Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2004 15 - Tá eg las greinina hjá Óla Jacobsen, um at føroyingar eru líkasælir og ongar idealistar eiga, gjødist eg skakkur. Tað, sum eg fái at vita í mínum arbeiði uttanlands er, at tað er merkisvert, at eitt so lítið land sum Føroyar megna geva og hjálpa so nógv. Hetta sigur Absalon Matras av Norðoyri, sum í 10 ár hevur ferðast til Rumenia við hjálp FØROYINGAR OG IDEALISMA Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Herfyri segði Óli Jacobsen við Sosialin, at hansara royndir í Amnesty hava víst honum, at tað er sera torført at fáa føroyingar at enga- gera seg í veruligar trupul- leikar og taka aktiv stig til at hjálpa neyðstøddum menniskjum. Hesi orð harmast Absa- lon Matras um. Í 10 ár hevur hann ferðast til Rumenia við hjálp til neyðstødd har. Hann skilir ikki, at lopið verður soleið- is á fólk, ið meira enn nak- að annað fólkaslag eru tilreiðar at hjálpa og geva. – Tey eru mong, bæði ung og gomul, ið stuðla mær í mínum arbeiði fíggj- arliga og á annan hátt. Og tað er ikki smávegis, ið fólk lata meg fáa at geva teim- um fátøku har niðri, sigur Absalon. Hann sigur, at tað er ikki bara hann, sum koyrir til Rumenia við hjálp, men eisini menn og kvinnur úr Brøðrasamkomuni, og hann heldur, at orðini hjá Óla Jacobsen má hann sjálvur standa fyri, tí tey eru als ikki veruleiki. Hann vísir eisini á Kosovo-hjálpina fyri fáum árum síðani, sum nærum øll føroyska tjóðin stóð saman um og var við til at savna 5-6 milliónir krónur inn fyri Reyða Kross.Tá Doulos var í Føroyum fyrr í mánaðinum, fór skipið avstað aftur við fullum tangum og hópin av provi- anti, sum skipið fekk í gávu. Hann sigur, at føroyingar eru serstakliga gávumildir og hjálpsamir og eiga stóra tøkk uppiborna. – Tað kann vera, at nøkur eru, sum ynskja sær betur umstøður at ballast í, men at leggja eina heila tjóð undir líkasælu av tí orsøk er órættvíst, sigur Absalon at enda. Óli ger føroyingum órætt – Í 10 ár havi eg verið við í hjálpar- arbeiði til neyðstødd - og mínar royndir eru ikki tær somu, sum tær hjá Óla Jacobsen. Føroyingar eru sera skjótir at hjálpa. Tað er órættvís at koyra øll undir eitt, tí tað er ikki smávegis, sum fólk vilja geva, sigur Absalon Matras Mynd: Rúna Sivertsen 15 14 Nr. 139 - 23. juli 2004 Sjónvarp Føroya er í løtuni í gongd við at taka upp sendingar um villini blómur í føroysku náttúruni. Tað er Bergljót D. Hentze, sum leggur sendingarnar til rættis. Afturat sær hevur hon plantu- frøðingin, Onnu Mariu Fossá SJÓNVARPSENDING Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vakra føroyska náttúran og hennara ríka plantulív verða sett í hásætið í fýra sjónvarpssendingum hjá Bergljót D. Hentze. Sjón- varp Føroya er nevniliga í løtuni í holt við at fram- leiða nakrar sendingar um villini blómur í føroysku náttúruni. Bergljót D. Hentze, sum leggur sendingarnar til rættis, sigur, at orsøkin til, at valt varð at fara undir slíkar sendingar er, at á Náttúrugripasavninum er ein urtagarður við føroysk- um plantum. Men ístaðin fyri bara at halda seg har, so var stuttligari at fara út í sjálva náttúruna at hyggja eftir teimum. Anna Maria Fossá, sum er plantufrøðingur á Nátt- úrugripasavninum, er við í sendingunum, har hon greiðir frá blómunum, ið funnar verða. Í fjall og fjøru Talan verður helst um eini fýra sendingar, sum verða umleið hálvan tímar til longdar. – Vit ferðast runt ymsa- staðni í Føroyum. Ein send- ing verður í fjøllunum, ein við strendurnar, ein í gjáum og ein við áir og vøtn, greiðir Bergljót D. Hentze frá. Millum annað hevur upp- tøkuliðið verið uppi á Slættaratindi og hugt eftir plantum har. Sendingarnar verða tiknar upp í hesum døgum, tá veðrið er til tað. Tað er Ragnar C. Joen- sen, sum tekur sendingarn- ar upp, og enn er ikki av- gjørt, nær tær verða sendar. Sjáldsom sløg Sambært Onnu Mariu Fossá hava vit nógv sjáld- som plantusløg í Føroyum. Sagt verður, at í Føroyum eru um 330 sløg av plant- um. – Vit royna í sendingun- um at vísa á tann sjáldsama vøksturin, sigur Anna Maria Fossá. Hon er út- búgvin plantufrøðingur, og í doktararitgerðini hevur hon skrivað um fjallavøkst- ur og veðurlagsbroytingar í Føroyum. Hon sigur, at tað hevur verið eitt sindur trupult við upptøkunum av sendingun- um. Hetta kemst av, at hon sjálv hevði viljað víst á planturnar, tá tær standa í blóma. Tað er tó torført at koma á eitt øki, har allar planturnar standa í blóma í senn. Eisini hevur veðrið ikki verið heilt til vildar hvørja ferð, men sum heild letur Anna Maria Fossá tó væl at. Villini blómur í SvF Ein sjósólja – snjósólja er artiskur gróður. Tað vil siga, at tær vaksa bert omanfyri 400 metrar Mynd: SvF Anna Maria Fossá, plantufrøðingur greiðir frá um blómurnar, og tað er Ragnar C. Joensen, sum tekur upp Mynd: SvF C M Y K 14