týsdagur 21. juli 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggj stig skulu forða fyri, at
tað ganga so nógv fólk í býnum,
sum eru hamrandi skít
Skulu ikki sleppa a
Áki Bertholdsen
Nú skal tað ikki longur bera
til hjá fólki, sum eru sjónliga
ávirkað, at sleppa at keypa
rúsdrekka í barrum og nátt
klubbum kring landið.
Tað skal vera ein partur
av rúsdrekkapolitikkinum í
Føroyum hereftir.
Ein arbeiðsbólkur nú hev
ur nú sett út í kortið, hvussu
okkara rúsdrekkapolitikkur
skal vera framyvir.
Fróði Jacobsen var verk
ætlanarleiðari í sambandi
við arbeiðið, og hann stað
festir, at tað stendur tað í
rúsdrekkalógini sum er, at
tað er ikki loyvt hjá skeinki
støðum
og
barrum
at
skeinkja fyri fullum fólki.
Ella sum tað eitur, at tað
er er kki loyvt at skeinkja
fyri fólki, »tá orsøk er at
halda, at tey við at drekka
meira kunnu verða sær sjálv
um til vanda ella verða øðr
um til vanda ella ónáðir«.
Fróði Jacobsen sigur, at
hetta er sett í lógina út frá
teirri sannroynd, at meiri ein
drekkur, størri er vandin fyri
at koma illa fyri, ella fyri at
skaða onnur.
Hann sigur, at arbeiðs
bólkurin, sum hevur orðað
tann
nýggja
rúsdrekka
politikkin, heldur, at meiri
eigur at verða gjørt fyri at
halda hendan partin av rús
drekkalógini.
Tað merkir, at tey, sum
hava barrir og skeinkistøð,
fáa eina størri ábyrgd at ansa
eftir, at tað ikki verður skont
fyri fólki, sum, eru sjónliga
ávirkað.
Læra seg at siga nei
– til at skeinkja
Fróði Jacobsen ásannar, at
hetta fer at leggja eina stóra
byrðu á herðarnar á teimum,
sum eru barrvørar.
Men nettupp tí mælir ar
beiðsbólkurin eisini til, at
barrvørar fáa undirvísing
í hvat stendur í rúsdrekka
lógini. Barrvørarnir skulu
eisini læra at síggja á fólki
um tey eru drukkin ella ikki
og síðani skulu tey eisini fáa
undirvísing í, hvussu tey, í
allari hampiligheit, kunnu
sýta at geva teimum enn
meiri at drekka.
– Tað kunnu vera nógvir
mátar at siga tað upp á, og
kynstrið er at duga at siga
nei, uttan at tað elvir til
rok. Og tað ber til at læra
seg nakrar mannagongdir,
sum ger tað lættari hjá tí
forsmádda barrgestinum at
góðtaka eitt nei, uttan at alt
ov stóra misnøgd, sigur Fróði
Jacobsen
Hann er fullgreiður yvir,
at nógvir barrvørar eru ung
fólk, og at tað kann verða
ómetaliga tórført hjá teimum
at seta seg upp ímóti fólki,
sum ikki góðtaka eitt nei.
Men ein máti kann vera,
at tey so altíð hava onkran
nærhendis, sum tey kunnu
heita á, og sum kann taka
sær av málum, í heilt serlig
um førum.
Góð úrslit
Verkætlanarleiðarin
sigur,
at hetta er ein framferðar
háttur, sviar hava brúkt, og
sum teir kalla at skeinkja við
ábyrgd.
Endamálið var at minka
um talið á harðskapsmálum
í býarlívinum í Stockholm.
– Úrslitini vóru sera góð,
sigur Fróði Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at
tey hava fingið upplýst, at
í Finnlandi er ikki loyvt at
selja meiri eitt glas ísenn
á eini barr. Tað merkir, at
tann, sum vil hava eina øl og
ein snaps, má tvær ferðir í
barrina.
Hann sigur, at í Svøríki
vísti ein eftirmeting, at harð
skapsmálini vóru minkað 29
prosent, síðani átakið um at
skeinkja við ábyrgd, varð sett
í verk.
Síðani hava eisini aðrar
kommunur í Svøríki sett
líknandi átøk í verk, hetta
hevur eisini givið kommun
um í Avstralia og Danmark
íblástur.
Fróði Jacobssen sigur, at í
Svøríki er rætt og slætt skip
að venjing fyri barrvørum.
Tað er ikki akkurát tað, lagt
verður upp til í Føroyum,
men hann heldur, at okkurt
slag av undirvísing eigur at
verða skipað, uttan at seta
tað heilt stóra apparatið
ígongd. Umframt at undir
vísa barrvørum, krevur átak
ið at skeinkja við ábyrgd, eis
ini eitt gott samstarv ímillum
allar partar á økinum, bæði
kommunur, løgreglu og tey,
sum hava skeinkiloyvini.
RÚSDREKKAPOLITIKKUR
Endamálið er at
steðga tí ótálmaða
drykkjuskapinum