Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 8 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Roxette fær nógv góð orð við á vegnum, nú bólkurin hevur framført í London. Konsertferðin kring Europa heldur fram, og í august stendur Summar Festivalurin á skránni Roxette framúr ummæli í Onglandi S ummar Festivalurin kann í ár bjóða eitt tað størsta tónleika­ navnið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum. Svenski superbólkurin Roxette, sum hevur havt óteljandi hitt kring Europa, í USA og aðrastaðni, er høvuðs­navn á Summar Festivalinum í august. Forsølan til Summar Festivalin hevur gingið óvanliga væl, og tað er lítil ivi um, at Roxette eigur sín part av heiðrinum fyri tað. Frálíkar framførslur Roxette er í løtuni á konsertferð. Fram­førslur hava fyrr í ár verið í Týsk­ landi, Rumenia, Hollandi, Spania, Australia, Ungarn, Belgia, Írlandi og aðra­staðni. Í farnu viku spældi Roxette á 02 Arena í London, og stóru ensku bløðini rósa Roxette til skíggja. Tað hevur verið eyðkent fyri fram­ førslur­nar hjá Roxette, at songkvinnan Marie Frederiksen hevur sitið undir nógvum av konsertunum. Hon var fyri nøkrum árum síðani sjúk av krabba­ meini, men yvirlivdi bardagan. Hóast harða stríðið við sjúkuna hevur hon varðveitt eina sterka rødd, men beinini vilja ikki altíð tað sama, sum tey plagdu at gera, Tí hevur hon á fleiri av konsertunum sitið og sungið. Hóast hetta hava framførslurnar gingið sera væl. Onkrir einstakir um­ mæl­arar hava havt hug at viðmerkja, at song­kvinnan hevur sitið, men eingin hevur kunnað funnist at henn­ ara songframførslu, sum hevur verið sann­førandi. Fleiri av ummælarunum hava hin­ vegin róst Marie Frederiksen fyri at vera djørv og áhaldandi, og seinastu um­mælini í Onglandi rósa bæði henni og bólkinum til skíggja. – Maria rakar teir stóru tónarnar, sum vóru eyðkenni fyri Roxette-sangir sum It Must Have Been Love og Listen To Your Heart. Áskoðararnir tóku veru­liga Spending My Time til sín og vóru púra villir í The Look og Dressed For Succes, skrivar The Independent í sínum ummæli. Eisini Daily Mirror gevur Roxette tummilfingurin og rósar bólkinum fyr at hava nógva orku og frálíkar sangir. Stríðskvinna Roxette er á drúgvari konsertferð, og songkvinnan Marie Frederiksen tekur sítt stóra tak í framførslunum. Hon er ein verulig stríðskvinna, og hóast hon ikki er so mobil, sum einaferð var, vísir hon stórt yvirskot og hevur sann­ førandi framførslur á palli. Roxette spælir fríggjakvøldið á Summar Festivalinum, og tað er lítið at ivast í, at tað er hendan framførslan, sum nógvir av festivalgestunum í Klaks­vík gleða seg mest til. Roxette hevur havt stóra stjørnu í Føroyum gjøgnum árini, og tey hava eina langa røð av sangunum, sum fólk kenna og hava hug at syngja við til. Enska blaðið The Independent rósar Marie Frederiksen fyri framúr sangavrik í London í farnu viku