Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 Áki Bertholdsen – Hvørja ferð, vit fáa eina fráboðan um harðskap, er rúsdrekka uppi í. Tað staðfestur Jens Jensen, politistur, og limur í Fólkaheilsuráðnum. Sostatt staðfestir hann, at verður álvara gjørt av ætlanini, sum er nevnd í aðrari grein, her á síð­ unum, um at avarkað tann ring­asta fyllskapin, er eis­ ini nakað av vinna. 70-100 um árið Sum so er harðskapur ikki ein heilt stórur trupulleiki í Føroyum. Ongar kanninga eru gjørdar um, hvussu neyvt sam­band er ímillum harð­ skap og rúsdrekka í Føroy­ um. Men hvørt ár reisir løg­ reglan kortini eini 70 – 100 mál um harðskap, og talið vísir seg at vera rættiliga støðugt ár um ár. Men afturat øllum mál­ unum, ið verða reist, eru eisini rættiliga oftani, har fólk koma til ilnar, og fara at berjast, uttan at nakað mál spyrst burtur úr. So til­samans eru tað nógv fleiri enn 70 – 100 ferð um árið, at fólk koma til ilnar, og fremja okkurt slag av harð­skapi. – Tað er at kalla hvørja ein­astu ferð, at rúsdrekka er uppi í, sigur Jens Jensen. – Tað kemur næstan ikki fyri, at fólk koma til ilnar, og fara til hendurs, edrú, leggur hann afturat. Og her hugsar hann bæði um bardagar í gøtuni, og um húsaórfrið, har hjún, ella húsfólk, koma til ilnar. Nógv mest um vikuskiftini Aðrastaðni hava kann­ing­ ar víst, at neyvt samband er ímillum rúsdrekka og harð­skap, og Jens Jensen sigur sostatt, at hesin saman­hang­urin er eis­ini rætt­iliga týðiligur í Føroy­ um. Hann staðfestir sam­ stundis, at tey allarflestu mál­ini um harðskap, verða frá­boðað leygarnátt og sunnu­nátt, og tað er eis­ini tá, at mest fólk eru í bý­num og mest verður drukkið. Jens Jensen vísir eisini á, at seinastu árini er tol­ semið hjá samfelagnum við harðskapi munandi mink­að, aftur ímóti tí, tað var fyrr. Nú skal sostatt ikki so nógv til, áðrenn tað verð­ ur tikið upp sum eitt mál, og verður lagt fyri rætt­in, so at tey, sum fremja harð­ skapin, verða dømd, sigur polit­ist­urin og limurin í Fólka­heilsu­ráð­num. aki@sosialurin.fo at drekka seg skít Føroyingar berjast bara við kenning Tað kemur næstan ikki fyri, at fólk, sum fara at berjast, eru edrú, sigur Jens Jensen, løgreglumaður RÚSDREKKAPOLITIKKUR Tey allarflestu málini um harð­ skap, verða fráboðað leygarnátt og sunnunátt Fróði Jacobsen sigur, at samstarvið ímillum part­ arnar er gott. Sum heild er sam­starvið somuleiðis gott við tey, sum hava skeinki­ loyvini, tí eisini tey eru áhug­ að í at hava viðurskiftini í rætt­lag. Men ein partur av hesum verður at gera teimum, sum hava skeinkiloyvi, greitt, hvørja ábyrgd tey hava. – Sjálvandi er munur á skeinki­støðum, men tey nógv av teimum vísa ábyrgd, og vilja hava, at gott skil er á, og at fólk ikki ganga etandi skít inni. Men hann leggur afturat, at skal hetta eydnast, er eis­ ini neyðugt at hava neyvt eftir­lit við, at rúsdrekkalógin verð­ur hildin, og tískil fer hetta at krevja sítt av løg­ regl­uni. Í hesum sambandi eiga barr­ir og skeinkistøð at vænt­ar sær ófráboðaða vitjan av løgregluni, oftari enn nú. Og í hesum sam­ bandi fer løgreglan eisini at ansa serliga væl eftir, um skonkt verður fyri fullum fólki. Brot á lógina, kunnu føra til átalu, bót, ella í ringasta føri, at skeinkiloyvið verður tikið. – Endamálið er at steðga tí ótálmaða drykkjuskapinum, tí tað vísir seg, at tað er, tá ið fólk eru hamrandi skít, at tey koma sær sjálvum, og øðrum, í trupulleikar, heldur Fróði Jacobsen. Arbeiðsbólkurin mælir til, at hetta verður sett í gildi longu næsta ár. Skeinkja við ábyrgd Tey, sum hava skeinkistøð og barrir, skulu nú átaka sær størri ábyrgd fyri at tryggja, at fólk ikki verða full Modelmyndir Tað kemur næstan ikki fyri, at fólk eru edrú, tá ið tey fara at berjast, sigur Jens Jensen, politistur