Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Øssur Berghamar Frelsunarherurin hevur júst í hesum mánaði markerað, at 150 ár eru liðin, síðani William Booth saman við konuni Catherine Booth fór undir at arbeiða millum heimleys fólk á eystursíðuni av London. Heilir 16.000 soldatar úr 126 londum vóru fyrr í mánaðinum á stevnu í Londum fyri at fagna hesum merkisári. William Booth var ein íðin evangelistur, ið brendi eftir at røkka út til teirra, sum eingin kirkja ella sam­ koma rakk út til. William Booth vildi møta teimum neyð­støddu við gleði­boðs­ kap­inum, júst har tey vóru stødd. Hetta varð byrjanin til tað umfatandi hjálparararbeiði, sum hevur merkt Frelsunar­ herin til hendan dag. Kring allan heim er stór virðing fyri hesum óvápnaða heri, sum eisini kom til Føroya og hevur virkað her í mong ár – bæði andaliga og sosialt. Frelsunarherurin hev­ur síðani 1924 verið ein býar­ mynd í Havn, sum hevur fing­ið fólk at steðga á, meðan »Breiðið krossins merki út« hevur rungað saman við føst­um trummusløgum. Men eisini tað sosiala arbeiðið er kent millum manna, ikki minst tað, ið gjørt hevur verið á Herberginum í Havn. Ein annar William Tað var eisini á sumri í 1865, at skotin, William Gibson Sloan, kom til Føroya. Hann sá ein annan tørv, sum er orð­að í dagbók hansara. Tann 28. mai 1865 skrivar Sloan – staddur í Hetlandi – at Føroyum tørvar ein trú­ boð­ara, og »eg kenni meg drivn­an og fúsan til at fara at virka har í navni Guds og styrki Hansara«. William G. Sloan kem­ur til Føroya á sumri – einsa­ mallur. Tá er hann 26 ára gamal. Føroyska málið var ikki komið fyri seg á skrift­ mál­inum, men Sloan lærdi seg danskt, byrjaði at syngja og tala um Jesus á donskum. Hann helt útifundir niðri á Doktaragrund í Havn og ferð­aðist út á bygd. Har vitjaði hann í húsunum, sang ein sang við sínum vakra máli og helt smærri andaktir, har tey bjóðaðu honum inn. Tó var hann ikki allastaðni væl móttikin. Eftir drúgt arbeiði bar arbeiði hansara um­síðir ávøkst, og fyrstu samkomur­ nar vuksu fram. Hann giftist við Elspu Isaksen úr Geil í Havn, systir hin navnframa Djóna í Geil, og hon gjørdist honum ein hollur stuðul. Umframt andaliga virki sítt royndi William G. Sloan saman við konu síni eis­ini at hjálpa teimum, ið høvdu serligar tørvir í eini tíð, har tað var fátæksligt hjá mong­ um. Mong vóru breyð­ini, ið vóru bakað í Sloans húsi og býtt út til húsarhald í Havn, har ráðini at keypa mat vóru ring. Teir nýttu sangin og tónleikin William Booth og William G. Sloan virkaðu sostatt um somu tíð og hittu helst aldri hvør annan. Kortini vóru teir ikki ólíkir. Báðir vóru ídnir evangelistar, sum brendu fyri søk síni. Men meðan Booth var ein dynamiskur talari, sum fangaði fjøldir í London, var Sloan ein mild­ ur sálarvinnari, sum bar fram eitt orð, har høvi gavst, sang ein sang, bað eina bøn, legði hond­ina á høvdið á børn­unum og segði: »Tro på Jesus.« Báðir nýttu teir sangin og tónleikin fyri at røkka út til fjøldina við einum evange­ liskum boðskapi. Hermenn og hornblástur hoyra saman – og soleiðis hevur eisini verið hjá Frelsunarherinum, sum er hjástaddur har, ið fólkið er. Ein Ólavsøka uttan nakrar livandi tónar frá Frelsunar­herinum á Vagl­ inum er næstan óhugsandi William G. Sloan sang seg inn í hjørtuni á føroy­ing­ um við síni vøkru rødd, og frá lítla salinum á Ting­hús­ veg­num varð fyrst í síðstu øld lýst við »megen sang og musik«. Inntil hendan dag hevur júst sangurin hevur verið nakað, ið hevur merkt tær tær samkomur, sum komu kring landið, aftan á at Sloan var farin hiðani. Nakrir av teim evangelisku sangum, sum William G. Sloan kom við, fara ivaleyst at hoyrast á trapp­uni í Ebenezer á Ólav­ søku í ár. Hildu á til tað síðsta Bæði William Booth og William G. Sloan vóru drivnir av einari sterkari visjón, sum brendi í hjørtum teirra og gjørdi, at teir treystir og trúgvir hildu á hóast mót­ støðu og forðingar á leiðini. Trúgvir móti kallinum virk­aðu teir til tað allar­ síðsta. William Booth andaðist, 83 ára gamal, tann 20. august 1812 – ella, sum tey siga í her­ inum, hann var »promoted to glory.« Heili 40.000 fólk fylgdu hesum Harrans her­ manni gravar. William Gibson Sloan doyði í húsi sínum við Ting­ húsvegin 4. september 1914, 76 ára gamal. Hendan síðsta dagin hoyrdu tey hann sipað til kenda enska sálmin við niður­lagnum: On Christ the solid rock I stand, all other ground is sinking sand. Tá var hann vorðin ein høgt virdur og elskaður mað­ ur í lítla føroyska sam­felag­ num. Sagt verður, at ongan­ tíð áður hevði so nógv verið til eina jarðarferð í Havn sum hendan dagin, kista Sloans varð borin út í gamla kirkju­ garð. Á hvør sínum øki komu hesir Harrans stríðsmenn og andaligu slóðbrótarar, William Booth og William G. Sloan, at seta stór spor eftir seg, sum má vekja virðing og takk­semi fyri alt tað, teir høvdu at týða fyri samtíð og eftir­tíð sína. post@sosialurin.fo Tveir slóðbrótarar Í ár eru 150 ár liðin, síðani William Booth fór undir evangeliska og sosiala arbeiðið innan Frelsunarherin í London. Tað eru eisini 150 ár, síðani ein annar evangelistur fór undir lívsverk sítt, nevniliga skotin William G. Sloan, sum kom til Føroya. Báðir byrjaðu verkið í 1865, stutt eftir eina stóra andaligari veking, sum var í Bretlandi 1865 William G. Sloan Tinghúsvegurin William Booth