Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82 í góðum formi var seinkað, og tað vóru sjón­ligar frusteratiónir á palli­num. Millum annað tveitti trummuspælarin Høgni Lisberg ein trummu­ stikkara eftir einum tøkningi í frusteratión um tøknina. Eivør stóð stinn sum altíð, og hon hevði eina fína framførslu, hóast hon skuldi stríðast ímóti tøkniligu um­ støðunum. Konsertirnar hjá Enekk, Teitur og Momo vóru frá­ líkar, men stóra navnið á festivalinum hesaferð var danska rockorkestrið Dizzy Mizz Lizzy, sum í ár hevur gjørt comeback. Kennarar av bólkinum vóru púra burtur í framførsluni, meðan mót­ tøkan var eitt sindur meira lunkað hjá teimum, sum ikki kenna bólkin. Onkursvegna varð stóra áhoyrarafjøldin eitt sindur uppbýtt, og tað sæst væl á Sandinum, at nógv fólk kendu ikki serliga væl sangirnar hjá bólkinum. Tað, sum eingin tó kann seta fingur á, var framførslan, tí Tim Christensen og hansara menn strálaðu av spæligleði, teir spældu framúr væl, og tað var eingin slingur í valsinum teir 90 minuttirnar, teir vóru á pallinum. Bólkurin AVE, sum tók nógvar heiðurslønir ti FMA tiltakið, hevði eina fína konsert, har tað var sera hugaligt at síggja Petur Pólson, sum var álvarasama sjúkur fyrr í ár, á pallinum aftur saman við stjørnuni Benjamin Petersen. Ballið endaði við fram­ førslu hjá Tinganest á Spæli­ plássinum, har tey treisku hugnaðu sær óført saman við vágamonnunum og teirra herligu sangum. Eitt fínt punktum fyri festivalin. Konseptið styrkt Samanumtikið var talan um ein sera góðan G! Festival, sum eisini fekk tað undir­ tøku, sum eitt slíkt tiltak hevur uppiborið. Tjaldpláss var aftur hesa­ ferð fult av lívligum og livandi gestum – hóast teir tóktust vera eitt vet færri hesaferð – og økið við camp­ ingvognum er vaks­an­di. Um­ støðurnar til cam­pingvognar eru góðar við fótbóltsvøllin, og har eru vakstrar­møgu­ leikar. Fyrireikararnir av G! Festi­valnum eiga rós uppi­ borið fyri tiltakið – bæði tey, sum taka stóra takið og hava verið drúgv gjøgnum árini, og tey, sum gera sín lítla lut til, at alt riggar so væl. Onkuntíð hevur verið funnist at tjaldplássinum og upptakinum har, men tjald­ plássið tóktist fyrimyndar­ liga væl fyriskipað í ár, og longu sunnukvøldið var bøurin ruddaður. Eftir hendan G! Festivalin tykist G! konseptið styrkt aftur, og tað mann verða hugligt hjá fyrireikarunum, nú teir taka upp og rudda av, at vita, at fólk gleða seg til ein nýggjan festival um eitt ár. Myndir: Sigmar Mørkøre Tim Christensen og danski bólkurin Dizzy Miss Lizzy vóru høvuðsnavnið á G! í ár, og teir strálaðu av spæligleði Bretski blásarabólkurin Hacknet Colliery Band hevði eina framúr góða framførslu Syðrugøtukvinnan Eivør trøllarbant fjøldina enn einaferð á G!