mánadagur 20. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fegnast um fanta
– Lagið á fólki var sera gott, og vit fingu øll eina sera góða uppliving,
sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í G! Festivalinum
Jonhard Hammer
– Eg eri fantastiska glaður
um ársins G! Festival. Vit
høvdu nógv fólk, og stemn
ingurin var sera góður.
Tað sigur Bogi Andreasen,
sum er nevndarformaður
fyri G! Festivalin.
– Veðrið var til vildar
stóran part av tíðini, og tað
hevur nógv at siga fyri ein
festival. Lagið á fólki var sera
gott, og vit fingu øll eina sera
góða uppliving, sigur hann.
Nevndarformaður í G!
roknar við, at fíggjarliga
spælir tað eisini væl av í ár.
– G! Festivalurin hevur
áður havt undirskot at stríð
ast við, og hóast vit ikki vita
endaliga úrslitið enn, rokna
vit við, at tað fer at hanga
saman í ár. Vit høvdu nógv
fólk, og sølan á økinum var
góð, sigur hann.
Bogi Andreasen fegnast
um, at tónleikaliga var talan
um góðan festival.
– G! Festivalurin hevur
kanska ikki tey stóru heims
nøvnini, men fólk fáa góðan
og fjølbroyttan tónleik, og
stundum verða vit yvirrask
að av framførslunum av G!
Eg vil tó siga, at føroysku
bólkarnir standa ótrúliga
sterkir.
– Nú er eftirmetingin av
festivalinum farin í gongd.
Vit eru fegin um eina góða
heildaruppliving, og tað all
armesta gekk sera væl. Vit
viðurkenna, at tað vóru onk
rir tøkniligir trupulleikar á
pallinum á sandinum, og har
er nakað, sum vit skulu arb
eiða við til næsta ár, sigur
Bogi Andreasen.
Myndir: Sigmar Mørkøre
Fjøldin hugnaði sær óført
í góðveðrinum á G!
Lena Anderssen við bólki vísti enn
einaferð, at hon hevur altjóða støði