Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 meldurin Sosialurin Sigurjón Einarsson Á Ólivantsgøtu 30 í Hoyvík verða kuffertini pakkað út. Tað er mánadagur, og Herbert í Lon og konan, Tóra, eru júst heimkomin úr Italia, har tey bæði og tey trý børn­ ini hjá teimum hava hildið feriu seinastu tíggju dagar­ nar. Í garasjuni stendur ein gul kapp­súkkla, ið júst er skrúvað saman aftur, eftir at hon varð pakkað niður í París fyri yvir einari viku síð­ani, tá føroysku súkklar­ nir í Team Rynkeby komu á mál við Invalides kirkj­una í París. Tá høvdu teir súkkl­ að 1200-1300 km gjøgn­um Føroyar, Danmark, Týsk­ land, Niðurlond, Belgia og Frak­land. – Tað er fantastiska stórt at uppliva, tá yvir 1400 súkkl­ ar­ar møtast í París. Teir sein­ astu 12-14 kilometrarnar fylgd­ust øll Team Rynkeby- lið­ini inn til Invalides kirkj­ una. Ein sá eina gula strípu, har vit øll súkklaðu á rað. Tað var bæði stórsligið, men samstundis eisini ein rør­ andi løta at síggja øll hjálpar­ fólkini, familjurnar og onnur heppa og klappa fyri okkum tað seinasta strekkið, sigur 35-ára gamli Herbert í Lon, sum lítir aftur á ferðina til París. – Túrurin gekk sera væl. Alt gekk uppá stás. Veðrið var gott allan vegin. Tað var eitt stórt upplivilsi. Vit høvdu nakrar langar dagar á súkkl­uni, men tað var sera stutt­ligt, serliga hugnin beint áðr­enn songartíð, tá fólk skemt­aðust uppá tað besta. Tað riggaði væl, sigur Herbert við einum smíli. Men hóast prátið er jaligt um sjálvan túrin, so gerst tað meira álvarsamt, tá komið verður inn á, hvussu túrurin kom í lag. Misti mammuna eftir stutta sjúkralegu Tað lá ikki í kortunum hjá Herberti, at hann skuldi brúka mammuna sum motiva­tión fyri súkklu­túr­ inum til París, men tó hevði hann følt krabbamein eitt sind­ur tætt uppá egnan kropp. Eitt systkinabarn hevði eina dóttir, ið hevði krabba­mein, og tess vegna søkti Herbert fyrst í fyrra­ árið um at sleppa við før­ oyska Team Rynkeby-lið­ num, men hann var ikki ein av teimum hepnu, ið bleiv út­valdur tá. – Ymiskar útbúgvingar og yrki skulu vera umboðað, tá ið súkklað verður (tó skal minst ein lækni og ein súkklu­smiður vera á hvørj­ um liði, red.), men eg slapp so ikki við ta fyrru ferðina, sigur Herbert. Árið eftir søkti Herbert aftur um at sleppa við til Rynkeby-túrin til París, men so hendi tað, at mamman brád­liga gjørdist sjúk. Tað var galið við livrini. Tá Herbert í Lon herfyri súkklaði til París saman við hinum limunum í Team Rynkeby, var tað ikki einans við beinunum, men eisini hjartanum. Mamman, ið doyði í fjør av krabbameini, bleiv stóra motivitatiónin hjá Herberti at savna pening inn til børn, sum eru rakt av krabba, og familjur teirra súkklaði fyri mammuna – Hon bleiv send til kanningar hálvan juni, og ein mánað seinni var hon deyð Herbert í Lon ...framhald á næstu síðu Mynd: Sigmar Mørkøre