Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 • 20. juli 2015 16 Ókeypis lýsingarblað TEMA Argir Føroya Sjósavn er ein verandi partur av tilvitskuni um havið rundan um Føroyar – havið hjá okkum øllum. Savnið ynskir framhaldandi at vera ein partur av hesum, men framtíðarvisjónin røkkur enn longur Sjósavnið er eitt upplivilsið Vilmund Jacobsen F øroya Sjósavn, ið er ein sjálvs­ ognar­stovnur, byrjaði sítt virk­ semi í 2007 í gamla Íshúsinum á Argjum. Síðan henda dag hevur for­ vitnis­liga og forkunnuga savnið tikið ímóti 10.000-14.000 gestum um árið. Stórur partur av teimum, sum vitja savnið, er skúlaungdómar. Men, ser­ liga um summarið koma eisini onnur fólk í stórum tali á gátt. Enn er Føroya Sjósavn ikki so stórt í vavi, men vitjandi lata væl at, og ser­ liga vísa tey á, hvussu tætt tey uppliva fiskar­nar og djórini. Børnini stuttleika sær eisini óført við krabbafiskaríi og undrast á svimj­ andi skeljar, skvampandi skøtur og mangt annað, sum er at síggja á savn­ inum. Staðið, har Føroya Sjósavn heldur til á Argjum, er eisini í sær sjálvum ein attraktión – við fjøru, strond og á beint við. Gongdin úr miðbýnum og út á Sjósavnið er bert einar 15-20 minuttir. Tilvitskan um havið Føroya Sjósavn er ikki longur ein lítil verk­ætlan, men er ein verandi partur av tilvitskuni um havið rundan um Før­ oyar – havið hjá okkum øllum. Savnið ynskir framhaldandi at vera ein partur av hesum, men framtíðar­visjónin er at røkka enn longur. Ynskiligt er at gera framsýningar­ partin enn størri og betri, og ynskið er eisini at gera pláss til teir 400 út­ stappaðu fuglarnar, sum savnið hevur mót­tikið frá ónavngivnum persóni. Tað vakti stóran ans, tá Føroya Sjó­ savn sýndi hesar fuglar fram í Skeiva­ pakkhúsi. Sjósavnið og gávur Í fjør fekk savnið eina peningagávu frá Føroya Fiskimannafelag. Hetta vóru pengar, sum Knút Nolsøe, sáli, og aðrar góðar kreftir høvdu savnað saman miðskeiðis í áttatiárunum til at stovna eitt sjósavn í Føroyum. Í vár fekk Føroya Sjósavn eisini um­ hvørvis­virðisløn frá matstovuni, Etika. Hesar upphæddir fer savnið at oyra­merkja til ymiskt, sum hevur verið á ynski­listanum leingi. Tað er heilt vist, at ein partur av hes­um peningi eisini skal brúkast til at skumpa undir eina víðkan av savninum og virksemi savnsins. Síðan byrjan hevur savnið fingið dyggan stuðul frá Tórshavnar býráði, og býráðið verður framhaldandi ein týð­andi viðspælari í hesi verkætlan. Um framtíðarætlanir Føroya Sjósavn fer í heyst at kunngera meira nágreiniliga, hvat framtíðin hevur at bjóða, soleiðis sum út sær í løt­uni, og savnið fer samstundis at nýta høvi at takka fyri tann stuðul, ið sjálvs­ognarstovnurin hevur fingið. Tey, sum vitja á Føroya Sjósavni á Argjum, hava høvi at síggja nógv ymisk fiskasløg, sum eru á føroyska land­grunninum. Her eru smærri hávar, skøt­ur og vanligir gagnfiskar sum eitt nú toskur og upsi. Eitt lutfalsliga stórt tal er eisini av sílum. Á savninum verður dentur eisini lagdur á at sýna fram partar av tí stóra ríkidømi, sum vit eiga av ryggleysum dýrum í sjónum kring oyggjarnar. Tey, sum hava hug at fáa neyvari kunning um Føroya Sjósavn, kunnu ringja á tlf. 505120 – ella fara inn á heima­síðuna www.sjosavn.net vilmund@sosialurin.fo – Eg vænti, at vit verða lidnir við elementini um einar tveir mánaðir, og tá uppsetingin byrjar seinni í ár, fer tað helst at taka umleið eina viku at reisa bygningin á grundini. Síðan fer innrættingararbeiði at taka einar fýra mánaðir, sigur Valbjørn Dalsgarð, sum eigur og rekur byggifyritøkuna Sp/f VD Vilmund Jacobsen V albjørn Dalsgarð, sum er eitt kent navn í føroysku byggi­vinnuni, er upp­vaksin á Argjum og er, sum hann sjálvur sigur tað, ordiligur argja­maður. – Ja, eg kann næstan siga, at eg eri uppvaksin í fjøruni á Argjum. Hann gjørdist útbúgvin timbur­ maður hjá Anfinni Hansen í 1987, men byrjaði longu at hjálpa abba sín­ um at smíða eftir skúlatíð, tá hann var ein stórur smádrongur. Byggja depilin Í løtuni er fyritøkan hjá Valbirna Dalsgarð – Sp/f VD – í holt við at smíða elementini til Virknis-og Um­ lættingar­depilin, sum skal byggjast á Sandi. – Vit keypa timbri hjá Havnar Timbur­handli, og vit smíða element­ ini í byggihøllini hjá timburhandlinum á Hálsi. Fyritøkan hjá honum hevur alt arbeiði upp á Virknis-og Umlættingar­depilin á Sandi, men hevur undir­veitarar til ymiskar upp­ gávur, eitt nú til jørð-, lendis-og anlegs­arbeiði, eins og hvs-arbeiði og el-arbeiði eisini verður gjørt av undir­veitara. – Grevsturin byrjar nú, og tá klárt verður at stoypa, fara vit sjálvir at stoypa. Tá sokkulin er komin, verða elementini sett upp. Hetta eru óbjálv­aði, men klødd elementir, og vind­eyguni verða sett í, áðrenn element­ini verða sett upp. Valbjørn Dalsgarð sigur, at byggi­ tíðin er sett til umleið eitt ár, soleiðis at depilin skal standa liðugur á Sandi næsta summar. – Eg vænti, at vit verða lidnir við elementini um einar tveir mánaðir, og tá uppsetingin kann byrja seinni í ár, fer tað helst at taka umleið eina viku at reisa bygningin á grundini. Síðan fer innrættingararbeiði at taka einar fýra mánaðir ella so. Virknis-og Umlættingardepilin verður umleið 480 fermetrar til støddar, og alt verður bygt í einari hædd. – Eg vænti, at bygningurin fer at standa innilokaður um ársskiftið - og lyklaklárur næsta summar, soleiðis sum byggisáttmálin sigur. Valbjørn Dalsgarð sigur, at fyri­ tøkan hjá honum konsentrerar seg bara um depilin á Sandi í løtuni. Býr á Hamrinum Valbjørn Dalsgarð býr á Hamrinum á Argjum, og tá hann flutti inn í hús síni har í 1997, vóru húsini hjá hon­ um nummar 13 í røðini. – Eg haldi, at tað eru 99 hús á Hamrinum í dag, sigur fryntligi argja­ maðurin, ið er kendur sum dugnaligur og álítandi timburmeistari. Tey, sum hava hug at skifta orð við fyritøkuna Sp/f VD, kunnu ringja á tlf. 512118. vilmund@sosialurin.fo Í heyst fer Føroya Sjósavn at kunngera meira nágreiniliga, hvat framtíðin hevur at bjóða Mynd: Vilmund Jacobsen Valbjørn byggir Depil á Sandi Valbjørn Dalsgarð, ið eigur og rekur byggifyritøkuna - Sp/f VD - situr her oman á nøkrum av elementunum, sum gerast partur av Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi Mynd: Vilmund Jacobsen