fríggjadagur 23. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 139 - 23. juli 2004
Miðstøðin fyri minnisveik í Havn
søkir 2 starvsfólk
Miðstøðin fyri minnisveik, er ein royndarverkætlan, sum Alzheimerfelagið
hevur tikið stig til. Verkætlanin verður fíggjað av Almannamálaráðnum og
Tórshavnar kommunu.
Miðstøðin fevnir m.a.um eitt dagtilhald fyri minnisveik, ráðgeving til persónar
við demens og teirra avvarðandi, og um vikuskiftini verður av og á café. Mið-
støðin hevur leigað eini vælhóskandi hús til endamálið miðbýnum.
Fyrst verður farið undir dagtilhaldið, har 8 fólk kunnu vera samstundis.
Dagtilhaldið er ætlað heimabúgvandi persónum við demens í dagtímunum
vanligar yrkadagar.Trý fara at starvast í dagtilhaldinum. Miðstøðin fer at leggja
seg eftir at arbeiða eftir nýggjastu umsorgarteorium, sum stimbrar tann sjúka
psykososialt. Henda uppgávan krevur starvsfólk, sum hava áhuga at arbeiða
við minnisveikum fólkum.
Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til setan 1.september 2004 ella eftir
avtalu. Størvini eru tíðaravmarkaði til 30. juni 2006, samsvarandi játtanini til
royndarverkætlanina.
Førleikakrøv til umsøkjaran:
- hug og hegni at vera um persónar við demens
- ávísa vitan innan demens
- støðugt at vilja dagføra kunnleikan innan demensøkið
- skal vera sjálvstøðugur og kreativur
- góð samstarvsevni
- hava tol og empati
Til størvini krevst útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur,ergoterapeutur,heilsu-
hjálpari/atstøðingur, pedagogur ella onnur líknandi útbúgving. Tað er ein
fyrimunur at hava eftirútbúgving sum demenssamskipari. Dentur verður lagd-
ur á starvsroyndir.
Vit bjóða:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika frá byrjan, at seta
dám á stovnin
- eitt starv har tú ert við til at virka fyri at røkka settu málum
- møguleika fyri menniskjaligari og fakligari menning
Talan er um tvey fulltíðarstørv við arbeiðstíð vanligar yrkadagar í dagtímunum.
Niðursett tíð kann møguliga koma uppá tal.
Setunarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ernu Háberg, projektleiðara
tlf. 228004 ella 316350
Umsóknarfreistin er leygardagin 14. august 2004.
Skrivlig umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsing um útbúgving
v.m. skulu sendast til:
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Skráseting Føroya hevur í
dag
skrásett
niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3817
Navn: Sp/f Tórshavnar
Maskinhandil
Adressa: Varðagøta 29-30,
100 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 28.06.2004
Viðtøkudato: 28.06.2004
Kapitalur: Kr. 200.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
200.000,00 í øðrum virðum
til kurs 1000.
Stovnari: Tummas
Andreasen, Varðagøta 32,
100 Tórshavn.
Stjórn: Øssur Janus
Andreasen, Varðagøta 32,
100 Tórshavn og Svend Emil
Andreasen, Varðabú 26, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av tveimum stjórum saman.
Grannskoðari: Sp/f KPMG,
statsaut. revisorar, Staravegur
17, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handil, ídnað,
handverk o.a. virksemi í
hesum sambandi.
Felagið er stovnað við
umskipan av virki eftir
umskipanarlógini.
Skráseting Føroya tann 20.
juli 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3818
Navn: P/F 15. juni 2004
Adressa: Húsagøta 3, 100
Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 15.06.2004
Viðtøkudato: 15.06.2004
Kapitalur: Kr. 3.000.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 3.000.000,00 til kurs 100.
Stovnari: P/F FB Holding,
100 Tórshavn (P/F 3761).
Nevnd: Christian Andreasen,
Høvdagøta 6, 160 Argir
(formaður), Óli Mortensen,
Orknoyarvegur 6, 100
Tórshavn og Johan Djurhuus,
Korkagøta 4, 100 Tórshavn.
Stjórn: Bogi Jacobsen,
Miðrás 5, 100 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av allari
nevndini ella av
nevndarformanninum saman
við stjórnini.
Grannskoðari: Sp/f KPMG,
statsaut. revisorar, Staravegur
17, 100 Tórshavn og P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
15.06.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at ogna sær kapitalpartar í
vinnufyritøkum, við tí fyri
eyga at endurskipa
vinnufyritøkuna og hereftir
selja fyritøkuna.
Skráseting Føroya tann 20.
juli 2004
Kristin Balle
_______________________ Sosialurini
Nr. 139 • fríggjadagur • 23. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
HB smurdi ikki
serliga sannførandi
georgiska mótstøðu-
liðið av 3-0, og nú er
tað væl skiljandi, at
teir í meistaraliðnum
iðra seg um, at teir
ikki kendu sína
vitjanartíð og vunnu
uppaftur størri sigur
og harvið rættin at
halda fram í
kappingini
CHAMPIONS LEAGUE
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eftir 5-0 tapið í Georgia sá
tað vónleyst út hjá HB.
Eftir 3-0 sigurin á Tórsvølli
mikukvøldið kann ein ikki
lata verða við at spyrja,
hvussu í allari víðu verð
HB bar seg at við at tapa so
stórt fyri georgiska liðnum
á útivølli.
Georgiska liðið hevði
ikki nógv at bjóða uppá.
Teir vóru óivað nøgdir við
at fáa ein javnleik, og tí
lógu teir rættuliga aftarlaga
á vøllinum. Framrættaða
spælið hjá FC Wit gekk fyri
tað mesta fyri seg soleiðis,
at langar sendingar vórðu
oystar fram ímóti stóra
framherjanum Gaschasvili,
men
hann
noyddist
í
allarflestu førum at lúta í
luftini fyri einum sera
vælleikandi Símun Eliasen.
Eftir fínu løtuna í dýrdar-
veðrinum, sum tað tíverri
ikki vóru fleiri enn gott og
væl sjey hundrað eygna-
vitni til, sjálvt um HB var í
førðingardagshýri og bjóð-
aði øllum at koma inn uttan
at gjalda, kann niðurstøðan
ikki verða øðrvísi, enn at
HB samantalt tapti fyrst og
fremst fyri sær sjálvum.
Teir uppdagaðu ov seint
mikukvøldið, at hetta mót-
støðuliðið avgjørt var at
tosa við, og teir gjørdu ov
nógv persónlig mistøk á
steikipannuni í Georgia. Nú
er hetta rættuliga, rættuliga
harmuligt.
Ikki minst er tað at iðra
seg yvir, at HB kundi havt
verið uppaftur betri fyri,
um teirra vandamiklasti
maður, Rógvi Jacobsen,
ikki hevði havt verið leik-
bannaður í báðum dystun-
um, tí hann í fjør fekk reytt
kort.
Ungt álop
HB liðið var nakað broytt
sammett við tað í Georgia. Í
fyrra dystinum leikti HB
við fimm monnum á mið-
vøllinum og einum heilt har
frammi. Mikukvøldið vóru
teir fýra á miðvøllinum og
tveir á álopinum. Emil
Nolsøe Leifsson og leik-
andi venjarin Heine Fer-
nandez, sum hevur trupul-
leikar í rygginum, vóru
hesa ferð á beinkin. Í teirra
stað spældu ungu menninir
Páll M. Joensen og Hendrik
Rubeksen, sum mannaðu
álopið.
Longu frá fyrsta bríksli
sást, at HB ætlaði sær sig-
urin. HB legði trýst á mót-
støðumenninar
langt
frammi á vøllinum,. Mið-
vøllurin
var
uppsettur,
verjuparturin avgjørdur, og
álopsmenninir
arbeiddu
sum hestar, so georgisku
mótstøðumenninir ongan-
tíð fingu frið at spæla bólt-
in ímillum sín.
Heimaliðið fekk alt størri
yvirvág, sum fyrri hálvleik-
ur leið, og fleiri ferðir leik-
aði ógvuliga hart á framm-
an fyri málinum hjá FC
Wit. Einar fýra ella fimm
ferðir í fyrra hálvleiki hevði
HB atsóknir á georgiska
málið, sum við eitt sindur
av hepni kundu givið mál
og viðhvørt áttu at givið
mál. Men kanska var tað
restandi royndir í altjóða
uppgávum hjá ungu monn-
unum, sum høvdu við sær,
at neyvleikin ikki var nóg
dyggur.
Jákup borin út
Stutt fyri hálvleik gjørdist
tað heila eitt sindur dramat-
iskt. Fyrst bleiv Jákup á
Borg borin av vølli við
skaða, sum hann fekk eftir
eitt hendiligt óhapp, har
hann lendi skeivt á fótinum,
eftir at hann hevði verið í
luftdysti við georgiskan
verjuleikara. Tað sá álvar-
samt út, og einki er at ivast
í, at missurin í honum kann
verða stórur.
Tveir minuttir fyri sein-
asta bríksli í 1. hálvleiki
vóru georgisku meistararn-
ir skerdir. Janus Joensen
vann bóltin kontant av mið-
vallaranum Martsvaladze,
sum gjørdist í øðini og
sparkaði eftir Janusi, sum
hevði spælt bóltin víðari.
Írski dómarin var ikki í iva,
og reyða kortið kom upp úr
buksulummanum.
Útvísingin hevði sjálv-
andi við sær, at fyritreyt-
irnar hjá HB styrknaðu
undan seinna umfarinum.
Ungu eykamenninir
settu hol á
Eftir steðgin spenti HB
álopsbogan. Verjuleikarin
Vagnur M. Mortensen varð
fluttur í høgra borð á mið-
vøllinum. Hetta vísti seg at
vera skilagóð avgerð, tí
nógvar vandamiklar støður
spurdust burtur úr upplegg-
um frá júst honum.
Í roynd at leggja uppaftur
størri trýst á FC Wit setti
HB stóra unglingaleikaran
Eli Thorsteinsson á vøllin
fyri álopsspælaran Hendrik
Rubeksen. Eli, ið vanliga er
verjuleikari, bleiv sendur
heilt fram í álopi, har hann
kundi
bjóða
georgisku
verjuni av í luftini. Hetta
vísti seg at vera skilagott, tí
beinan vegin gjørdist verj-
an hjá FC Wit nógv ótrygg-
ari.
Júst Eli Thorsteinsson
var eisini maðurin, sum
setti hol á, tá ið 65. minuttir
vóru farnir. Ein sending
varð løgd fram móti Eli,
sum var staddur í vinstra
borði av brotsteiginum, og
unglingaleikarin slapp inn
um georgiska verjuleikar-
an, áðrenn hann smekkaði í
kassan. Fantastiska gott
mál av unga manningum,
sum bara hevði verið lítla
løtu á vøllinum, og sum
longu frammanundan mál-
inum hevði havt góðan
møguleika.
Tríggjar minuttir seinni
økti HB um leiðsluna.
Rókur av Fløtum Jespersen,
sum var komin á vøllin fyri
Jákup á Borg, fekk bóltin
áraka
brotsteigarmarkið
eftir eitt sindur av trunka-
spæli. Hann var avgjørdur,
smekkaði til, og bólturin
small í netmeskarnar, og so
var 2-0, og HB tevjaði blóð.
Í Europa Cup høpi er tað
ikki vanligt, at tað eru før-
oysku liðini, sum trýsta,
men soleiðis var tað seinna
partin av seinna umfarin-
um. Talan var um støðugt
og tungt HB álop. Mið-
verjin, Símun Eliasen, sum
síðstu løtuna var í álopin-
um, økti til 3-0, tá ið tað
restaðu
tveir
minuttir.
Møguleikar vóru til bæði
fýra og fimm mál afturat
ímóti mótstøðuliðnum, sum
var máttleyst og ikki visti
síni livandi ráð. Teir vóru
komnir henda vegin at
dyrgja eftir javnleiki og so
kanska at skora eitt mál. Nú
vóru teir í tí støðuni, at teir
høvdu tapt, og tað kendist
væl, at teir síðstu løtuna
vóru bangnir fyri, at teir
skuldu missa 5-0 leiðsluna
frá heimadystinum.
Óskiljandi stórtap
At HB skal hava tapt so
mikið stórt fyri FC Wit á
útivølli, er ilt at skilja.
Onkur helt fyri, at tað
mundi verða eitt eykalið
hjá georgiumonnum, sum
var á vøllinum mikukvøld-
ið í Havn, men tað vísti seg,
at FC Wit bert hevði gjørt
eina broyting sammett við
fyrra dystin.
Hesa ferð var HB í
hvussu so er ein klassa bet-
ur enn mótstøðuliðið, ið
nærum
ongar
atsóknir
hevði á HB-málið. At FC
Wit fekk ein mann riknan
av vølli beint fyri hálvleik
taldi rætta vegin fyri HB,
men tað sigur ikki alt.
Hagtølini vísa , at fyrstu
45 minuttirnar hevði HB
níggju hornaspørk, meðan
FC Wit einki hevði, og tað
sigur ikki so lítið!
Eftir dystin helt HB
liðformaðurin,
Rúni
Nolsøe, eisini, at tað var ein
vanlukka, at teir høvdu tapt
so stórt í Georgia. Hann
ivaðist eisini í, nær HB
aftur fær ein slíkan møgu-
leika at spæla seg víðari í
Europa Cup.
Hjálparvenjarin
hjá
Wisla Krakow, polska mót-
støðuliðið hjá FC Wit í
næsta umfarinum, sum var
millum
áskoðararnar
á
Tórsvølli
mikukvøldið,
tóktist eisini verða fegin
um, at tað er FC Wit og ikki
HB, sum teir skulu dystast
ímóti.
HB vísti framúr avrik,
sum allur tann føroyski fót-
bóltsheimurin kann fegnast
um. Men samstundis er væl
skiljandi, at tey í HB iðra
seg. Málið hjá teimum
hevur í fleiri ár verið sum
tað fyrsta føroyska felagið
at spæla seg víðari til næsta
innleiðandi
umfarið
í
Europa Cup. Hesa ferð
høvdu teir møguleikan. Teir
tóku av á heimavølli, men
byrðan, sum teir komu við
av útivølli, var ov stór.
Tíverri!
Sensatiónin lúrdi
HB - FC Wit 3-0 (0-0)
Mikudagin 21. juli 2004, kl. 19.00 á Tòrsvøllli.
Fyrsta innleiðandi umfarið í Champions League,
seinni dystur. 752 áskoðarar.
Dómarabólkur úr Írlandi: Ian Stokes, Barry Martin
McDonnel, Anthony Ryan, Paul Tuite.
1-0 Eli Thorsteinsson 65.
2-0 Rókur av Fløtum Jespersen 68.
3-0 Símun Eliasen 88.
HB: 23. Danny Rasmussen - 18. Hallur Danielsen
(64. Rasmus Nolsøe), 19. Vagnur M. Mortensen, 15.
Símun Eliasen, 4. Janus Joensen - 9. Jákup á Borg
(10. Rókur av Fløtum Jespersen 45.), 14. Kári
Nielsen, 7. Rúni Nolsøe, liðformaður, 20. Heðin á
Lakjuni - 24. Páll M. Joensen, 22. Hendrik
Rubeksen (3. Eli Thorsteinsson 60.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 21. Pól N.
Joensen, 12. Emil N. Leifsson.
Venjari: Heine Fernandez
Hjálparvenjari: Oddbjørn Joensen
Málmansvenjari: Sámal Hansen
Liðleiðari: Sigurð Hansen
Fysioterapeutur: Klæmint Isaksen
Gult kort: Vagnur M. Mortensen 6.
FC Wit: 1. Davit Mamardashvili - 20. Davle
Datunaishvili, 4. Tengiz Kobiashvili, 24. Alexander
Intskirveli, 2. David Imedashvili - 22. Otar
Martsvaladze, 9. Lasha Nozadze, liðformaður, 18.
Davit Digmelashvili, 21. Oleg Gvelesiani - 10.
Vladimer Gachasvili (14. Irakli Malichava 89.), 23.
Irakli Ebandidze (11. Zaza Sakhokia 52.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Mihaili
Mujrishvili, 17. George Kvakhadze, 15. Levan
Kvaratskhelia
Venjari: Merab Kochalsvili
Hjálparvenjari: David Onodrishvili
Liðleiðari: Sondo Lomidze
Fysioterapeutur: Roland Khvadagiani
Reytt kort: Otar Martsvaladze 43.
FAKTA
19 ára gamli Eli Thorstensson, Ið einans hevur verið á vøllinum
í fimm minuttir, smekkar til, og so er HB á odda 1-0
mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
17
16