Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Hon var í skundi send niður á Ríkis­sjúkra­húsið til kann­ingar, har tað varð stað­fest, at hon nokk hevði krabba­mein í livrini, og at sjúkan nokk eisini var farin víðari út í likamið. Útlitini vóru ikki góð. Hon var ov veik til at fáa kemoviðgerð, søgdu læknarnir. Har var eingin viðgerð, ið kundi geva henni heilsuna aftur, ljóðaði dóm­urin. Hon varð send aftur til Føroya, har hon lá á B6 – palliativu deild. – Tilstandurin versnaði fyri hvønn dag. Hon var klár onkrar løtur, men ann­ars var hon ikki nógv til stað­ ar. Hon fekk nógvan doyv­ andi heilivág, meðan hon lá á B6. Mann hevur altíð vón­ina til tað síðsta, at tað onkurs­vegna broytist til tað betra, men tað gekk bara ein veg, ljóðar tað hugtungt frá Herberti. – Hon bleiv send til kann­ ingar hálvan juni, og ein mán­að seinni – 18. juli 2014 – var hon deyð. Vit væntaðu ikki, at tað stóð so illa til, tá hon fór niður til kanningar, so tað var eitt sjokk fyri okk­ um øll, sigur Herbert. Broytti umsóknina Stutt eftir, at mamma Herbert var farin, fór hann inn á heimasíðuna hjá Team Rynkeby og broytti um­sókn­ ina hjá sær inni har. Nú var hann enn meira uppsettur at sleppa gjøgnum nálareygað. Nú føldi Herbert seg eisini hava enn størri orsøk at taka súkklu­túrin til París. Nú var ein nýggjur faktorur, ið var gald­andi – mamman! Um tað var tungan á vektskálini, veit Herbert ikki, men hesuferð varð umsókn hansara gingin á møti. Og so var bara eitt at gera; upp á súkkluna! Treiskliga fór hann undir venjingarnar og at fyrireika seg til túrin. Túrurin kostar áleið 25.000 kr. í alt, men tað er bert ein einvegis ferða­ seðil. Heimtúrin mugu tey lut­tak­andi sjálvi gjalda fyri. Gjøgn­um veturin og várið verða føroysku landsvegirnir súkkl­aðir upp og niður, so markið á 2500 kilometrar kann fáast undir beltið, ið er krav­ið til tey luttakandi inn­ an byrjanina í Klaksvík. Bæði til venjingarnar og sjálvan túrin er eitt lið á 10 fólk, ið gera sítt til, at tey lut­ tak­andi altíð hava tað, teim­ um tørvar til allar tíðir. – Á sjálvum túrinum til Frak­lands vóru tey síðst í song, men samstundis vóru tey eisini fyrst upp morgun­ in eftir. Tey gjørdu alt til reið­ar fyri okkum, og vóru altíð glað og fyri­kom­andi. Tey vóru fan­tastisk, held­ur Herbert. Rynkeby-túrurin eitt slag av sjálvterapi Herbert í Lon heldur, at tá fólk eru so tætt samlaði í átta dagar – sum við hes­um túr­ inum – kann ikki um­gang­ast, at tað upp­stendur ein sterk felags­kensla. Ein kemur at kenna hvønn annan rættiliga væl. Har vóru aðrir luttakarar við, ið eisini vóru ella høvdu verið í somu støðu sum Herbert sjálvur, og tað neyt hann gott av. – Mann fekk sett nøkur orð á ting. Onkur dugir kanska betur at seta orð á ting­ini enn onnur. Tað vórðu tøtt sam­bond knýtt, ið verða skapt á túrinum millum tey lut­tak­andi. Tað hevur verið lættari fyri meg at tosa um tað, tá mann hevur tosað við onn­ur, ið hava verið út fyri tað sama. Vit hava okkurt til felags. Vit kunnu samanbera tað at súkkla hendan teinin við at fáa viðgerð fyri krabba­mein. Tó haldi eg, at vit hava verið góð til at tosa um tað heima, eisini við børn­ini, heldur Herbert. Hóast túrurin hevur hjálpt Herberti á persónliga øki­num, undirstrikar hann tað stóra endamálið við at súkkla til París, og tað er sjálv inn­savningin – at savna inn og vera ein hjálp hjá teim­um, ið hava tørv á tí. – Vit hava gjørt okkara part á hesum túrinum, og øll full­førdu. Munurin er, at tey, sum fáa viðgerð fyri krabba­ mein, hava ikki møguleikan at steðga á, um tað nú verður ov strævið. Gera tey tað, vita tey, at tað er ein spurningur um lív ella deyð, sigur Herbert hugsunarsamur. Tá 35-ára gamli løg­reglu­ maðurin verður spurdur, um hann fer at søkja um lut­tøku komandi ár, sigur hann, at stundir ikki verða til Team Rynkeby komandi ár, men at tað heilt víst verður eina­ ferð aftur. Komandi ár hava írestandi limirnir av í Lon- familjuni – pápin og synir­nir – sett sær fyri, at teir skulu ferðast saman í Italia. Mill­ um ár og dag hevur hesin fyri­spurn­ingurin millum fam­ilju­limirnar verið á lofti – eisini áðrenn mamman doyði, men tó uttan at tað bleiv meira ítøkuligt enn við sjálvan tankan. Tað verður nú broytt. – Nú má livast, slær Herbert Í Lon fæst! – Vit hava gjørt okkara part á hesum túrinum, og øll fullførdu Team Rynkeby er ein norðurlendsk vælgerðarverkætlan, sum Team Rynkeby Fonden rekur. Fyrsta og fremsta endamálið hjá Team Rynkeby er at savna pening inn til børn, ið eru rakt av krabba, og familjur teirra. Rynkeby Foods A/S rindar allar kjarnaútreiðslur, og tað merkir, at tann peningur, sum Team Rynkeby savnar í hvørjum landi, fer óskerdur til barnakrabbafelagsskapir í ymsu londunum. Í 2014 savnaði Team Rynkeby stívliga 36 mió. DKK til bardagan ímóti barnakrabba í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi, Føroyum og Avstralia – av teimum fóru 970.000 DKK til Krabbameinsfelagið. Barnakrabbi er serstakliga álvarslig sjúka. Hóast vísindin er komin væl áleiðis seinnu árini, har tað hevur eydnast at bjarga áleið 80 prosentum av teimum børnum, ið fáa staðfest krabbamein, so er sjúkan orsøkin til flestu deyðsføllini – sum stavar frá sjúku – hjá børnum í aldrinum 1-15 ár. Størsta avbjóðingin, í at basa sjúkuni, er, at barnakrabbi ikki er sum krabbi hjá vaksnum. Í roynd og veru vita granskarar enn ikki, hví børn fáa krabbamein. Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.team-rynkeby.fo – Nú má livast, slær Herbert í Lon fæst! Myndir: Sigmar Mørkøre