mánadagur 20. juli 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
Fiskivinnan bíðar framvegis
eftir einari nýggjari lóg
Orðini um, at fiskivinnan og onnur vinna hevur tørv á tryggum karmum, eru gjørd til skammar í politisku skipanini
Árni Gregersen
Hendan samgongan hevur í
mesta lagi tveir veruligar
arbeiðsmánaðir eftir áðrenn
tað verður løgtingsval.
Og onki bendir á, at tað í
hesums tutta tíðarskeiði fer
at eydnast at gera eina nýggja
lóg um vinnuligan fiskiskap.
Gjøgnum mong ár hevur
politiska skipanin verið vit
andi um, at 1. januar 2018, so
fella øll fiskiloyvir aftur til
landið.
Tað stendur heilt einfalt í
lógini.
Og longu fyri næstan 10
árum síðani søgdu politikk
arar, at tað var neyðugt at
koma í góðari við eianri
nýggjari lóg. At tað er neyð
ugt ásannaði skipanin eisini
eianferð, tí tá var evstamark
fyri nýggjari lóg flutt til
1.januar 2018.
Men enn er langt frá kom
ið á mál.
Hendinga fundir hava
verið við andstøðuflokkar
nar, men onki ítøkiligt er
komið
burturúr
teimum
fundunum.
Samgongan sjálv hevur
eisini fundast nakað, men
útmeldingarnar
frá
sam
gonguflokkunum eru heldur
ymiskar.
Summi siga, at samgong
an er samd um eitt útspæl,
sum skal forma fiskivinnu
politikkin eftir 2018, meðan
aðrar útmeldingar staðfesta,
at tað er langt eftir á mál
áðrenn sjálv samgongan er
samd.
Løgmaður tikið málið
Upprunaliga var tað Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður við fiskivinnumálum,
sum gekk á odda og royndi at
fáa flokkarnar at koma
saman at tosa um framtíðar
fiskivinnuna.
Tað gekst ikki serliga væl
– fyrst og fremst tí tað var
torført at finna nakað áralag
millum politisku flokkarnar.
Síðani hevur løgmaður
tikið hetta málið til sín og nú
liggur tað á borðinum hjá
løgmanni.
Sjálvur hevur løgmaður
sagt fleiri ferðir, at tað ber
væl til at koma til eina semju
í hesum valskeiðnum, tí
samgonguflokkarnir
í
høvuðsheitum eru samdir
um,
hvussu
ein
nýggj
fiskivinnulóg skal síggja út.
Ósemja
Hóast flokkarnir eru samdir
um fleiri partar av einari
nýggjari fiskivinnulóg, so
eru tað framvegis partar,
sum semja ikki er um.
Ein avgerandi partur er
um útlendingar skulu hava
møguleikar at eiga partar av
fiskivinnuni.
Harafturat stendur spurn
ingurin
um
uppboðssølu
framvegis á pappírinum.
Kortini er ikki greitt hvat
øll meina við, tá ið tosað
verður um uppboðssølu.
Summi meina, at fiski
loyvir sum heild eiga at
verða seld yvir uppboðssølu,
meðan onnur tosa um upp
boðssølu av uppsjóvarfiski.
Hetta eru politiskir spur
ningar, sum skulu loysast,
men sum ongin beinleiðis
loysn sæst á í løtuni.
Karmarnir
Tað er ein standandi setn
ingur millum politikarar og
vinnulívsfólk, at neyðugt
er, at finnan hevur tryggar
karmar at arbeiða undir.
Vinnan sigur hetta, tí tað
er avgerandi at kenna fram
tíðar treytir fyri vinnuna, tá
ið stórar íløgur skulu gerast í
skip og annað.
Politikararnir meta helst
tað sama, men tað gongur
striltið hjá teimum at umseta
orðini til veruleika.
Sum støðan er júst nú, so
er onki sum bendir á, at ein
nýskipan av føroysku fiski
vinnuni verður gjørd, so hon
fer at virka 1.januar 2018.
Politikkur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við
fiskivinnumálum, royndi, men kom ikki á mál.
Alt ov stutt tíð til broytingar í 2018
Fiskivinnan hevur nú bíðað eftir einari nýskipan í nógv ár, men nú er skotbráðið ov stutt, heldur Reiðarafelagið
Einaferð var lógin um vinnu
ligan fiskiskap longd, men
so skuldi hon eisini vera klár
í góðari tíð undan 1.janaur
2018.
Men lítið og onki er hent
og nú er ov stutt til skiftis
dagin, sum er settur til 1.
januar 2018.
– Tað ber als ikki til nú at
fara at samtykkja eina nýgg
ja lóg, sum hevur álvarsligar
broytingar við sær. Og so
halda, at tað fer at bera til at
seta hana íldi 1.januar 2018.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag, Anfinn Olsen,
reiðari, er púra avgjørdur, tá
ið hann ger status yvir, hvar
lógin um vinnuligan fiski
skap er – og hvussu tíðar
ætlanin við henni er.
– Vit hava bíðað leingi. Eg
veit, at landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum hevur
verið
klárur
við
einum
uppskoti, men semja er ikki
innanhýsis í samgonguflokk
unum, hvussu lógin skal
vera, sigur Anfinn Olsen.
Ov stutt tíð
Formaðurin í Reiðarafelag
num er rættuliga avgjørdur,
tá ið hann vísir á at tíðin er
gingin undan.
Vinnan eigur at hava nøk
ur ár at fyrireika seg, ætlar
politiska skipanin at gera
broytingar í lógini.
– Nú er tíðin til ein slík lóg
fer at koma í gildi gingin
undan. Vit halda ikki, at
politiska skipanin á nakran
hátt kann gera álvarsligar
broytingar í lógini, nú bert
góð tvey ár eru eftir til lógin
fær virknað, sigur Anfinn
olsen.
Eydnast tað ikki at fáa
eina semju longu nú á
ólavsøku, so ber als ikki til at
koma á mál við lógini.
Seinasti møguleikin er tá,
at landsstýrismaðurin leing
ir núverandi lóg í nøkur ár
uttan broytingar. Tað hevur
hann heimild til.
Ger hann tað og talan er
um eini fýra ár, so kann ein
øgulig nýggj samgonga eftir
løgtingsvalið í heyst, átaka
sær at gera lógina um vinnu
ligan fiskiskap av nýggjum
– og so kortini geva vinnuni
stundir at tillaga seg møgu
liga broyttum fortreytum.
Men sum støðan er nú, so
síggi eg ongan møguleika
fyri, at vit 1.januar 2018 fara
at virka undir einari nýggjari
lóg, sigur Anfinn Olsen. For
maður í Føroya Reiðarafelag.
Fiskivinnan bíðar framvegis
Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag,
heldur at tíðin er gingin undan til, at tað ber til
at gera stórar broytingar 1.januar 2018.