mánadagur 20. juli 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! Festivalurin
G! Festivalurin er meira enn bert ein tónleikauppliving, og formurin
á festivalinum tykist verða betri enn undanfarin ár
Jonhard Hammer
Stóra G! vikuskiftið er farið
aftur um í øllum góðum, og
niðurstøðan eftir festivalin
er, at undirtøkan fyri G! er
vaksandi aftur, og konseptið
stendur
framvegis
sera
sterkt.
G! Festivalurin er nógv
meiri enn ein tónleikaupp
living, og í lívliga bygda
meldrinum í Syðrugøtu eiga
føroyingar eina heilt ser
staka
mentanaruppliving,
sum tað er vónleyst at finna
aðrastaðni í heiminum.
Eitt er, at tað ber til at
uppliva alskyns konsertir á
teimum ymsu pallunum og
støðunum á festivalinum,
men festivalurin bjóðar eis
ini aðrar upplivingar, sum
fólk taka væl undir við.
Pottar og sauna á sandinum
er tað heilt stóra hjá mong
um, og við bókasavni, guds
tænastu, filmsýning, sjón
leiki og annað er nógv av
uppliva millum pallarnar og
konsertirnar.
G! er væl fyriskipað, og
við at útnytta bygningar,
skot, landslag, gøtur og sand
á ein sera kreativan hátt
hava fyriskipararnir av tí
stóra og smáa skapt eina
veruliga mentanaroasu, sum
má upplivast. Tað ber ikki
til fulnar at greiða frá G!
konseptinum og tí, sum ger
G! til so nógv meira enn bert
ein tónleikafestival.
Eftir at G! Festivalurin
fyri nøkrum árum síðani var
niðri og vendi við Mini G, er
formurin av álvara betraður,
og í ár var undirtøkan fyri
festivalinum
størri,
enn
hon hevur verið fleiri av
undanfarnu árunum.
Veðrið hevur helst ein
leiklut í hesum, tí tað var gott
veður stóran part av tíðini,
men spennandi G! konseptið
er avgjørt væl fyri í hesum
døgum.
Gott føroyskt
G! Festivalurin bjóðar nógvar
útlendskar tónleikarar, men
tey føroysku nøvnini standa
sera sterk. Serliga hóskvøldið
og fríggjakvøldið tóktust
føroysku bólkarnir at hava
eina savnandi megi og høvdu
frálíkar framførslur. Marius
Ziska og Høgni Libserg gingu
á undan, og tað er hugaligt
at síggja, at hesir dugnaligu
tónleikarar veruliga hava
fingið fótin fyri seg í før
oyska tónleikaheiminum.
Bretski blásarabólkurin
Hacknet Colliery Band hevði
eisini eina framúr góða fram
førslu. Teir spældu væl og
fingu veruliga áhoyrarnar
við í framførsluna – ikki
minst tá ið teir rundaðu
framførsluna av við at fara
út millum fólk at spæla. Teir
trívu í fleiri kendar sangir og
tulkaðu millum annað popp
hittið Africa hjá Toto. Frálíkt!
Hóast Guðrið Hansdóttir
eisini stóð sterk, tóktist tað
eitt sundur løgið at fara frá
konsert hjá Guðrið á sandi
num og niðan á Spæliplássið,
har Janus Rasmussen sum
einsamalt umboð fyri bólkin
Kiasmos undirhelt, tá ið júst
tey bæði saman mynda
bólkin Byrta, sum mong
høvdu ynskt sær at hoyrt.
Fríggjakvøldið varð órógv
að av stórari flóð, so stórur
partur av sandinum var
undir í sjógvi, og tí máttu
konsertir seinasta á kvøldi
num avlýsast ella flytast. Eitt
nú mátti konsertin við Eivør,
sum mong høvdu glett seg
til, flytast til leygarkvøldið.
Men hóast hetta órógv, so
helt festivalurin bara fram,
og fólk hugnaðu sær óført.
Stóri dagurin
Leygardagurin er tann stóri
og drúgvi festivaldagurin, og
eftir eitt savnandi barna
undirhald bjóðaði PRG við
Páll Gregersen á odda fyrsta
floks saltfisk til festivalgest
irnar.
Saltfiskafiskafram
leiðsla
hevur
verið
eitt
eyðkenni fyri Gøtu og týð
andi partur av framburði og
virksemi í bygdunum. Huga
ligt at fáa ein smakk av hesi
dygdarframleiðslu, sum ser
liga suðureuropearar njóta
gleðina av.
Misti fríggjadagurin nak
að við avlýsingini hjá Eivør,
so
var
leygardagsskráin
styrkt við hennara konsert.
Tað vóru tó tøkniligir tru
pulleikar á pallinum, og tað
hevði við sær, at framførslan
Sakaris fekk alt spæliplássið at dansa
og hoppa við sínari framførslu