Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 10 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Týsdagin læt Adore Vælvera upp í egnum bygningi við Hoydalsvegin 19 í Havn. Adore Vælvera er ein samanlegging av Sól & Klipp og Face-it, sum hava hildið til á Hálsi, og Sól & Klipp á Argjum Vælvera frá topp til tá N ú er alt á einum staði undir navn­inum Adore Vælvera. Tað er Maria Marielsdóttir saman við døtr­unum Beintu Olsen Djurhuus og Lindu Olsen, sum eiga nýggju fyri­ tøk­una. Næsta ár eru tað 35 ár síðan Maria Marielsdóttir byrjaði við egnari salong á Argjum. Seinni læt hon eisini eina salong upp á Hálsi, har beinta læt upp viðgerðarstovuna Face-it í 2008. Hjá Adore Vælveru starvast hár­ fríðkarar, make-up artistar, kosmeto­ logar/kosmetikarar, linergistar (per­ manet makeup/tatoo makeup og negla­teknikarar). Umframt allar hár­ við­gerðir fæst t.d. andlitsviðgerð, DermaOxy Lift, DermaTude Face Lift, hártøka, Manicure & Pedicure, krops­ við­gerðir, make-up, vippur og brýr. Adore Vælvera veitir tænastur bæði til menn og kvinnur, ung sum eldri. Talan er um góða tænastu, har per­són­urin verður settur í hásæti. Okkara fjølbroytta úrvæl av serkønum starvs­fólki dagføra allatíðuna sína vitan og royndir fyri at kunna hjálpa. Alt innan er gjørt av nýggjum í ný­ tímans stíli í salongini við 10 starvs­ fólkum. – Hetta er sum ein dreymur at hava fingið eina salong, sum liggur so væl fyri í býnum við góðum umstøðum og góðum parkeringsmøguleikum, siga tær tríggjar Maria, Beinta og Linda, sum eiga og reka nýggju fyritøkuna. Adore Vælvera hevur nýtt telefon nummar, sum er 20 50 20.