mánadagur 20. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Meistararnir
Ibrahima Camara fekk bara eitt
hálvt ár í B36. Hann skal framyvir
spæla í triðbestu deildini, meðan
B36 í danska Philip Lund vónar at
hava funnið sær mannin, sum kann
hjálpa liðnum at halda fast um
oddasessin og endurvinna FM-heitið
Pætur Albinus
Hóast B36 er oddalið í
Effodeildini, so hevur tað
verið púra greitt, at felagið
hevur ynskt sær eina broyt
ing í álopinum, har Ibrahima
Camara bara er fallin í støði
og at enda varð settur á
næstbesta liðið. Avloysari
skuldi finnast, og hóast tað
sá ógvuliga svart út, so eydn
aðist tað B36 við tógvið stríð
at finna avloysara í evstu
løtu.
Camara kiksaði
Kappingarárið byrjaði væl
hjá Ibrahima Camara í B36.
Hann kom á máltalvuna
fýra tey fyrstu umførini,
men síðani steðgaði mál
skjótingin upp. Burtursæð
frá einum máli afturat í 11.
umfari, so hevur tað gingið
av skriðuni hjá senegalesiska
áleyparanum, sum fall so
mikið nógv í støði, at hann
varð settur at venja við
næstbesta liðnum. Søgur
hava verið um, at hann er
óynsktur í felagnum, men
tað er ikki bara sum at siga
tað at sleppa av við ein leik
ara. Her heima er tað nevn
iliga ikki loyvi at gera sátt
mála við leikarar styttri enn
eitt heilt kappingarár, og
tískil var Ibrahima Camara
sáttmálabundin til B36 fram
til kappingarárið var av, um
tað ikki skuldi eydnast at
finna honum eitt nýtt felag
og um hann yvirhøvur fór at
taka av tí tilboðnum.
Knøpp tíð
Tá ið Sosialurin setti seg í
samband við nevndina í B36
dagin fyri flytingargluggin
lat aftur, bendi alt á, at eingin
leikari fór at koma í staðin
fyri Ibrahima Camara, og
at hann fór at halda fram í
felagnum. Á næstbesta lið
num, væl at merkja.
Tíðin var knøpp – hon var
ov knøpp til at fáa spælarar
at royndarvenja, og teir, sum
felagið hevði havt eyguni á,
vóru annaðhvørt ikki nóg
áhugaverdir ella ikki tøkir.
Boðini úr B36 vóru, at um
okkurt áhugavert ikki fór at
stinga seg upp í evstu løtu,
so helt B36-hópurin fram
óbroyttur.
Vend kom í
Best sum tað sá út til, at B36
ongan nýggjan leikara skuldi
fáa, stakk okkurt áhugavert
seg upp í evstu løtu. Talan var
um 26 ára gamla Philip Lund
úr Danmark, sum kann røkja
flest øll framrættaðu plássini
á vøllinum. Hann er upp
vaksin í Vejle BK í Danmark,
og eftir at hava spælt við
Kolding FC og FC Fyn legði
hann leiðina um hav til USA,
har hann seinastu tvey árini
hevur spælt fulltíðarfótbólt
við Seattle Sounders FC
og seinast Oklahoma City
Energy. Í Seattle Sounders
FC var hann liðfelagi við
navnframar
menn
sum
Obafemi Martins og Clint
Dempsey. Philip Lund hevur
eisini umboðað danska U19-
landsliðið.
B36-nevndin bar skjótt
at, tá ið hesin møguleikin
stakk seg upp, og fáar tímar
áðrenn flytingarvindeygað
lat aftur, skrivaðu partarnir
undir sáttmála fyri restina
av kappingarárinum.
Camara fór
Tað vóru tekin í bæði sól
og mána um, at Ibrahima
Camara neyvan skuldi vænta
sær nakra spælitíð afturat í
B36, og stutt fyri midnátt
hóskvøldið eydnaðist tað
loksins B36 at finna annað
felag til hansara. Hann fer at
spæla restina av kappingar
árinum við Giza/Hoyvík í
triðbestu deildini.
Eyðun Klakstein, venjari
hjá B36, sigur, at tað ikki
gekk eftir vild við Camara.
– Camara byrjaði kapping
ina væl við at skjóta fýra mál
í teimum fyrstu dystunum,
men hóast hann hevur verið
sera íðin og áhaldandi, og vit
hava brúkt nógva tíð og orku
til at fáa alt at rigga betur
Nýggi B36 áleyparin, Philip Lund, hevur
eisini umboða Vejle í Superliguni