mánadagur 20. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
ítróttur
Í nevndini í Stjørnuni verður gjørt nógv burturúr fyri at fáa Stjørnuna upp aftur á tindin. – Málið er so at vera
eitt topplið aftur um tvey ár, sigur Henrik Gerster, sum vendir aftur til felagið, har hann vann trý FM-heiti
Stjørnan vil
aftur á tindin
Hondbóltur
Johan til Brasilia Føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan
á Plógv Hansen, er í hesum døgum í Brasilia, har HM-
endaspælið fyri U21-landslið verður spælt. Danmark er
í bólki saman við Kili, Suðurkorea, Algeria, Argentina og
Fraklandi. Fyrsti dystur verður spældur í dag ímóti Kili.
KÍF nýggjan venjara Fremsta mansliðið hjá
KÍF í hondbólti hevur fingið nýggjan venjara. jn.fo
skrivar, at talan er um 38 ára gamla Jeppe Borch,
sum seinast hevur vant U-16 og U-18 lið hjá Oure,
har hann eisini hevur starvast sum lærari.
Pætur Albinus
Nógv
er
broytt
síðani
Stjørnan var nærmast eina
ráðandi í føroyskum kvinnu
hondbólti árini 2006 til 2010,
tá ið felagið tey fimm árini
vann fýra FM-heiti. Frágongd
og aftur frágongd hevur
ført til, at felagið hevur
spælt við einamest ungum
og óroyndum leikarum, og
síðsta kappingarár endaði
Stjørnan
á
næstaftasta
plássi.
Broyting
Nógv bendir á, at Stjørnan
nú hevur verið niðri í aldu
dalinum fyri seinastu ferð á
hesum sinni. Nevndin í felag
num hevur í øllum førum
gjørt sítt til, at Stjørnan frá í
komandi kappingarári aftur
skal vera ávegis oddanum í
føroyskum kvinnuhondbólti.
Henrik Gerster, sum áður
hevur vunnið trý FM-heiti
við Stjørnuni, ger comeback
sum venjari og skal saman
við
Michael
Ericsson,
hjálparvenjara, stýra ímóti
toppinum aftur.
Og leikaratilfeingið fer
neyvan at mangla. Stjørnan
fær nevniliga eina rimmar
tilgongd av leikarum til
komandi kappingarár. Una
Olsen og Durita Thomsen
(fyrr Mikkelsen) gera come
back, samstundis sum tvær
nýggjar útlendskar skulu
styrkja um hópin. Útlendski
málverjin í felagnum, Raluca
Ungureanu, heldur fram.
Gleðir seg
Henrik Gerster, sum seinast
hevur verið venjari hjá VÍF,
vendir nú aftur til Stjørnuna,
har hann hevði sína bestu tíð
sum venjari. Og tað er einki
at taka seg aftur í, at hann
gleðir seg at koma heimaftur,
mundi ein sagt.
– Ja, eg haldi tað er deiligt.
Eg hevði nøkur sera góð ár
her, og vit vunnu stórt sæð
alt, sum kundi vinnast. Tá
vísti Klaksvík seg sum ein
hondbóltsbýur, og tað er har
vit vilja lyfta tað upp aftur
til, sigur Henrik Gerster.
Seinast Stjørnan vann
FM, var í 2010. Árini 2000 til
2010 vann felagið FM heili
seks ferðir.
Tekur tvey ár
Hóast liðið hjá Stjørnuni
helst fer at vera nógv styrkt
longu komandi kappingarár,
so heldur Henrik Gerster
ikki, at tey í Klaksvík skulu
stinga nøsina upp ímóti at
vinna FM beinanvegin.
– Nei, tað haldi eg ikki.
Liðið skal venja seg við at
spæla hondbólt upp á tann
mátan, sum eg gjarna vil,
nevniliga gott verjuspæl og
eina góða kontramaskinu.
Tað hava tey ikki arbeitt so
nógv við seinastu árini, so
tað verður ringt at broyta
fyrsta árið. Fyrsta árið mugu
vit finna út av hvørjum beini
vit skulu standa á, men málið
er so at vera eitt topplið aftur
um tvey ár, sigur Henrik
Gerster.
Gott fólk
Umframt nýggju útlendsku
leikararnar og comeback-
genturnar, Unu Olsen og
Duritu Thomsen, so fær
Stjørnan
møguliga
eisini
gleðina av stórskjúttanum,
Simonu Petersen. Hon er
tó við barn í løtuni og verð
ur neyvan tøk í hesum
kalendaraárinum.
– Men vit hava eisini nógv
talent frá U17-árganginum,
sum vann FM síðsta ár. Hetta
verður ein sera spennandi
tíð, sigur Henrik Gerster,
sum
framhaldandi
ætlar
sær at búgva í Hoyvík, men
tó ikki fær trupulleikar av at
taka sær av venjingunum.
– Vit hava fingið ein
dugnaligan
hjálparvenjara
í Michael Ericsson, so vit
koma at leggja tað soleiðis
til rættis at genturnar venja
fýra ella fimm ferðir um vik
una. Tað skulu vit nokk fáa
samskipað,
sigur
Henrik
Gerster at enda.
albinus@sosialurin.fo
Savnsmynd: Álvur Haraldsen