,
og tey, sum syrgja, ganga um
gøtur;
Áðrenn silvurtráðurin slitnar,
og gullskálin brotnar (mannalívið
á fold), og krukkan fer sundur við
kelduna (hjartað), og hjólið dettur
brotið í brunnin (likamið verður
jarðað),
Og moldin fer aftur til jørðina,
har sum hon var áður, og andin
fer aftur til Guðs, sum gav hann."
So nógv frá Prædikaranum. Eg
taki uppaftur: Hugsa um skapara
tín, áðrenn evnini at hugsa eru
farin! Hesi orð áminna okkum at
leggja merki til nútíðina hjá
hvørum einstøkum. At vit skilja
millum materialismu og ríkidømi,
millum verandi og komandi bú-
stað okkara.
Takk fyri tit lýddu á - takk fyri
stevnuna, øll somul, og góðan
sunnudag!
Røða, Kristian Martin Petersen helt á fólkafundi á Varmakeldu í Fuglafirði 4. juli 2004
Á Varmakeldu
TÍÐINDASKRIV
frá Vinnumálaráðnum
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í orkumálum,
hevur bjóðað navnframa
Bjørn Lomborg til Føroya í
sambandi við, at arbeitt
verður við at orða yvirskip-
aðan orkupolitikk fyri Før-
oyar. Fríggjadagin tann 20.
august 2004 kl. 14 fer
Bjørn Lomborg at halda
fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum um orku- og um-
hvørvisspurningar.
Eitt
panel við fýra føroyskum
luttakarum
umboðandi
áhugamál innan umhvørvi,
orku, samfelags- og bú-
skaparfrøði fer at seta
Bjørn Lomborg kvalifiser-
aðar spurningar eftir fyri-
lesturin, sum verður ókeyp-
is og opin fyri almenning-
inum.
Bjørn
Lomborg
varð
borin í heim í 1965. Hann
er útbúgvin cand.scient.pol
og phd, og arbeiddi frá
1994 sum adjunktur og
seinni sum lektari við År-
hus Universitet. Í 1997 setti
hann ein lesiring at aft-ur-
vísa uppáhaldið hjá einum
amerikanskum búskapar-
frøðingi, sum meinti, at
støðan hjá jørðini var batna
og betur, enn fólk hildu.
Úrslitið av arbeiðinum var
ikki tað, sum Lomborg
hevði væntað, við tað at
flestu uppáhaldini vístu seg
at vera røtt.
Bjørn Lomborg bleiv
kendur í Danmark í byrjan-
ini av 1998, tá hann í dag-
blaðnum Politikken skriv-
aði fýra langar greinar um
standin hjá umhvørvinum á
jørðini. Í hesum greinum
royndi Lomborg at aftur-
vísa nøkur av uppáhald-un-
um ella mytunum um vána-
ligu støðuna hjá umhvørv-
inum. Nógv vreiði stóðst av
hesum, og vóru o.u. 400
greinar skrivaðar sum aft-
ursvar uppá meiningarnar
hjá Lomborg.
Grundað á greinarøð sína
útgav Lomborg í 1998 bók-
ina "Verdens sande til-
stand", sum í 2001 varð út-
givin á enskum við heitin-
um "The Skeptical Envi-
ronmentalist" í eini mun-
andi víðkaðari og dagførd-
ari útgávu. Bókin er umsett
til svenskt, íslendskt, týskt,
spanskt, franskt, portugis-
iskt, italienskt, kore-anskt
og japanskt.
Í útlondum er Lomborg
vorðin víðagitin. Í 2001
varð hann valdur sum "Glo-
bal leader of tomorrow" av
World Economic Forum. Í
2002 varð hann nevndur
ein av "50 stars of Europe"
í Business Week. Fyri kort-
um var Lomborg - sum ein-
asti danin - við í yvirlit-in-
um hjá Time Magazine yvir
100 teir týdningarmiklastu
persónarnar í heiminum
undir bólkinum "Scientists
& Thinkers".
Tá Institut for Miljøvur-
dering bleiv stovnað í febr-
uar 2002, varð Lomborg
settur sum stjóri á institutt-
inum - við farloyvi frá År-
hus Universitet. Fyri einum
mánaða
síðani
boðaði
Lomborg frá, at tá farloyvi
hansara er úti 1. august í ár,
fer hann aftur til gamla
starv sítt sum lektari í sam-
felagsfrøði við Århus Uni-
versitet.
Eitt av avrikunum hjá
Lomborg sum stjóri fyri
Institutt for Miljøvurdering
var at skipa fyri Copenhag-
en Consensus, ein ráð-
stevna, har 8 av teimum
leiðandi búskaparfrøðing-
unum í heiminum vóru
savnaðir fyri at meta um,
hvussu vesturheimurin átti
at raðfest verandi fíggjar-
orku í sambandi við roynd-
irnar at betra um trupulleik-
arnar/neyðina í heiminum.
Lomborg fer framhaldandi
at verða knýttur at insti-
tuttinum sum ráðgevi við tí
fyri eyga at luttaka í upp-
fylgjanini av Copenhagen
Consensus, umframt at
fyrireika eina møguliga
nýggja ráðstevnu í 2008.
Fleiri upplýsingar kunnu
fáast við at venda sær til
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann, á tlf. 356060
ella 315940.
Bjørn Lomborg á vitjan í Føroyum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo, runa@sosialurin.fo, Fartelefon 222983
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Móttøka – 60 ára føðingardagur
Í sambandi við, at Poul Michelsen tann 22. juli verður 60 ár,
bjóða vit samstarvsfelagum, vinum og kenningum til móttøku
í virkisbygningi okkara á Hoyvíksvegi 74, Tórshavn.
Móttøkan verður fríggjadagin 23. juli millum kl. 16 og 19.
P/f Poul Michelsen
Jóhan á Lava úr
starvi
Fríggjadagin 23. juli fer
Jóhan á Lava úr starvi sín-
um sum stýrimaður um-
borð á Dúgvuni. Hann byrj-
aði at arbeiða fyri Strand-
ferðsluna í 1985. Tá sigldi
hann fyrst við Ternuni I um
Leirvíksfjørð. Síðani sigldi
hann við Trónda um Skop-
unarfjørð í eitt stytri tíðar-
skeið.
Frá 1989 til 1996 var
hann skipari á Rituni um
Nólsoyarfjørð.
Jóhan fylti 67 ár 18. juli
og fer sostatt frá fyri aldur.
Tað verður helst nakað frið-
arligt umborð á Dúgvuni ta
fyrstu tíðina, og saknur fer
at verða í hansara skemti-
ligu og til tíðir stak bein-
raktu viðmerkingum.
- Ferðafólk, nú eru bert
tveir ferðaseðlar eftir, so nú
ræður um at skunda sær, er
ein viðmerking, , sum Jó-
han hevur rópt út um alt
skipið, sum nógv hava flent
at.
Blíður og altíð í góðum
lag man vera sereyðkenni
hjá Jóhan á Lava. Óansæð
um tað er fyrst á morgni
ella seint á kvøldi.
Jóhan er sum sagt stýri-
maður umborð á Dúgvuni
og av og á loysir hann av
sum skipari.
Hann er sonur Elisabeth
og Jákup á Lava. Elstur er
hann av fimm beiggjum og
uppvaksin í Havn.
Tó treivst hann altíð av-
bera
væl
hjá
Issalinu
Linklett á Stongunum í
Klaksvík. Seinni giftist
hann eisini til Klaksvíkar
við Solveig og eiga tey tvær
døtur. Abbabørnini eru trý í
tali og eitt langabbabarn
eigur Jóhan á Lava eisini.
Dagurin
23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferða-
felagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum
sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har
gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyri-
beindur umleið ár 75 av uppøstum heidningum.
22. ella 23. juli byrja hundadagarnir, og halda
teir á til 23. august. Navnið hava teir eftir stjørnuni
Sirius, Hundastjørnuni. Tá ið hon kemur upp á
luftina um hetta mundið, stendur hon næst sólini.
Fyrsti hundadagurin sigst at vera heitasti dagur á
árinum, og um veðrið verður annars sagt, at sum
tað er fyrsta dagin, verður tað allar hundadagarnar.
Í 16. øld fingu dagarnir latínska navnið Dies
Caniculares (hundahvølpadagarnir), men annars
verður hildið, at navnið gongur aftur til gamla
Egyptaland. Um tað mundi, tá ið Sirius, Hunda-
stjørnan, kagaði inn í ein glugga í einari av pýra-
midunum, fór Niláin upp um áarbakkarnar. Tað var
sum áður nevnt ein egyptiskur ráðgevi hjá Juliusi
Caesar, Sosigenes, sum legði til rættis tann so-
nevnda julianska kalendaran. Haðani er so hunda-
daganavnið komið við í kristnar álmanakkar.
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á mínum
60 ára føðingardegi tann 4. juli og við
gávum, blómum, fjarritum, telefonsamrøðum
og á annan hátt gjørdu mær og familjuni
dagin hugnaligan, takki eg hjartaliga.
Vinarlig heilsan
Óli Hammer
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Valdemar Djurhuus
fyrrverandi sýslumaður í Eysturoy,
ættaður úr Sumba
andaðist á Landssjúkrahúsinum 21. juli, 86 ára gamal.
Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum
fríggjdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 24. juli kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Esther, Jóhan, Karl og Dagny
C
M
Y
K
13
12