týsdagur 21. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. juli 2015 · Nr. 83
kjak
Símun Pauli
Jacobsen
Tað var ein dagin seinast
í sekstiárunum, at eg fór
út á Egilsnes at fiska seið.
Væl var at fáa, men av tí, at
veðrið var so sera gott, og
eg visti, at nógvur seiður
stóð út fyri Vágalandinum
millum Kloddan og Oyra
gjógv, stimaði eg yvir um
Sundið, hóast eystfallið ikki
var meira enn reiðiliga hálv
runnið.
Tað var alt í einum, at seið
ur ella smáfiskur var á hvørj
um húki. Men brádliga fekk
eg tað hugskot, at eg ikki
skuldi draga beinanvegin, tí
kanska ein kalvi fór at taka
um onkran seiðin.
Áðrenn eg hevði hugsað
henda tanka til enda, nú nív
ir á, og snørið fór at renna
alt í einum. Eingin ivi um, at
fittur kalvi hevði tikið. Men
brádliga tykist kalvin vera
farin. Eg fari at draga upp,
og eg dragi slakan. Stundum
tykist okkurt tungt at taka í,
og so at draga slakan. Nú fór
eg at draga slakan, so skjótt
eg kundi, og tað var skjótt, at
teir fyrstu húkar komu inn í
bátin. Og alt í einum kemur
hesin stóri kalvin sjóleysur
upp við bátaborðinum. Í
evstu løtu fekk eg krókin í
kalvan og koppaði hann inn
um stokkin. Kalvin vigaði 63
pund.
Árið eftir var eg farin
á kyrrindini í Vestmanna
sundi. Hesaferð gekk leiðin
nakað suður um Fútaklett.
Eg hevði fingið um 70 fiskar,
og nú leið væl til kyrrindini.
Tá fekk eg brádliga tað upp
skot at stima norður um
Oyragjógv at vita, um ikki
onkur kalvi var eftir á umleið
sama stað, sum eg hevði fing
ið hin kalvan.
Eg koyrdi reiðskapin út,
og tað gingu ikki nógvir
minuttir, til kalvi tekur, og
hann rennur alt snørið út.
Tað kennist væl, at kalvin er
hampuliga stórur og renn
ur snørið fleiri ferðir á botn.
Men alt í einum tykist kalv
in vera farin, slitið. Tó eina
løtu seinni nívir aftur, og
hesaferð tykist kalvin at
vera tyngri. Eftir góðari løtu
byrji eg at draga, men smátt
gongst. Hesin kalvin tykist
vera dupult so stórur tann, ið
slitið hevði. Eftir góðari løtu
hómast kalvin niðri í sjónum,
og nú síggi eg, at hann kemur
upp við stertinum fyri, og er
krøktur við eini vanligari
seiðagummibeitu. Eg fekk
kalvin inn í bátin, og hann
gjørdi lítið um seg. Bæði
kalvin og eg vóru útlúgvaðir.
Kalvin hevði slitið, húkur og
lodd vóru burtur, men síðan
var kalvin krøktur í eina
seiðagummibeitu.
Kalvin
vigaði um 50 pund.
Ein dagin miðskeiðis í ní
tiárunum vóru eg og sonur
mín farnir í grunnin at royna.
Eini 10-15 aðrir bátar vóru
eisini í grunninum henda
dagin. Men fiskiskapurin var
eingin. Tykist vera steinoyði
til fisk.
Sum dagurin leið, byrjaðu
bátarnir at rýma vegna
fiskaloysi. Men vit vóru ver
andi, væntandi broyting út á
dagin. Eg hevði ongan hug at
fara heim við ongum fiski. Eg
veit ikki, um allir hinir bátar
nir vóru rýmdir heim, men
vit sóu ongan bát.
Vit lógu nakað sunnan
fyri Skæling, nærri Streym
oyarlandinum, men einki bar
til. Tá vit høvdu ligið har í
rúma tíð og einki fingið, ivað
ist eg í at fara heim vegna
fiskaloysi. Eg reisi meg upp
fyri at hyggja, um nakað var
at síggja.
Tá síggi eg eitt veldugt
fuglavað frá sjónum og upp
móti skýggjum. Fuglavaðið
hevði beina kós móti Navi
num og tyktist vera inni á
brondingaleið, meðan tað
ferðaðist norður við Vága
landinum. Brádliga lógu vit
mitt í eini stórari toskatorvu.
Vit høvdu bæð snørini úti við
4 húkum á hvørjum. Arbeið
ið hjá okkum var at draga
og krøkja toskarnar av húk
unum. Tá vit vóru komnir
áraka Marragjógv, var rúmið
fult av stórum toski. Toska
torvan vendi nú og helt fram
móti Leynalandinum.
Vit hildu okkum nú at
hava fingið nokk av toski og
samdust um at gevast. Veið
an var 600 pund av stórum
toski. Aftur ein góð og full
komin gáva omanífrá. Harrin
eigur alla tøkkina.
Vit vildu meira enn gjarna
latið øðrum bátum sleppa at
fiska av tí mongd av fiski,
sum var í grunninum henda
dagin. Lív mítt bæði á sjógvi
og landi gjøgnum langt lív
hevur lært meg, at tað lønar
seg at bíða eftir Harrans
tíma. Byrjar ein songur ikki
soleiðis:
”Apostlene sad i Jeru
salem og bied på Herrense
time.”
Millum mong vælsignað
tiðarbil av lívi mínum kann
eg ikki lata vera at nevna tey
árini, vit reistu runt Føroya
land at boða gleðiboðskapin
undir heitinum ”Kristus er
svarið” .
Eisini lutaðist mær í eini
20 ár at vera limur í bønar
flokki í Vestmanna. Vit vóru
umleið 30 limir í bønarflokki
num. Nú er umleið helming
urin av limunum flutt heim
í dýrdina.
Tá eg gjørdist pensiónist
ur í 1993 eftir umleið samfull
50 ár í almennum størvum,
tók eg ta avgerð, at eg skuldi
nýta tað tíð, eg hevði eftir á
foldum – at skriva andaligar
greinar um gleðiboðskapin.
Nú eri eg byrjaður at eldast
so spakuliga – veri 90 ár í
februar komandi. – Og vóni
eg at kunna halda áfram við
andaligu greinarnar í bløð
unum.
Samstundis fari eg at
takka øllum teimum, sum
á ymiskan hátt hava takka
mær fyri evangeliska boð
skapin gjøgnum hesi mongu
árini.
Gud signi tykkum øll.
Fiskaveiði Pæturs
Barnaleikurin Óðins Eyga
var so væl dámdur á G!
Festivalinum, at ein eyka
sýning mátti kroystast inn í
Fjósinum leygardagin. Fleiri
áskoðarar vóru so bergtiknir
at teir sóu fleiri sýningar. Eitt
nú vóru 5 gentur, ið sóu allar
sýningarnar.
Í
hesum
víkingaleiki
num hitta áskoðararnir eina
djarva gøtugentu, víking
ar, gandaravnar, risastórar
úlvar, ein áttabeintan hest
og gudarnar Loka og Óðin.
Leikurin vendur sær fyrst
og fremst til børn í aldrinum
6-12 ár.
Á G! náddu fleiri hundra
børn at uppliva leikin, men
á ólavsøku kunnu uppaftur
fleiri børn sleppa til leikin.
Hann verður nemmilig sýnd
ur á Tjóðpallinum.
Atgongumerki fáast lon
gu nú á tjodpallur.fo.
Tað er Sóley Danielsen, ið
spælir allar leiklutirnar, ið
hesum leikinum um 10 ára
gomlu Tóru, ið fer úr Gøtu
til Kirkjubøar at bjarga pápa
sínum, ið er tikin til fanga.
Tóra er væl hjálpt av síni
ganda amulett, ið tó eisini
gevur henni fleiri lumpis
ligar fíggindar og avbjóðing
ar, m.o. guðin Loka.
Leikurin er upprunaliga
svenskur, og er sera væl um
tóktur í heimlandinum. Í
Svørríki var tað leikstjórin
Magnus Palm, ið setti leikin
upp, og júst Palm hevur
eisini leikstjórnað føroysku
útgávuna av “Óðins Eyga”
Tað er søgugranskarin
Dallas De-Fée, ið hevur skriv
að leikin og ungi rithøvund
urin Tryggvi Danielsen, ið
fekk
Mentanarheiðursløn
landsins til ungt listafólk,
hevur umsett til føroyskt.
Atgongumerki
fáast
á
tjodpallur.fo og um nøkur
eru eftir við dyrnar ein
tíma
áðrenn
leikbyrjan.
Leikurin verður sýndur á
Tjóðpallinum frá leygardeg
num og eina viku fram.
Óðins eyga á ólavsøku
Sóley Danielsen spælir allar
leiklutirnar í óðins Eyga