mánadagur 20. juli 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um eina viku leggja 10 vanligir føroyingar út á hav við árabáti
Vil geva føroyingum
smakk fyri havrógving
HAVRÓGVING
Áki Bertholdsen
– Eg má siga, at eg føli meg
eitt sindur einsamallan. So
hevði hetta givið onkrum
blóð upp á tonnina, hevði tað
ikki verið so galið.
Tað sigur Livar Nysted,
heimskendur havrógvari við
fleiri heimsmetum á baki.
Nakað síðani tók hann
stig til at bjóða púra van
ligum føroyingum at fáa ein
smakk av havrógving við at
rógva ímillum Skotland og
Føroyar, og niðuraftur.
Og tað er greitt, at nú um
ólavsøkuna, verður lagt til
havs í Skotlandi, við Livari
sum nátúrligum skipara, og
níggju øðrum monnum.
Livar er sjálvur til við
Saeborg hjá einum boripalli í
Norðsjónum, og hann kemur
heim 22. juli, og longu 24. juli
fara teir allir til Skotlands.
Síðani tekur tað ein dag,
ella tveir, at rigga til, og so
verður lagt til havs úr Thurso
í Skotlandi, so skjótt, veðrið
er til vildar.
Og Livar sigur, at fáa teir
veðrið við sær, klára teir
túrin upp á fýra dagar, men
gongur illa í hond, kann tað
taka eina viku.
Tað er eisini greitt, at teir
vera 10 mans, sum fara at
rógva úr Skotlandi til Føroya,
og sum støðan er nú, verða
teir seks mans at rógva bátin
aftur til Skotlands, einaferð
í august, so har eru nøkur
pláss eftir, skuldi onkur havt
áhugað. Men tað er eisini
greitt, at nakrir skotar koma
við at rógva bátin niður aftur
til Skotlands.
Hann sigur, at enn eru tað
bara menn, sum hava bjóðað
seg fram.
Báturin, teir fáa at rógva
við, er Avalon, sum er 45
føtur, og sum Livar áður hev
ur róð um heimshøv við.
– Tað er ein stórur, og
ógvuliga góður bátur, so vit
flóta trygt, sigur Livar.
– Teir, sum fara avstað,
eru púra vanligir mans, sum
hava hug til at royna nakað
heilt øðrvísi enn vanligt. Vit
hoyra ofta um, at fólk, sum
vilja royna okkurt óvanligt,
fara í fjøllini at klintra, men
at rógva um eitt heimshav er
so aftur nakað heilt fyri seg.
Livar Nysted sigur, at
endamálið við at skipa fyri
eini ferð, sum hesar, er at
vekja áhugan fyri havrógv
ing.
Hann er einsamallur før
oyingar um at dyrka hend
an víðgongda og óvanliga
ítróttin, sum eitur havrógv
ing, og hann viðgongur, at
hann følir seg eitt sindur
einsamallan viðhvørt.
– Hetta er ein passaliga
stuttur túrur, so er tað onkur,
sum als ikki trívist umborð,
er tað yvirstaðið upp á nakr
ar fáar dagar.
Men vóanandi fer hetta
at geva onkrum smakk fyri
havrógving, og fer at geva
teimum hug til at royna seg
á onkrum longri teini eisini,
leggur hann afturat.
Spentur at rógva við føroyingum
Ferðin um Atlantshav hjá nøkrum vanligum føroyingum,
er eisini stuðulsrógving, har tað ber til at savna inn pening
til eitt heim til fátækar dreingir í Kenja í Afrika
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at higartil
hava 11 føroyingar tikið av
tilboðnum um at rógva úr
Skotlandi til Føroya, og aftur
til Skotlands.
Sum greitt verður frá í
hinari greinini, verður fyrst
róð úr Skotlandi til Føroya og
tað verður rundanum ólav
søkuna, og síðani verður róð
aftur til Skotlands í august.
Menninir
hava
goldið
3.000 ensk pund, ella einar
30.000 krónur fyri at vera
við.
– Tað er eitt sindur av
pengum, ásannar Livar, men
slíkar ferðir eru dýrar, og
hetta er lítið av miklum aftur
ímóti tí, eg sjálvur plagi at
rinda fyri at sleppa umborð
á ein bát at rógva um hav.
Sjálvur er Livar bjart
skygdur um manningina.
Hann heldur, at føroyingar
eru væl skikkaður at rógva
um heimshøv, tí teir eru so
vanir at rógva.
– Eg eri rættiliga spentur
upp á, hvussu tað verður at
rógva við fullari bátsmann
ing av føroyingum, sigur
hann.
Stuðla fátækum
Men
í
hesar
ferðirnar
um Atlantshav, eru eisini
stuðulsrógving, har tað ber
til at stuðla einum dreingja
heimi í Kenja í Afrika.
Tað er Svanna, kona Livar,
sum er virkin í eini verk
ætlan við einum drongja
heimi í Kenja og í samband
við ferðina yvir um hav, ber
til hjá øllum at stuðla verk
ætlanina at byggja eitt nýtt
dreingjaheim í Nakuru í
Kenya.
Varna av Rana, sum er ein
annar stigtakari, sigur, at
higartil eru 900.000 krónur
savnaðir
inn,
men
enn
mangla 1,4 millión í til eitt
nýtt dreingjaheim.
Livar Nysted sigur, at fólk
kunnu stuðla við at binda seg
til at lata ein ávísan stuðul
fyri hvønn fjórðing teir
rógva.
– Bindur onkur seg til at
lata 50 oyru fyri hvønn fjórð
ing, fer tað at kosta teimum
einar 150 krónur, tí teinurin,
teir skulu rógva ímillum
Skotland og Føroyar, er einar
300 fjórðingar.
Øll, sum eru við at stuðla,
eru samstundis við í luta
kastinum um ein málning,
sum eingin annar enn Livar
Nysted málar, og har vinn
arin og listarmaðurin avgera
motivið í felag.
Tað verður hendan mann
ingin, sum skal rógva við
Livar Nysted úr Skotlandi
til Føroyar
Bergleif
Brimvík,
Fróði Magnussen, Jógvan
Jacobsen, Niclas Olsen,
Ove Heinesen, Sjúrður
Gullbein, Ingi Á Tórgarði,
Petur
Kári
Funding,
Livar Nysted og Jógvan
Clementsen.
Fyribils hevur ein før
oyingur meldað seg til at
rógva aftur til Skotlands,
og tað er Róar W. Dalsgard.
Annars verða tað nakrir
skotar, sum fara at rógva
aftur til Skotlands, men á
tí túrinum er pláss eftir.
Manningin
Á tryggum kjøli
Hetta er báturin, teir skulu rógva við. Vit hava trygt undir okkum, sigur Livar Nysted, sum áður hevur verið við sama báti um Atlantshav