mánadagur 20. juli 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 • 20. juli 2015
9
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Bátatænastan í Álakeri hevur sera góðar umstøður at bjóða sínum kundum. – Umframt
at skifta og umvæla motorar og umvæla og umbyggja bátar, ger bátaverkstaðurin eisini
ymiskar tryggingarskaðar, sigur stjórin í Bátatænastuni, Birgir Johannesen
Allar umvælingar av bátum í Álakeri
T
að er nógv virksemi á bátaverk
staðnum, sum Bátatænastan
hevur í Álakeri. Inni á verkstað
num eru altíð fleiri bátar. Uttan fyri
bygningin standa bátar, sum eru lidnir
og aðrir, sum bíða eftir at sleppa inn
á verkstaðin.
– Vit hava nógv at gera á bátaverk
staðnum. Tað er serliga glastrevja
bátar, sum vit fáast við, men vit hava
eisini fingist við timburbátar. Tá hava
vit havt fólk, sum duga at fáast við
føroysku bátarnar, okkum til hjálpar.
Bedingsvognur
Bátatænastan hevur eisini handil við
ymiskari útgerð til bátar, lættari fiski
reiðskapi, nautiskari útgerð, arbeiðs
klæðum og flótidraktum, umframt
stóra eykalutagoymslu. Ein beding er
eisini framman fyri bygningin í Álakeri
og ein bedingsvognur til bátarnar.
Bátatænastan hevur ein sonevndan
sleipara, sum kann hála bátarnar á
vogni inn og út av bátaverkstaðnum
og eftir bryggjuni.
– Hetta ger at umstøðurnar eru
sera góðar her hjá okkum. Bátaeigarar
eru vælkomnir at venda sær til okkum
við fyrispurningum um motorskift,
umvælingar, umbyggingar og annað
í hesum sambandi, sigur Birgir
Johannesen stjóri í Bátatænastuni.