Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 139 - 23. juli 2004 Nr. 139 - 23. juli 2004 19 Dreymafinala í Suðuramerika Tað verður ein dreyma- finala í kappingini um s u ð u r a m e r i k a n s k a meistaraheitið í fótbólti. Hósnáttina spældi Brasil seg í finaluna, eftir sigur ímóti Uruguay í hálv- finaluni. Tað skuldu tó bæði umdystur og brots- sparkskapping til, áðr- enn Brasil hevði tryggj- að sær finaluplássið. Finalan, sum verður spæld sunnudagin, verð- ur tí ímillum tær báðar mætastu fótbóltstjóð-ir- nar í Suðuramerika – Brasil og Argentina. Klinsmann á landsliðið Fyrrverandi týski lands- liðsspælarin Jurgen Klinsmann fær eftir øll at døma eina leiklut á týska landsliðnum. Ant- in verður Klinsmann manager ella verður hann venjari fyri liðið, vilja týskir fjølmiðlar verða við. Klinsmann og týska f ó t b ó l t s s a m b a n d i ð høvdu fund í New York týsdagin, og har tosað um nýggja starvið. – Sjálvandi vil eg hjálpa týska fótbólts- sambandinum, óansæð hvør leikluturin hjá mær verður, sigur 39 ára gamli Klinsmann, sum bæði vann EM og HM í síni tíð sum landsliðs- spælari. FCK til Slovenia FC Keypmannahavn skal spæla ímóti slo- venska liðnum Nova Gorica í øðrum undan- umfari til Champions League. – Liðini úr fyrrverandi Jugoslavia eru altíð góð fótbóltslið, og eg meti okkara kjansir fyri at koma víðari at vera fifty-fifty, sigur Hans Back, venjari hjá FCK. Fyrri dysturin millum FCK og Nova Gorica verður ólavsøkudag í Slovenia, og tann seinni eina viku seinni í Keyp- mannahavn. Danski liðfor- maðurin gevst Liðformaðurin á danska fótbóltslandsliðnum, René Henriksen, hevur boðað frá, at hann gevst á danska landsliðnum. 34 ára gamli Henriksen spældi 66 landsdystir fyri Danmark, og seinnu árini hevur hann verið liðformaður á liðnum. – Hetta hevur verið ein sera trupul avgerð at taka, tí eg elski at spæla fyri landsliðið, sigur René Henriksen við heimasíðuna hjá DBU. Hóast hann gevst á landsliðnum, heldur hann fram at spæla fyri grikska felagið Pana- thinaikos. Tá ið Jákup á Borg stutt fyri hálvleik í dystinum móti FC Wit bleiv borin av vøllinum, óttaðist hann fyri, at talan var um álvarsligan skaða, men alt bendir á, at Jákup er sloppin við hvøkkinum SKAðI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var lítið hugaligt hjá áskoðarunum á Tórsvølli at hoyra, hvussu landsliðs- leikarin Jákup á Borg lá og venaði seg á vøllinum beint fyri hálvleik, meðan hann helt um fótin. Jákup er ein spælari, ið sjáldan liggur og venar seg, og tí vóru tað mong, ið bóru ótta fyri, at talan var um okkurt heilt álvarsamt. Tað gjørdist beinan vegin greitt, at Jákup ikki var førur fyri at spæla meiri, og hann bleiv borin á børu inn í umklæðingarrúmið, og síðani bleiv hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har rønt- genmyndir blivu tiknar av meidda fótinum. Avskrivar ikki steypafinaluna Tá ið vit hósmorgunin høvdu Jákup á Borg í tele- fonini, var hann við gott mót. Røntgenmyndirnar vístu einki brot, men okkurt kundi bent á, at nøkur liðbond vóru toygd. - Onki er brotið, men eg havi fingið boð um at verða fullkomiliga í frið í eina viku. Eg havi nógva pínu enn, og ikki ber til hjá mær at stíga fótin til, sigur Jákup á Borg. Landsliðsleikarin ætlar sær tó at fáa so nógva viðgerð sum gjørligt frá fysioterapeutinum hjá HB næstu dagarnar, soleiðis at hann, um alt gongur ser- stakliga væl, fær verið við í steypafinaluni komandi hósdag. - Tað sær einki ser- ligt út við møguleikanum fyri tí í løtuni, men eg fari so at gera alt hugsandi fyri, at eg fái spælt við í final- uni, sigur Jákup á Borg. Føroyski landsliðsleik- arin dylur ikki fyri, at hann óttaðist tað ringasta, beint eftir at skaðin var hendur. - Eg hevði eina ótrúliga pínu, sum eg ongantíð havi upp- livað fyrr sum fótbóltsleik- ari, og tí var eg bangin fyri, at talan kanska var um eitt brot, men so er tíbetur ikki, sigur Jákup. Um tað vísir seg, at Jákup á Borg ikki fær verið við á HB-liðnum í steypa- finaluni á ólavsøku, er lítið at ivast, at talan er um stór- an miss hjá føroyameistar- unum, sum ætla sær at hevna finaluósigurin móti NSÍ fyri tveimum árum síðani, nú júst somu feløg aftur hittast á Tórsvølli ólavsøkudag. Talan var um tvær ungar manningar, tá ið HB og FC Wit dyst- aðust mikukvøldið. Føroyameistararnir áttu bæði yngsta og elsta leikaran á vøll- inum, men georgiska liðið hevði lægri miðalaldur HAGTØL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað vóru rættuliga nógvir ungir leikarar á vøllin, tá ið HB og FC Wit leiktu Champions League undan- dyst á Tórsvølli miku- kvøldið. Heimaliðið hevði ikki færri enn fýra ung- lingaleikarar á vøllinum. Páll var tann yngsti Miðalaldurin hjá teimum 14 leikarunum, ið vóru á vøllinum fyri HB, var 23,4 ár, og tað er eitt vet hægri enn miðalaldurin hjá FC Wit. Georgiska liðið nýtti einans 13 leikarar í dystin- um, og teirra miðalaldur var 22,7 ár. Yngsti maður á vøllinum var HB-framherjin Páll M. Joensen, sum júst er fyltur 18 ár. Páll slapp fyri fyrstu ferð nakrantíð at leika sam- fullar 90 minuttir á besta liðnum hjá HB. Elsti maður á vøllinum var eisini ein á heimaliðnum, nevnliga liðskiparin Rúni Nolsøe, ið er 33 ára gamal. Saman við ein øðrum HB-veterani, Hallur Danielsen, vóru teir einastu leikararnir á vøllin- um, ið vóru oman fyri tey tríati. Yngsti maður á georg- iska liðnum var verjuleik- arin David Medashvili, og elsti maður var ein annar verjuleikari, nevnliga 28 ára gamli Tengiz Kobias- hvili, so ikki kann sigast annað, enn at talan er um eitt ógvuliga ungt georgiskt lið. Óttaðist beinbrot Tvær ungar manningar Skaðin, sum Jákup á Borg fekk í dystinum móti FC Wit miku- kvøldið, tykist ikki verða so álvarsligur, sum tað sá út til savnsmynd Símun Eliasen, sum her leggur HB á odda 3–0, var við sínum 29 árum triðelsti leikarin á vøllinum mikukvøldið Mynd: Jens Kristian Vang Í hesum døgum hevur TB vitjan av einum smá- dreingjaliði úr Orkn- oyggjum. Liðið verður nevnt Orkney-14, og tað eru seytjan spælarar og fýra leiðarar í ferðalag- num. Undir vitjanini skulu gestirnir spæla tvær ferðir ímóti TB, og so skulu teir eisini royna seg ímóti VB og B36. Skráin sær soleiðis út: hósdagin 22. juli kl. 18 á Sevmýri ímóti TB, fríggjadagin 23. juli kl. 18.30 í Vági ímóti VB, leygardagin 24. juli kl. 17 á Sevmýri ímóti TB og sunnudagin 25. juli ímóti B36 í Gundadali. jh TB vitjan úr Orknoyggjum Føroyameistararnir góvu sær sjálvum glæsiliga 100 ára føðingardagsgávu, tá ið teir vunnu størsta føroyska sigurin nakrantíð í Europa Cup EUROPEISKT MET Jóannes Hansen Tað var ikki eiti á 100 ára føðingardagsgáva, sum HB gav sær sjálvum miku- kvøldið. 3–0 sigurin í góð- veðrinum á Tórsvølli ímóti georgisku gestunum var tann størsti, sum nakað før- oyskt felag nakrantíð hevur vunnið í Europa Cup kapp- ingunum. Higartil hevur tað ongan- tíð eydnast nøkrum før- oyskum felag at spæla seg víðari í annað innleiðandi umfarið. Legg merki til spæla. HB var í 2. innleið- andi umfarinum í 1993, men ta ferðina var tað tí, at mótstøðuliðið ikki møtti í Føroyum. HB og føroyskur fótbólt- ur fegnast um avbera góða úrslitið mikukvøldið. Men samstundis kennist ikki sørt til beiska rákan av, at tað miseydnaðist at kvali- fisera seg til næsta umfarið. HB vísti á heimavøllinum, at føroyska felagið leikliga var á hædd við gestirnar og ivaleyst meiri enn so. Og liðformaðurin, Rúni Nol- søe, ásannaði, at tað verður ikki ofta, at mótstøðuliðið verður av slíkum slagi, sum tað var hesa ferð. Tí var tað eyka harmu- ligt, at persónlig mistøk í nógva hitanum í Georgia bóru 5–0 tap við sær, og at kenslan á heimavøllinum av, at tað kortini kundi bera til at vinna frammanundan fullkomuliga óhugsandi stórsigurin, ikki rættuliga kom fram, fyrrenn 2. hálv- leikur var hálvrunnin, og tað tískil var ov lítið av tíð eftir at syrgja fyri fimm málum ella fleiri enn so. HB hevði væl fleiri enn fimm upplagdar málmøgu- leikar, og tað var framúr, at teir megnaðu at skjóta trý mál. Serliga tá ið havt verð- ur í huga, at liðið miku- kvøldið spældi uttan teir báðar fremstu álopsspæl- ararnar – Rógva Jacobsen og Heine Fernandez. Metið Føroysk feløg hava luttikið í Europa Cup síðani í 1992. Dysturin hjá HB miku- kvøldið var tann 72. hjá føroyskum feløgum í Europa Cup kappingunum. Føroysk feløg hava vunnið fýra dystir. HB hevur spælt 20 dystir, og sigurin miku- kvøldið var tann triði hjá teimum. Umframt sigurin uttan dyst í 1993 ímóti letlendska RAF, vunnu teir í 1998 á heimavølli 2–0 ímóti finska VPS Vaasa. Ta ferðina var spenningur í, áðrenn HB á Ólavsøku fór til Finnlands at royna seg. Men talan var um stórt vónbrot, tí HB tapti 4–0. Umframt teir tríggjar HB sigrarnar í Europa Cup, er tað bara KÍ, sum eina ferð hevur vunnið europeiskan dyst. Klaksvíkingar vunnu í 1995 3–2 á heimavølli ímóti ísraelska Maccabi Haifa. HB sigurin mikukvøldið er sostatt tann trivaligasti europeiski sigurin nakran- tíð, og HB eigur eisini næststørsta sigurin í Europa Cup. Hann vunnu teir í 1998. Vónandi fer tað at vísa seg, at metingin hjá okkum er langt við síðuna av, tá ið vit halda, at tað er einki, sum bendir á, at metið, sum HB setti mikukvøldið, fer at verða hótt nógvu tær fyrstu ferðirnar, at føroysk lið aftur fara at royna seg í altjóða kappingum. Met- ingin er grundað á hagtølini frá royndunum higartil. Av teimum 72 dystunum, sum higartil eru spældir í Europa Cup, hava mót- støðuliðini vunnið 60, átta ferðir hevur verið javnt, og HB sigurin mikukvøldið var tann fjórði fø'royski sigurin. Samlaði málmun- urin í teimum 70 dystunum seinastu trettan árini er 36–228! Tveir dystir eru eftir at spæla í ár. B36 og B68 skulu bæði spæla í Letlandi Ólavsøkudag. Higartil hevur HB spælt 20 ferðir í Europa Cup. Tað er hægsta dystartalið. Hjá hinum feløgunum eru dyst- artølini hesi: GÍ 16, KÍ 14, B36 11, B71 4, B68 3, VB 2 og NSÍ 2 dystir. Í hesi uppgerðini er ikki roknað við teimum 25 dystunum, sum føroysk feløg hava spælt í Intertoto Cup. Rúni eigur europeiska metið HB liðformaðurin hevur verið við í øllum Europa Cup dystunum hjá HB uttan einum EUROPA CUP HAGTØL Jóannes Hansen HB er skrásett fyri 20 Europa Cup dystir. Tá rokna vit ikki teir í Intertoto Cup uppí. Í tí eina dystinum var eingin spælari skásettur fyri at hava verið við. Tað var ta ferðina, tá ið let- lendska liðið ongantíð kom til Føroya. Eingin HB spælari hevur verið við í øllum nítjan Europa Cup upp- gerðunum. HB liðfor- maðurin, Rúni Nolsøe, hevur verið við átjan ferðir. Í 2001 var hann skaddur um tað mundið, tá ið Europa Cup var á skránni. Tá var hann ein minutt við í heimadyst- inum (loysti Bárð Mort- ansson av), meðan hann ikki var við í útidystin- um í Eysturríki ímóti Grazer AK. HB spælarin við næst- flestu Europa Cup dyst- unum er Hallur Daniel- sen. Hann hevur verið við trettan ferðir. Hann var ikki komin á liðið, tá ið HB spældi fyrstu ferðirnar í Europa. Merkisvert fyri Europa Cup luttøkuna hjá Halli Danielsen er, at í teim- um trettan dystunum hevur hann verið inn– ella útskiftur tíggju ferð- ir. Hann varð útskiftur mikukvøldið, og hann varð eisini útskiftur í Georgia. Sum hjá so mongum øðrum so kundi dystar- talið hjá Halli havt verið hægri, um ikki okkurt hevði havt verið komið í vegin onkra ferðina. Eitt nú var hann við í Finn- landi, tá ið HB í 1999 vitjaði FC Haka, men dystarmorgunin hevði Hallur febur, og tískil var hann ikki førur fyri at spæla. Drúgvir gøtumenn og klsksvíkingar Gí hevur verið við í sekstan Europa Cup uppgerðum. Tá ið GÍ vann fýra FM og steypa- kappingar og silvur- krónur, komst tað ikki minst av, at fólkið var støðugt. Tað sást eitt nú aftur í dystartalinum hjá gøtumonnum í Europa Cup. Henning Jarnskor spældi fimtan ferðir. Í 2002 var hann ikki við í øðrum dystinum ímóti FC Dacia úr Moldovia. Magni Jarnskor og Jóan Petur Olsen spældu fjúrtan ferðir í Europa Cup. KÍ hevur spælt fjúrtan Europa Cup dystir. Tveir spælarar hava verið við í øllum dystunum. Teir eru Harley Bertholdsen og Jan Joensen. Ein klaksvíkingur hevur spælt fimtan ferðir. Tað er Jan Andreasen. Hann var ikki við í útidystin- um ímóti Skonto Riga í 1992. Annars hevur hann verið við allar hin- ar ferðirnar. John Petersen hevur verið við í tólv Europa Cup dystum. Hann spældi seks ferðir fyri GÍ, og seks ferðir hevur hann umboðað B36 í Europa Cup. HB-liðformaðurin, Rúni Nolsøe, hevur spælt 18 av 19 Europa-Cup dystum fyri HB. Mynd: Jens Kr. Vang HB skrivar stolta føroyska fótbóltssøgu Unglingaleikarin Rókur Jespersen syrgdi við sínum máli til 2-0 fyri, at HB fekk størsta sigurin, ið nakað føroyskt felag hevur fingið í Europa-Cup. mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18